Tinginum. Fyrrverandi formaðurin í konservativa flokkinum í Danmark, Per Stig Møller, mátti frá, tí hann hevði ikki verið heilt sannur mótvegis einum journalisti í spurninginum, um hann hevði mist koyrikortið [...] kennir seg væl í samstarvinum. Uppaftur onnur virði eru viðkomandi í samfelagnum. Vit kenna t.d. hugtakið "Í hesum landinum hevur eitt mannalív ikki stórt virði" í londum, har ræðslustýri valda. Í tí virðisleysa [...] virðini. Í mongum samfeløgum verða tey mest grundleggjandi samfelagssettu virðini orðað í eini grundlóg, sum verður góðkend av fólkinum. Onkur grundleggjandi virði verða symboliserað í merkinum - her í norðanlondum
Inngangur og grein 1 í stríð við donsku grundlógina Eftir okkara metan er grein 1 í uppskotinum klárt í stríð við grundlógina og heimastýrislógina. Hettar varð eisini staðfest av umsitingini í Løgtinginum [...] løgtingslógir kunnu setast í gildi. Henda áseting verður heldur ikki yvirhildin, tí ”stjórnarskipanin” verður sambært uppskotinum sett í gildi ”tá ið formaðurin í valnevndini í almenna kunngerðablaðnum hevur [...] løgd fram í 2010. Í § 1 í uppskotinum til stjórnarskipan verður sagt m.a. ”at alt vald í landinum er hjá Føroya fólki”. Sum nevnt frammanfyri er hetta ikki rætt, so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi
rithøvundurin. Grópað í gomlum skjølum Síðani hann varð pensjóneraður fyri nøkrum árum síðani, hevur Rolf Guttesen, sum býr í Hvalsø í Sælandi í Danmark, nýtt nógva tíð í ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, [...] eru eftir hann bæði í Nólsoy, í Havn og í Vági. Og í Klaksvík verður eitt hús bygt í gamlan stíl, sum verður kallað Hús Nólsoyar-Pálls. Hann er á pengaseðlum og á frímerkjum, gøtur í Havn og Klaksvík eru [...] seinni í einum verki í 1912. Páll Nolsøe skrivaði síðani umleið 100 síður um hann í 1953 í Siglingarsøguni, og seinni skrivaði Hans Jacob Debes um hann í Føroya søga, bind 3. Dømdur fimm ferðir – Í teimum
Ólav Hátún. Ólavur var í nógv ár lærari í tónleiki og týskum her á Læraraskúlanum, og Hjalmar hevði í síni tíð tímar í smíð her á skúlanum. Teir tríggir, sum høvdu verið lærarar í Svínoy undan Hjalmari [...] Hans Andreas Djurhuus, sum var lærari í sjey ár í Sandavági og síðani í trý ár á Tvøroyri, áðrenn hann í 1919 gjørdist lærari við realskúlan í Havn, og eisini hevði hann tímar á Læraraskúlanum. Tað var [...] november í 1923 kom ein 22 ára gamal bíggjardrongur til Svínoyar. Har hevði hann fingið starv sum einalærari. Í Svínoy vóru tá 39 hús, og har búðu 204 fólk. Bygdin hevði stútt havt lærara síðani í 45 ár (síðani
triðju bók í Die fröhliche Wissenschaft í fyrsta brotinum í 1882, at hóast Guð var deyður, so fóru tað at finnast holur við hansara skugga í nøkur áratúsund. Hví tað? Jú, tí at summi ikki ”vistu” tað enn. Ja [...] batna) jødafólkið aftur í 8. øld f.o.t. Eitt annað ið ein lesur um í NT eru sonevndar uppreisnir . Hví trúðu farisearar og kristin á tílíkt? Jú, m.a. vegna okkurt í Dánjalsbók. Hann hevði væntað uppreisnir til [...] um í rættinum, eru álítandi, ella tey ákærdu. Ein kritisk mannagongd er ein partur av dómsvaldinum. Tað er jú eyðsýnt, at um ein bert trúði á øll, so hevði ongin verið í fongslunum, tí tey siga jú oftast
undir hatti her á helluni og í munnklovanum hevði hann pípu. Mær rann í huga, einaferð eg samstarvaðist við Rikard Long í Mentanargrunninum, at Rikard fortaldi mær, at hann hevði sagt við Hans Andreas Djurhuus [...] Føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir – í eini fátæksligari tíð – peningaliga sæð. Men teir áttu tað størsta og besta í sær : viljan og áræði. Øll munnu vit í dag ásanna, at teir høvdu [...] innan skúlans gátt. Hesin úrmælingurin, hevði ilt við at fáa starv sum lærari í Kirkjubøar sókn, tí hann hevði funnist at, hvussu illa móðurmálið varð viðfarið í skúlanum. Hann misti tolið, og fór at útbúgva
á arbeiðið. Tað kom aldrin á borðið í nýggju nevndini. Ein onnur versión Men í frágreiðing síni til flokstingið í mars segði formaður Tjóðveldisins, at meirilutin í nevndini tóktist vilja "laga seg til [...] eydnast at fáa semju í nevndini um so at siga allar greinarnar í lógini. Hóast nevndin leggur eitt felags uppskot fram, eru nevndarlimir, sum í tingviðgerðini vilja gera vart við serstøðu í ávísum greinum." [...] henda skipan ella hevur virkað í langa tíð." Lesarin kann sjálvur meta um, hvussu hetta skal skiljast, og hvør avleiðingin hevði verið, um tað varð sett í verk. Meirilutin í nevndini staðfesti ið hvussu
v30 Lot fór nú úr Zoar niðan í fjallalandið og settist niður har saman við báðum døtrum sínum, tí hann tordi ikki at búgva í Zoar; og hann búði í hellinum saman við døtrum sínum. v31 Tá segði hin eldra við [...] sál míni hevði staðist við systur hennara. v19 Men hon helt enn longur á fram í hordómi sínum, við tað at hon mintist ungdómsdagar sínar, tá ið hon dreiv hor í Egyptalandi; v20 og hon brann í girnd eftir [...] v20 Síðan skar fólkið í herróp og blásti í lúðrarnar; og tá ið fólkið hoyrdi lúðrablásturin, hevjaðu teir mikið herróp; tá raplaði borgargarðurin í grund, so at alt fólkið gekk beint inn í borgina og vann hana
i, og nú var vorðið ringt skil í musiska heiminum í Múlavík. Bóndin var eitt sindur inntonktur og hevði ampað av nalvabrokkinum . Jenny í Miðtúni hevði ilt av bóndanum í hansara sváru pínu og rætti konuni [...] um konsertina í Njardalsvík 1. sunnudag í advent í fjør , sum mundi vera besta konsertin, sum kórið hevði havt higartil, men nalvabrokkur bóndans var ein bági fyri hansara musikalsku gongd í tónleikaheiminum [...] fyri sær og sínum, manskórinum og Christian 10. og gamla nalvabindinum, sum faðir hennara hevði borið, tá ið Chr. 10 seinastu ferð var í Føroyum og ta síðstu konsertina, manskórið hevði havt í Njardalsvík
helt áframm alt 1983 og 1984 og langt út í 1985. Meðan hetta hendi við Føroyar, hevði El NIno tikið til í styrki og var nú komin í hæddina í 1983. Hon rasaði í Kyrrahavinum og tvørtur um Mið-Amerika, ja [...] fyribrigdi í natúruni, sum hevur hugtikið meg í mong ár, er hav-luftstreymurin kallaður El Nino Áhugin fyri hesum fyribrigdi vaktist, tá vit fyrst í 197o árunum høvdu skip, sum veiddu ídnaðarfisk í Norðsjónum [...] soleiðis, at El Nino byrjaði at taka til seinnapartin í 1991 og kom í hæddina í 1994, fyri síðani at avtaka nakað, men tók so aftur dik á seg longu í 1996 og vardi heilt til 1999. Hetta kallaðist ein dupult