Mentamálaráðið vil ikki tosa við næmingar

Datamatikaranæmingarnir á Handilsskúlanum í Havn fáa ongan fund við Mentamálaráðið, tí ráðið hevur fult álit á leiðsluni á Handilsskúlanum

Næmingarnir, sum taka datamatikaraútbúgvingina á Handilsskúlanum í Havn, fáa ongan fund við Mentamálaráðið um støðuna á skúlanum, eftir at lærararnir hjá teimum hava sagt seg úr starvi.
Næmingarnir kenna seg ikki tryggar við avgerðina, sum leiðslan á Handilsskúlanum hevur tikið um restina av útbúgvingini, og tí vildu tey á tal við Mentamálaráðið um hetta.
Men næmingarnir hava nú fingið svar úr Mentamálaráðnum, har ein fulltrúði boðar teimum frá, at tey fáa ongan fund.
Mentamálaráðið sigur seg vera kunnað um, at skúlin arbeiðir við at finna eina loysn fyri útbúgvingina, og at komið er væl áleiðis við hesum arbeiði.
?Mentamálaráðið heitir tí á tykkum um at venda tykkum til leiðslu skúlans, um tað eru viðurskifti í sambandi við útbúgvingina, sum tit meta skúlin eigur at verða kunnaður um ella sum tit eru í iva um og ynskja útgreinað nærri. Mentamálaráðið hevur álit á, at skúlin finnur eina loysn viðvíkjandi støðuni í teldustøðingaútbúgvingini, stendur at lesa í svarinum til næmingarnar.
Næmingarnir eru ørkymlaðir av svarinum úr Mentamálaráðnum, og tey siga seg nú ikki vita, hvat tey skulu gera.