altíð skjótir at svara, at tað luktar av pengum. Á Havsbrún framleiða tey fiskamjøl og fóður. Tað var í 1966, at Havsbrún fór undir at framleiða fiskamjøl og lýsi. Framleiðslutólini kláraðu tá at arbeiða umleið [...] í dag 380 tons um samdøgrið. Sera nógv fólk eru knýtt at Havsbrún, og telur arbeiðsorkan umleið 100 ársverk. Skipini ferðast skjótt út og inn at fjørðinum, til og frá virkinum. Krúnborg og Norðborg hava [...] una, og er framleiðsluorkan í dag umleið 1300 tons av fiski um samdøgrið. Í 1983 fóru tey so undir at royndarframleiða alifóður, og í 1988 varð eitt nýtt fóðurvirki tikið í nýstlu. Framleiðsluorkan var
tosað um einskiljing av fyritøkuni, tó uttan at nakað hendi. - Hjá nógvum var trúgvin upp á, at einskiljingin fór at vera gjøgnumførd, byrjað at vikna. Men fyri tveimum vikum síðani eydnaðist tað. Føroya [...] felagið. Hetta hevur gjørt tað trupult at rikið felagið eftir vanligum virkisbúskaparligum fyritreytum, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Trúgvin viknaði Felagið vísir á, at seinastu árini hevur nógv verið tosað [...] Einskiljing Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at Faroe Seafood nú umsíðir er einskilt. - Í 1993 varð Føroya Fiskavirking stovnað. Nærum øll fiskavirkini í Føroyum endaðu
fyri at leggja 2. deildarliðið hjá felagnum saman við einum øðrum felag í Suðuroy. Hugsað varð fyrst um at leggja saman við grannunum, TB av Tvøroyri. Aðalfundurin gav nevndini í Royn heimild til at tosa [...] til endaliga støðutakan. À aðalfundinum varð nevnt, at skal fótbólturin mennast aftur, er einasta gongda leið at feløgini í Suðuroy samstarva fyri at fáa mest burtur úr tí tilfeingi, sum er til taks, bæði [...] Hvalbingar fara nú at tosa við onnur fótbóltsfeløg í Suðuroynni um at leggja saman. Tað varð samtykt á aðalfundi í Royn leygarkvøldið. Á aðalfundinum varð spurningurin viðgjørdur, um Royn skuldi kanna
revsað við: ávaring bót felag verður dømt at tapa dyst felag verður dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir felag verður koyrt úr kappingini Hinvegin er lítið at ivast í, hvør avleiðingin verður, um [...] staðfestu greitt, at spælaraloyvið er ein somikið grundleggjandi partur av fótbóltsreglunum, at ein hørð revsing var neyðug, um hesi viðurskifti ikki vóru í lagi. Og tí er illa hugsandi, at revsingin verður [...] verður nakað linari hesaferð, skuldi niðurstøðan verið, at spæliloyvið hjá Páll M. Joensen ikki hevur verið í lagi. Og um so er, so merkir tað, at HB ikki longur er partur av steypakappingini. eins og liðið
har ein fulltrúði boðar teimum frá, at tey fáa ongan fund. Mentamálaráðið sigur seg vera kunnað um, at skúlin arbeiðir við at finna eina loysn fyri útbúgvingina, og at komið er væl áleiðis við hesum arbeiði [...] arbeiði. ?Mentamálaráðið heitir tí á tykkum um at venda tykkum til leiðslu skúlans, um tað eru viðurskifti í sambandi við útbúgvingina, sum tit meta skúlin eigur at verða kunnaður um ella sum tit eru í iva um [...] og ynskja útgreinað nærri. Mentamálaráðið hevur álit á, at skúlin finnur eina loysn viðvíkjandi støðuni í teldustøðingaútbúgvingini, stendur at lesa í svarinum til næmingarnar. Næmingarnir eru ørkymlaðir
møguligt hjá bilverkstøðum eins væl og privatum at fáa sandblást rust av bilum. Endamálið hjá Sp/f Sandblásing er ikki at kappast við bilverkstøðini, men at samstarva við tey um rustviðgerð av bilum. Um [...] metalliserast og lakkerast. Er bilurin byrjaður at rusta uttan, tað vil siga tak, hjálmar, gáttir, botnur, hurðar o.s.fr. kann tað plettblásast, tað vil siga at einans økini, har rustur er, verða sandblást [...] na verða økini reinsað fyri støv, og zink verður smurt á fyri at nýrustur ikki skal leggjast á aftur. Akfarið verður nú gjørt klárt til at koyrast á eitt bilverkstað til lakkering. Sum áður nevnt er s
rokna tey við, at Jústinus R. Hansen verður. Tá vit seinast høvdu samband við NSÍ, vistu tey í øllum førum ikki at siga, um FSF hevði viðgjørt leikbann hansara, og tí varð roknað við, at hetta bara fevndi [...] sitið yvir. Eisini verður roknað við, at Kári Hansen er í hópinum, eftir at hann annars hevur verið úti við skaða størsta partin av árinum. Hjá EB/Streymi verður sagt, at allir mans eru tøkir. Hans Pauli Samuelsen [...] álvara farnir at nærkast fimta gula kortinum, men enn eru leikbannini ikki farin at gera um seg í so máta. Aftur hesa ferð verður tað leigusveinurin úr B36, Magnus E. Poulsen, sum fer at verja málið hjá
einum slíkum flaggi, so átta mann at kroyst tað føroyska og grønlendska flaggið upp í eitt horn, og so latið restina vera Dannebrog. Hetta ístaðin fyri at latast sum um, at vit eru javnbjóðis partar í einum [...] grundlógarnevndini. Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at vit hava eitt flagg í dag, og at hann dugir ikki ordiliga at síggja, hvat hugskotið skuldi verið. - Vit hava eitt flagg í dag, og [...] Malan Marnersdóttir segði, at hetta er eitt nýtt flagg til eitt nýtt orðaskifti. Og orðaskiftið er farið í gongd, tí Annita á Fríðríksmørk úr Tjóðveldisflokkinum heldur ikki, at veruleikin sæst aftur í nýggja
Eisini Føroya Lærarafelag fer at viðgerða støðu felagsins til fráboðaða arbeiðssteðgin komandi fríggjadagin, eftir at Jana Dalsgaard, forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki helt seg [...] ósemjuna á Føðideildina upp í trætuna um, at fútarætturin verður brúktur í arbeiðsmarknaðartrætum. Fyribils sama støða Formaðurin í Lærarafelagnum, Magnus Tausen, sigur, at fyribils hevur felagið ikki broytt [...] málinum, men nevndin í Føroya Lærarafelag kemur saman í dag, har hon fer at viðgerða málið av nýggjum. - Tað er ógvulga óheppið, at forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar breyt avtaluna í
ótrúliga deiligt mál hjá okkum at fáa, helt Bárður. Eftir málið høvdu gestirnir tó hug at søkka dekan ov langt aftur, og Bárður ásannaði eisini, at seinasta løtan var strævin at koma ígjøgnum. - Teir trýsta [...] eina løtu inn í seinna hálvleik, men eg haldi ikki, at teir koma til so nógvar møguleikar kortini. Tú legði upp til málið. Hvussu kom hetta? - Eg haldi, at tað var Jákup Martin, sum sendi meg avstað í høgru [...] vit lata okkum eisini trýsta. Hóast teir eru 10, so megna teir tá at skapa nakrar heilt vandamiklar støður, men tíbetur kláraðu vit at halda fast. Tað var í øllum førum deiligt, tá vit hoyrdu dómarin bríksla