Einskiljing
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at Faroe Seafood nú umsíðir er einskilt.
- Í 1993 varð Føroya Fiskavirking stovnað. Nærum øll fiskavirkini í Føroyum endaðu tá í sokallaða "mølposanum" haðani Føroya Fiskavirking síðani spretti. Síðani 1993 hevur ofta verið rumbul rundanum fyritøkuna, og politiskt trýst hevur eisini verið lagt á felagið. Hetta hevur gjørt tað trupult at rikið felagið eftir vanligum virkisbúskaparligum fyritreytum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Trúgvin viknaði
Felagið vísir á, at seinastu árini hevur nógv verið tosað um einskiljing av fyritøkuni, tó uttan at nakað hendi.
- Hjá nógvum var trúgvin upp á, at einskiljingin fór at vera gjøgnumførd, byrjað at vikna. Men fyri tveimum vikum síðani eydnaðist tað.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur seg fegnast um, at einskiljingin nú er gjøgnumførd.
Ein fyritreyt
- Einskiljingin gevur fyritøkuni tann arbeiðsfrið, sum ein og hvør fyritøka hevur brúk fyri, um trivnaður skal vera í fyritøkuni. Eisini er hetta neyðugt, um virkið skal mennast og taka við teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman.
At enda í greinini á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag Faroe Seafood blíðan byr framyvir.