Sjúrður Skaale
-------
Persónsstríð kveikir altíð áhuga hjá journalistum.
Tí var tað sum at festa í krút tá eg herfyri, í einum illsinnisglepsi á netinum, kallaði Høgna Hoydal "óluksáliga frekan". Miðlarnir ringdu straks at frætta meira.
Journalistarnir hava gjørt lítið við at fortelja fólki, hvat stendur í uppskotinum til hesa góðu stjórnarskipan. At eg læt áðurnevnda lýsingarorð gleppa frá mær, hevði størri áhuga...
Men pressan setir dagsskránna - og eg skal her fyrst greiða frá tí, sum búði undir glepsinum:
Løkke til Føroya
Á heysti 2008 setti løgtingið eina nevnd at gera uppskotið til stjórnarskipan klárt at leggja fyri tingið. Poul Michelsen bleiv formaður, eg bleiv næstformaður - og í februar 2010 var arbeiðið liðugt.
Semja var um tað mesta, men uppskotið varð sjálvsagt ikki endaliga forseglað. Nevndin kundi jú ikki binda Løgtingið niður.
Í august fleyg Lars Løkke Rasmussen til Føroya við einum løgfrøðiligum notati sum segði, at uppskotið var ólógligt.
Eg helt ikki forsætisráðharran hava nakran rætt til at intervenera á hendan hátt, og tað førdi eg fram á fundi við Løkke, í lesarabrøvum, í sjónvarpi, í útvarpi og á tingi. Hetta skuldi vera ein føroysk semja - tað skuldi ikki dikterast úr Danmark.
Fleiri onnur, sum dugdu betur enn eg, gjørdu sítt. Og tað eydnaðist. Í heyst varð ein nýggj nevnd sett, sum skuldi gera uppskotið púra liðugt. Hans Pauli Strøm bleiv formaður, eg bleiv aftur næstformaður - og limirnir kunnu vátta, at danska notatið onga ávirkan fekk á arbeiðið. Tað kom aldrin á borðið í nýggju nevndini.
Ein onnur versión
Men í frágreiðing síni til flokstingið í mars segði formaður Tjóðveldisins, at meirilutin í nevndini tóktist vilja "laga seg til krøvini, sum danski forsætisráðharrin, løgmaður og onnur settu fram síðsta summar".
Hetta samsvaraði ikki við veruleikan, og tað var eyðsæð, at tað kundi skaða viðgerðina av málinum. Tí svaraði eg soleiðis í innanhýsis brævi til flokkin 7. apríl: "Hetta er ikki rætt. Sannleikin er, at tað eru vit - Tjóðveldi - sum virka fyri fatanini hjá donsku stjórnini við at ganga ímóti hesum uppskotinum, og harvið kanska forkoma tí. Tí tað, sum tá stendur eftir, er tað, sum vit hava í dag: Onga greiða føroyska støðu at seta upp ímóti eini ógvuliga greiðari danskari støðu. Og tann støðan stendur í uppritinum hjá løgmálaráðnum, sum Løkke í fjør fleyg til Føroya at leggja fram."
Aftur og aftur
Tá uppskotið varð lagt fram á ting 3. mai og almenna umrøðan skuldi byrja, segði Høgni við sjónvarpið, at broytingar vóru gjørdar sambært krøvum úr Danmark, og at "vit høvdu eina semju, og hon bleiv syndrað av uttanhýsis uppíblanding."
Eg svaraði soleiðis í lesarabrævi dagin eftir: "Til ber at lesa tað notatið (hjá donsku stjórnini) og samanbera tað við uppskotið til stjórnarskipan. Tá sæst skjótt, at eisini pástandurin um, at uppskotið byggir á donsk krøv, er skeivur."
Tá uppskotið var til viðgerðar á tingi 9. mai, segði Høgni aftur, at ein endalig semja frá februar í fjør var brotin.
Eg svaraði við at lesa úr skrivinum, sum nevndin læt tinginum í februar í fjør. Har stóð, at uppskotið varð lagt fram til "til viðgerðar" og at "Tað hevur eydnast at fáa semju í nevndini um so at siga allar greinarnar í lógini. Hóast nevndin leggur eitt felags uppskot fram, eru nevndarlimir, sum í tingviðgerðini vilja gera vart við serstøðu í ávísum greinum."
Høgni hevði sjálvur sett sítt navn undir hetta skrivið.
Men í útvarpinum dagin eftir segði hann enn einaferð, at "fyri einum ári síðani var full semja, og síðani er tann semjan brotin". Og hetta skuldi vera gjørt "eftir trýsti frá donsku stjórnini".
Tá var tað, at eg leyp framav, og kallaði hann "óluksáliga frekan". Tað var ikki eitt serliga elegant lýsingarorð at brúka, og tað skuldi eg ikki havt gjørt. Men tað er irriterandi aftur og aftur at hoyra, at tú hevur gjørt júst tað øvuta av tí, sum tú hevur gjørt.
Skeiv mynd
Hetta arbeiðið hevur havt til endamáls at finna ein felagsnevnara, sum kann vera okkara politiska grundarlag.
Men ávísir partar hava, nú móti endanum, roynt at kynda uppundir partapolitiska polarisering í staðin. Ein mynd er málað sum sigur, at meðan nøkur hava brotið eina avtalu tí tey eru hoknað undir donskum trýsti, so eru onnur, sum standa stinn.
Men henda mynd hevur ongan botn í tí, sum veruliga er hent. Hinvegin hevur hon skuggað fyri substansin í málinum, og skatt viðgerðina.
Hvat fór út?
Tað, sum sagt verður at danska stjórnin hevur trýst okkum til, eru nakrar broytingar í formælinum til lógina.
Hesin setningurin er farin út: "Landsins egnu lógir eru einans tær, sum gjørdar eru á rættan hátt í landinum sjálvum eftir fólksins vilja".
Hetta ljóðar gott. Men veruleikin er, at nógvar av okkara lógum IKKI eru gjørdar í Føroyum. Tí er ógreitt hvat hevði hent, um hetta varð samtykt. Høvdu allar tær lógir, sum ikki eru gjørdar í Føroyum, mist sítt rættargildi? Ella skuldu tær verið verandi í gildi, og stjórnarskipanin staðið eftir sum ein lóg, sum ikki skal takast í álvara?
Hetta er eisini farið út: "Allar lógir og siðvenjur skulu virða hesa stjórnarskipan. Eingin lóg ella siðvenja má tí vera hildin at hava gildi, bara tí hon er eldri enn henda skipan ella hevur virkað í langa tíð."
Lesarin kann sjálvur meta um, hvussu hetta skal skiljast, og hvør avleiðingin hevði verið, um tað varð sett í verk.
Meirilutin í nevndini staðfesti ið hvussu er, at hesir setningar ikki lýstu okkara politiska felagsnevnara. Og okkara uppgáva var at finna eina breiða semju, sum kann skapa stabilitet. Uppgávan var ikki at fremja eina revolutión.
Tí varð tað tikið út. Orsøkin var IKKI, at Løkke kravdi tað. Orsøkin var, at tað skapti iva og ótryggleika og syndraði nevndina. Felagsnevnarin var ikki revolutiónin.
Og hvat kom inn?
Við 8 atkvøðum av 11 kom hesin setningur inn í formælið í staðin: "Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum. Eingin lóg ella sáttmáli kann setast í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.”
Hetta er jú nógv greiðari.
At tað skal vera eitt afturstig - ella ein "undirskipan" - dugi eg als ikki at síggja. Vit virða jú galdandi sáttmálar sum er. Her staðfesta vit bara, at vit hava rætt at siga teir upp - og at einki kann setast í gildi fyri Føroyar uttan okkara samtykki.
Hetta er ein semja við góðari javnvág:
Sambandssíðan fær staðfest, at vit, sum er, virða teir sáttmálar, ið eru galdandi. Tvs. at tann, sum atkvøður fyri stjórnarskipanini, atkvøður ikki fyri at skipa føroyska statin.
Sjálvstýrissíðan fær staðfest, at Føroyar ikki eru undirskipaðar Danmark. At alt vald er hjá Føroya fólki. At vit hava rætt at skipa føroyska statin, og hvussu mannagongdin skal vera. Og sera nógv annað.
Men týdningarmest av øllum er, at allir partar koma úr sínum skotgrøvum, so okkara politiska skipan endiliga kann fáa sítt egna, felags grundarlag.
Semja ella einki
Sjálvstýrissíðan fær ikki alt í hesi semjuni. Men skal stjórnarskipanin hava nakran legitimitet og styrki og yvirhøvur kunna setast í verk, so mugu báðir partar kenna seg aftur í henni.
Tað kostar eitt sindur at semjast. Men tað er fortreytin fyri at kunna gera nakað yvirhøvur. Og einki sjálvstýrissinnað menniskja kann siga annað enn, at hetta er eitt stórt framstig. Tann, sum setir tað í vanda í taktiskum spæli, tekur stóra ábyrgd á seg, tí tað kann hava við sær, at alt dettur á gólvið.
Hendir tað, standa vit við ongum øðrum uttan innanhýsis klandri at seta upp ímóti teirri hálvkolonialistisku betongjura, sum danska stjórnin í summum førum heldur seg til.
Úr Tjóðveldinum
Vit hava viðgjørt hetta mál væl og leingi í Tjóðveldinum - bæði á fundum og við skrivligum samskifti. Men sum tað er vorðið øllum greitt síðstu vikurnar, er ikki semja. Eg liggi í opnum stríði við leiðsluna.
Tað er ikki virðiligt fyri nakran av pørtunum, og tí havi eg tikið avleiðingarnar og eri farin úr flokkinum.
Tað var ein sera trupul avgerð, tí síðani eg í 1998 byrjaði at arbeiða fyri Tjóðveldið, havi eg brúkt sera nógva tíð og orku til hetta. Tað hevur givið mær nógvar góðar upplivingar, og eg havi alt gott at bera teimum mongu fólkunum í Tjóðveldinum, sum eg havi samstarvað við.
Í verandi tingbólki eru eisini sera dugnalig fólk. Og hóast eg í umrødda máli eri ósamdur við formannin, so vil eg leggja dent á, at Høgni Hoydal hevur dygdir, sum sjáldan eru at finna millum føroyskar politikarar. Eftir valsigurin í 1998 lyfti hann á fleiri økjum føroyskan politikk uppá eitt hægri stig. Tað var eisini Høgni, sum í 1999 setti arbeiðið at smíða føroyska stjórnarskipan á lunnar.
Men hóast hon er trupul, eri eg púra sannførdur um, at mín avgerð er røtt. Ein politiskur flokkur má aldrin gerast eitt endamál í sær sjálvum. Hann er bara eitt amboð, sum kann nýtast til tess at náa nøkrum málum. Tá tín egni flokkur gongur ímóti tí, sum tú heldur vera rætt, er bara eitt at gera: Tú mást velja flokkin frá. Tað ber ikki til at umboða ein flokk, sum tú í grundleggjandi málum ert ósamdur við.
Avnokta veruleikan
Eg eri greiður um, at nógvir veljarar eru bæði vónbrotnir og illir um, at eg mynstri av skútuni. Men hetta kann ikki vera øðrvísi. Uttan mun til, hvørja lagnu stjórnarskipanin fær, so er ósemjan ov stór.
Eg leggi dent á, at tað ikki er ein persónlig, men ein politisk ósemja. Og hon hevur, sum eg skilji tað, søguligar røtur:
Stevna Tjóðveldisins sigur, at "Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946."
Men eg haldi ikki, at hetta krav longur kann standa einsamalt. Vissuliga hevur fólkaatkvøðan týdning fyri okkara rættarstøðu. Men tey, sum atkvøddu í 1946, eru deyð. Meirilutin av teimum deyðu var fyri órættvísi, tá hann ikki fekk sín vilja. Men tey deyðu kunnu ikki ráða yvir teimum livandi.
Nú mugu vit ásanna tann veruleika, at Løgtingið hevur sett heimastýrisskipanina í verk, og at føroyingar í verki hava góðtikið hana í 63 ár. Tí er henda skipan demokratiskt legitim, hóast okkum ikki dámar hana, og hóast hon ikki er í samsvari við úrslitið av fólkaatkvøðuni í '46.
Tað er henda veruleika, sum Tjóðveldi eftir mínum tykki hevur hug at avnokta. Tann, sum avnoktar veruleikan, kann illa broyta veruleikan, men læsir seg fastan. Eg eri bangin fyri, at tað er júst tað, sum Tjóðveldið ger, tá flokkurin ikki vil, at vit í stjórnarskipanini viðurkenna teir sáttmálar, sum eru galdandi.









