Sandblásing av akførum

Hjá Sp/f Sandblásing við Ljósá eru teir nýliga farnir í holt við at sandblása øll sløg av akførum. Sandblásing er munadyggasta reinsingin av rusti, siga brøðurnir Heðin og Pauli Poulsen, sum eiga og reka fyritøkuna

Nú verður møguligt hjá bilverkstøðum eins væl og privatum at fáa sandblást rust av bilum. Endamálið hjá Sp/f Sandblásing er ikki at kappast við bilverkstøðini, men at samstarva við tey um rustviðgerð av bilum.

Um eitt akfar er heilt avmonterað, kann stell og skrokkur sandblásast alt sum tað er og eftirfylgjandi metalliserast og lakkerast.

Er bilurin byrjaður at rusta uttan, tað vil siga tak, hjálmar, gáttir, botnur, hurðar o.s.fr. kann tað plettblásast, tað vil siga at einans økini, har rustur er, verða sandblást. Hetta verður gjørt við hvøssum sandkornum, smáum dysum og lágum trýsti. Eftir sandblásingina verða økini reinsað fyri støv, og zink verður smurt á fyri at nýrustur ikki skal leggjast á aftur. Akfarið verður nú gjørt klárt til at koyrast á eitt bilverkstað til lakkering.

Sum áður nevnt er sandblásing munadyggasta reinsingin av rusti. Samstundis er tað ymsastaðni á bilum ógvuliga torført um ikki ómøguligt at reinsa eitt øki fyri rust við at pussa tað. Tað klárar sandblásing.

Sandblásing av akførðum er ein skjót, góð og bílig loysn.