Royn vil leggja saman

Hvalbingar fara nú at tosa við onnur fótbóltsfeløg í Suðuroynni um at leggja saman. Tað varð samtykt á aðalfundi í Royn leygarkvøldið. Á aðalfundinum varð spurningurin viðgjørdur, um Royn skuldi kanna møguleikarnar fyri at leggja 2. deildarliðið hjá felagnum saman við einum øðrum felag í Suðuroy. Hugsað varð fyrst um at leggja saman við grannunum, TB av Tvøroyri.
Aðalfundurin gav nevndini í Royn heimild til at tosa við nevndina í TB um samanlegging og um, hvørjar treytirnar fyri samanleggingini vildi verið. Men nevnt varð eisini, at setti TB órímiligar treytir, kundi møguleikin kannast hjá hinum felagnum í Suðuroy, VB, sum frammanundan hevur lagt saman við Sumba um fótbóltin í teimum vaksnu deildunum.  Tá ið nevndin hevur kannað teir møguleikar, sum eru, skal málið aftur leggjast fyri ein aðalfund, ella ein eykaaðalfund til endaliga støðutakan. À aðalfundinum varð nevnt, at skal fótbólturin mennast aftur, er einasta gongda leið at feløgini í Suðuroy samstarva fyri at fáa mest burtur úr tí tilfeingi, sum er til taks, bæði av leikarum og pengum.