Kenna ikki sína egnu halgubók
Tá eg skrivaði grein um at Bíblian ikki er nøkur barnabók, rakti tað meint hjá nøkrum lesarum. Teir hava tikið sær tykni av tí. Ikki hevði eg ætlað mær at nevnt dømi um slíkt, sum er so ótespuligt at tað er alt annað enn barnamatur. Slíkt sum eisini kann vera herskin kostur fyri vaksin. Tað býður mær ímóti, men av tí at tað ikki tykist mær, sum um tey, sum hava sagt mær ímóti, hava lisið Bíbliuna, kenni eg noyddan til at taka fram nøkur fá dømi úr henni til at lýsa, hví hon er óhóskandi fyri børn.
Lot og døturnar
1. Mós. 19. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch19/v5.htm" "Notes" v5 Og teir rópaðu á Lot og søgdu: »Hvar eru menninir, sum komu til tín í kvøld? Send teir út til okkara, so at vit mega svala girndarhug okkara á teimum!« v6 Lot fór tá út í dyr til teirra, lokaði hurðina eftir sær HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch19/v7.htm" "Notes" v7 og segði við teir: »Fremjið, brøður mínir, fyri alt ongar ósømdir! v8 Sí, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent kallmann; tær skal eg fáa tykkum; gerið við tær, sum tit vilja; men latið hesar menninar vera í náðum, tá teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!« HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch19/v9.htm" "Notes" v9 Tá rópaðu teir: »Hav teg burtur! Hesin eini maður er komin higar at búgva sum fremmandur, og nú vil hann gera seg til dómara! Men nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum!« Og teir løgdu á mannin, á Lot, og nærkaðust til at bróta upp hurðina. v10 Tá rættu menninir hondina útum, tóku Lot til sín inn í húsið og lokaðu hurðina. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch19/v11.htm" "Notes" v11 Men menninar, sum vóru uttan fyri húsdyrnar, blindaðu teir, bæði smáar og stórar, so at teir góvust at finna inngongdina.
1.Mós.19. v30 Lot fór nú úr Zoar niðan í fjallalandið og settist niður har saman við báðum døtrum sínum, tí hann tordi ikki at búgva í Zoar; og hann búði í hellinum saman við døtrum sínum. v31 Tá segði hin eldra við hina yngru: »Faðir okkara er gamal, og eingin kallmaður er eftir her í landinum at koma inn til okkara á vanligan hátt. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch19/v32.htm" "Notes" v32 Kom tí, latum okkum geva faðir okkara vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara.« v33 Sama kvøldið góvu tær honum vín at drekka; og hin eldra kom og legði seg hjá faðir sínum; hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. v34 Morgunin eftir segði hin eldra við hina yngru: »Sí, í nátt lá eg hjá faðir mínum; latum okkum nú eisini í kvøld geva honum vín at drekka; far tú tá og legg teg hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara!« v35 Síðan góvu tær aftur tað kvøldið faðir sínum vín at drekka, og hin yngra fór og legði seg hjá faðir sínum; og hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. v36 Soleiðis vórðu báðar døtur Lots við barn av ávum faðirs teirra. v37 Og hin eldra føddi son og nevndi hann Móab; hann er ættarfaðir Móabs enn í dag. v38 Eisini hin yngra føddi son; og hon nevndi hann Ben-Ammi; hann er ættarfaðir Ammonita enn í dag.
Minnir meg ikki sørt um gudsmann, sum fyri stuttum varð dømdur fyri at hava kávað uppi á dóttrini. Hann hevði gjørt tað í svøvni, var hansara verja!
Jefta og dóttirin
Dóm. 11. v30 Og Jefta gjørdi Harranum lyfti og segði: »Um tú gevur Ammonitar upp í hendur mínar, v31 tá skal tann, sum fyrstur kemur út úr húsi mínum móti mær, tá ið eg komi heim aftur í øllum góðum frá Ammonitum, hoyra Harranum til, og eg skal ofra honum hann sum brennioffur.« v32 Síðan fór Jefta í hernað móti Ammonitum; og Harrin gav teir upp í hendur hansara, v33 so at hann vann almiklan sigur á teimum frá Ároer og alla leið til Minnit – tjúgu borgir – og til Ábel-Keramin. Soleiðis máttu Ammonitar lúta fyri Ísraelsmonnum. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/dom/ch11/v34.htm" "Notes" v34 Men tá ið hann kom heim aftur til Mizpe, sí, tá kom dóttir hansara út móti honum við glymskálum og dansi; hon var onkarbarn hansara; hann átti hvørki son ella dóttur umframt hana. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/dom/ch11/v35.htm" "Notes" v35 Og tá ið hann bar eyga við hana, skræddi hann klæði síni sundur og rópaði: »Á, dóttir mín, tú veldir mær sorg og elvir mær miklan trega, tí at eg havi latið upp munn mín fyri Harranum, og eg kann ikki taka orð míni aftur!« v36 Men hon segði við hann: »Faðir mín, hevur tú latið upp munn tín fyri Harranum, tá ger við meg eftir orðum tínum, nú tá ið Harrin hevur givið tær hevnd yvir fíggindar tínar, Ammonitarnar!« v37 Og hon mælti við faðir sín: »Eitt biði eg teg um: Veit mær frest í tveir mánaðir, so at eg kann fara í fjøllini saman við vinkonum mínum at gráta yvir, at eg má doyggja sum ungmoy.« v38 Hann svaraði: »Far!« Og hann sendi hana burtur í tveir mánaðir. Hon helt tá í fjøllini við vinkonum sínum at gráta yvir at skula doyggja sum ungmoy. v39 Men tá ið teir tveir mánaðirnir vóru lidnir, kom hon heim aftur til faðirs síns; og hann gjørdi tá við hana eftir lyftinum.
Jú, tú lesur rætt. Hann slatraði og grillaði sína egnu dóttir til Guds heiður.
Hópneyðtøka og uppskering av konu
Dóm. 19. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/dom/ch19/v22.htm" "Notes" v22 Men meðan teir soleiðis gjørdu sær til góðar, kringsettu borgarmenninir húsið – hesi ótýggi – og teir bardu á hurðina og rópaðu á hin gamla mannin, sum átti húsið, og søgdu: »Kom út higar við manninum, sum er komin til tín, so at vit mega kenna hann!« v23 Men maðurin, sum átti húsið, fór út til teirra og segði við teir: »Nei, brøður mínir! Gerið nú einki ilt! Maðurin er komin inn í hús mítt; og tit skulu ikki fremja tílíka skemdargerð! v24 Men her hava tit dóttur mína, sum er moyggj; neyðtakið hana og farið við henni, sum tykkum lystir! Men móti hesum manni skulu tit ikki fremja tílíka skemdargerð!« v25 Men menninir vildu ikki lurta eftir honum. Tá tók maðurin hjákonu sína og leiddi hana út á gøtuna til teirra; og teir framdu vilja sín og fóru illa við henni alla náttina og alt út á morgunin og sleptu henni ikki, fyrr enn tað lýsti av degi. v26 Í lýsingini kom hon aftur og datt niður fyri húsdurum mansins, har sum húsbóndi hennara var, og har varð hon liggjandi, til tað var alljóst. v27 Men um morgunin, tá ið húsbóndi hennara fór upp og læt húsdyrnar upp og gjørdi seg til til at fara avstað, sí, tá lá konan, hjákona hansara, fyri húsdurunum við hondunum niður á gáttina. v28 Hann segði tá við hana: »Rís upp og latum okkum fara avstað!« Men hon svaraði ikki. Tá tók hann hana upp á asnan og byrjaði ferðina heim. v29 Men tá ið hann var heimkomin, tók hann knívin og tók so hjákonu sína og skar hana lim fyri lim sundur í tólv lutir og sendi teir um alt Ísraels land.
Er hetta lesnaður fyri børn?
Abraham lumpar Farao
1. Mós. v11 Tá ið hann nú nærkaðist Egyptalandi, segði hann við Sárai, konu sína: »Eg veit, at tú ert vøkur kona. v12 Tí munnu Egyptar, tá ið teir síggja teg og halda teg vera konu mína, fara at drepa meg og lata teg vera á lívi. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch12/v13.htm" "Notes" v13 Tí skalt tú siga, at tú ert systir mín, til tess at tað má vignast mær væl fyri tínar sakir, so at eg má verða á lívi tín vegna.« v14 Tá ið Ábram kom inn í Egyptaland, sóu Egyptar konuna, og at hon var sera vøkur. v15 Men tá ið høvdingar Fáraos høvdu sæð hana og róst henni fyri Fárao, varð hon flutt inn í húsið hjá Fárao. v16 Men hann gjørdi væl við Ábram hennara vegna, so at honum ognaðist bæði smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi, asnar og øsnur og kamelar. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch12/v17.htm" "Notes" v17 Men Harrin nívdi Fárao og hús hansara við ringum plágum fyri sakir Sárai, konu Ábrams. v18 Tá sendi Fárao boð eftir Ábrami og segði við hann: »Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær! Hví segði tú mær ikki, at hon var kona tín? v19 Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Her hevur tú nú konu tína! Far við henni!« v20 Og Fárao beyð monnum sínum at fylgja honum og konu hansara við øllum, sum tey áttu, á leið. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch13/v1.htm" "Notes" (13,1) Ábram fór nú úr Egyptalandi í suðurlandið við konu síni og øllum, sum hann átti; og Lot var við honum.
At Abraham lýgur fyri Farao og letur honum konu sína til frillu, tykist at vera í lagi. Hetta er ikki moralur, eg vildi lært míni børn.
Jeriko verður oyddur og alt livandi, uttan svikarar, dripið
Jós. 6. v14 Annan dagin gingu teir uppaftur eina ferð kring um borgina og snúðust síðan aftur í herbúðirnar; soleiðis gjørdu teir í seks dagar. v15 Hin sjeynda dagin fóru teir snimma upp, tá ið tað roðaði fyri sól, og tóku at ganga eins og áður sjey ferðir um borgina; men einans á hesum degi gingu teir sjey ferðir um borgina; v16 og sjeyndu ferðina tóku prestarnir at blása í lúðrarnar. Tá mælti Jósva við fólkið: »Hevjið nú herrópið, tí at nú hevur Harrin givið tykkum borgina! HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/jos/ch6/v17.htm" "Notes" v17 Borgin og alt, sum í henni er, skal við bannføring verða halgað Harranum; einans Ráhab skøkjan og allir, sum eru í húsi hennara, skulu vera eftir á lívi, av tí at hon krógvaði ørindrekar teir, sum vit sendu út. v18 Tit skulu einans varnast tað, sum er bannført, so at tit ikki girnast nakað av tí, sum bannført er, og ikki taka av tí og soleiðis avoyða herbúðir Ísraels og rinda honum í ógævu. v19 Men alt silvurið og gullið og allir lutir av kopari og jarni skulu verða Harranum halgaðir og fluttir inn í goymslubúr Harrans!« HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/jos/ch6/v20.htm" "Notes" v20 Síðan skar fólkið í herróp og blásti í lúðrarnar; og tá ið fólkið hoyrdi lúðrablásturin, hevjaðu teir mikið herróp; tá raplaði borgargarðurin í grund, so at alt fólkið gekk beint inn í borgina og vann hana á tann hátt. v21 Og teir bannførdu alt, sum var í borgini, við svørði, bæði menn og konur, ung og gomul, stórdýr, smalur og asnar. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/jos/ch6/v22.htm" "Notes" v22 Men við teir báðar menninar, ið njósnast høvdu um landið, segði Jósva: »Farið inn í húsið hjá skøkjuni og leiðið út haðan konuna og alt, sum hon eigur, so sum tit svóru henni!« HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/jos/ch6/v23.htm" "Notes" v23 Sveinarnir, sum høvdu verið njósnarar, fóru tá og leiddu út Ráhab og faðir og móður og brøður hennara; alt ættarfólk hennara og alt, sum hon átti, leiddu teir út og fluttu tað út á ein stað fyri uttan herbúðir Ísraels. v24 Síðan settu teir eld á borgina og alt, sum í henni var. Men silvurið og gullið og allar lutir av kopari og jarni fluttu teir inn í goymslubúrini í húsi Harrans. v25 Men Jósva eirdi Ráhab skøkjuni og øllum ættarfólki hennara og øllum, sum hon átti, so at hon varð búgvandi í miðjum Ísrael og somuleiðis avkom hennara alt fram at hesum degi, av tí at hon krógvaði ørindrekarnar, sum Jósva sendi út til tess at njósnast um Jeriko. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/jos/ch6/v26.htm" "Notes" v26 Um tað mundið svór Jósva og mælti: »Bølbiðin skal hvør maður vera fyri Harranum, ið byggir uppaftur hesa borg, Jeriko; tá ið hann grundar fyri, skal hann missa frumgitna son sín; og yngsta son sín, tá ið hann setir upp lið hennara.« v27 Soleiðis var Harrin við Jósva, og ágiti hansara barst út um alt landið.
Gud elskar blóðdálkað svørð.
Gud roynir Ábraham
Mós. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch22/v1.htm" "Notes" v1 Eftir hesar tilburðir royndi Guð Ábraham; og hann rópaði á hann: »Ábraham!« Hann svaraði: »Ja, eg eri her!« v2 Og hann segði: »Tak tú einkarson tín, Ísak, sum tú elskar, og far til Mórialands og ofra hann har sum brennioffur uppi á einum av fjøllunum, sum eg skal vísa tær á!« v3 Snimma morgunin eftir legði Ábraham á asna sín, tók tveir av sveinum sínum við sær og Ísak, son sín, kleyv viðin til brennioffurið og helt avstað hagar, ið Harrin hevði sagt honum. v4 Triðja dagin, tá ið Ábraham leit seg um, sá hann staðin langt burturi. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch22/v5.htm" "Notes" v5 Tá segði Ábraham við sveinar sínar: »Bíðið tit her hjá asnanum, meðan eg og smádrongurin fara yvir hagar at tilbiðja; vit koma so aftur til tykkara.« v6 Ábraham tók tá viðin til brennioffurið og legði hann upp á herðar Ísaks, sonar síns; sjálvur tók hann eldin og offurknívin; og so gingu teir báðir saman. v7 Tá talaði Ísakur á Ábraham, faðir sín, og segði: »Faðir mín!« Hann svaraði: »Ja, sonur mín.« Hann segði: »Her er eldurin og viðurin, men hvar er lambið til brennioffurið?« v8 Ábraham svaraði: »Guð man sjálvur finna sær lambið til brennioffurið, sonur mín.« Og so gingu teir aftur báðir saman. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch22/v9.htm" "Notes" v9 Og tá ið teir komu á staðin, sum Guð hevði sagt honum, reisti Ábraham har altar og legði viðin til rættis; síðan bant hann Ísak, son sín, og legði hann upp á altarið oman á viðin. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch22/v10.htm" "Notes" v10 Og Ábraham rætti út hond sína og tók knívin til at slátra son sín. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch22/v11.htm" "Notes" v11 Men tá rópaði eingil Harrans á hann av himni og segði: »Ábraham, Ábraham!« Hann svaraði: »Her eri eg.« HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/1mos/ch22/v12.htm" "Notes" v12 Og hann segði: »Legg tú ikki hond á sveinin og ger honum einki mein; tí at nú veit eg, at tú óttast Guð, við tað at tú ikki sýtti mær einkarson tín.«
Hvussu man Ísak hava havt tað sálarliga aftaná at hava verið fyri slíkari viðferð?
Horurnar Óhola og Óholiba
Ez. 23. v1 Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2 Mansbarn! Eina ferð vóru tvær konur, døtur somu móður. v3 Tær drivu hor í Egyptalandi í ungdómi sínum; har vórðu bróst teirra tumlað; har fóru menn við hondum um moyggjarbarm teirra. v4 Hin eldra æt Óhola og systir hennara Óholiba. Eg fekk tær báðar, og tær aldu mær synir og døtur. Um nøvn teirra er at siga, at Óhola er Sámária og Óholiba Jerúsalem.v5 Men Óhola sveik meg við leysalevnaði sínum; hon brann í girnd eftir ástarmonnum sínum, Assursmonnum, ið komu til hennara v6 skrýddir í skarlak, jallar og landshøvdingar, hinir fríðastu unglingar, reiðmenn hátt á hestbaki. v7 Hon oysti hordóm sín yvir teir, yvir allar hinar mætastu menn Assurs, ið hon legði ást við, og gjørdi seg óreina av øllum hjágudum teirra. v8 Men hon helt fram við horfikni sínum eftir Egyptum, tí at teir høvdu havt samlegu við hana í ungdómi hennara, høvdu farið við hondum um moyggjarbarm hennara og oyst yvir hana girndarhug sín. v9 Tessvegna gav eg hana upp í hendur á alskarum hennara, Assursmonnum, ið hon brann av girnd eftir. v10 Teir flettu upp um blygd hennara, tóku synir og døtur hennara og drópu hana sjálva við svørði, so at hon varð øðrum konum til tiltak. Soleiðis evnaðu teir dómin yvir hana.v11 Hetta sá systir hennara Óholiba, men bar tó av henni við leysalevnaði sínum og dreiv hor verri enn systir sín. v12 Hon fekk nálg at Assursmonnum, jallum og landshøvdingum, ið komu til hennara skreytbúnir, allir samlir ungir og prúðir menn ríðandi á hestbaki. v13 Eg sá, hvussu hon óreinsdaði seg, og at báðar gingu somu leið. v14 Men hon fór enn longur í horðómi sínum; tá ið hon sá menn drignar á vegg, myndir av Kaldeum málaðar við reyðum kriti, v15 gyrdir við belti um lendar og við flákrandi vavhúgvu um høvur, allir á at líta eins og kappar, líkir Bábelmonnum, føðiland teirra er Kaldea, v16 tá brann hon av girndarhugi eftir teimum, so skjótt sum hon bar eyga við teir, og sendi ørindreka til Kaldeu eftir teimum. v17 Og Bábelmenn gingu inn til hennara til ástarsamlegu og gjørdu hana óreina, og hon gjørdi seg óreina á teimum, til sál hennara stóðst við teir. v18 Hon framdi leysalevnað sítt opinberliga og fletti upp um blygd sína; tá stóðst sál míni við hana, eins og sál míni hevði staðist við systur hennara. v19 Men hon helt enn longur á fram í hordómi sínum, við tað at hon mintist ungdómsdagar sínar, tá ið hon dreiv hor í Egyptalandi; v20 og hon brann í girnd eftir ástmonnum tess, ið høvdu hold eins og asnar og girndarhugi eins og graðhestar. v21 Tá saknaði hon ungdómsleysalevnað sítt, tá ið Egyptar fóru við hondum um barm hennara og tumlaðu moyggjarbróst hennara.v22 Tessvegna, Óholiba, sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg vil eggja móti tær ástmenn tínar, ið sál tíni stendst við, og lata teir úr øllum ættum ráðast á teg, v23 Bábelmenn og allar Kaldear, Pekod og Sjoa og Koa og við teimum allar Assursmenn, hini prúðastu ungmenni, allir jallar og landshøvdingar, navnframir kappar, allir ríðandi á hestbaki. v24 Teir skulu herja á teg við nógvum rossum og vagnum og herfjøldum margra tjóða; stórar og smáar skildir og hjálmar skulu teir seta upp ímóti tær alt íkring; eg leggi málið fram fyri teir, og teir skulu døma teg eftir sínum lógum. v25 Eg skal lata vandlæti mítt ganga yvir teg; teir skulu fara øgiliga við tær; nøs tína og oyru skulu teir skera av, og tað, sum eftir verður av tær, skal falla fyri svørði; sonum tínum og døtrum skulu teir fara avstað við, og tað, sum eftir verður av tær, skal farast í eldi. v26 Teir skulu skræða klæðini av tær og taka skartgripir tínar. v27 Soleiðis vil eg gera enda á leysalevnaði tínum, sum tú hevðist at í Egyptalandi, so at tú ongantíð aftur hevjar eygu tíni upp til teirra ella minnist á Egyptaland. v28 Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg gevi teg upp í hendur teirra, sum tú hatar, og sum sál tíni stendst við; v29 haturliga skulu teir fara við tær; teir skulu taka ognir tínar og lata teg eftir nakna og bera og soleiðis nekta títt horfikna likam. v30 Hetta fært tú aftur fyri siðloysi og leysalevnað títt, av tí at tú fekst nálg eftir tjóðunum og gjørdi teg óreina av hjágudum teirra. v31 Tú hevur fylgt sama vegi sum systir tín; tessvegna rætti eg tær bikar hennara. v32 So sigur Harrin, drottin: Tú skalt tøma bikarið hjá systur tíni, hitt djúpa og víða – tú skalt verða til háð og spott –. Tað tekur nógv HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/ez/ch23/v33.htm" "Notes" v33 og er fult av ørsku og kvølum; bikar fylt við øtan og ræðslu er bikarið hjá systur tíni Sámáriu. v34 Tú skalt tøma tað at botni og sleikja botnin og ørkymla bróst tíni; tí at eg havi talað, sigur Harrin, drottin. v35 Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Fyri tað at tú hevur gloymt meg og tveitt meg aftur um bak, skalt tú nú bøta fyri siðloysi og hordóm tín.v36 Og Harrin segði við meg: Mansbarn! Vilt tú ikki døma Óholu og Óholibu? Ger teimum andstygdum teirra kunnar, HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/ez/ch23/v37.htm" "Notes" v37 at tær vóru mær ótrúgvar og hava blóð á hondunum; við hjágudum sínum vóru tær mær ótrúgvar og hava eisini latið synir sínar, ið tær føddu mær, ganga gjøgnum eldin teimum til føðslu. v38 Framvegis gjørdu tær mær hetta: Tær gjørdu halgidóm mín óreinan og vanhalgaðu hvíludagar mínar. v39 Sama dagin, sum teir høvdu slátrað hjágudunum børn síni, komu teir inn í halgidóm mín til tess at vanhalga hann. Soleiðis bóru teir seg at í mínum egna húsi! v40 Ja, boð vóru send eftir monnum úr fjarløgdum londum; og tá ið teir komu, tváaði tú tær, litaði eyguni og lætst teg í skreyt. v41 Síðan settist tú á dýrmæta legu; fyri framman hana stóð matbúgvið borð, og roykilsi mítt og olju mína legði tú á tað. v42 Tá hoyrdist har hjá systrunum rómur og gangur av øllum teimum monnum, ið komnir vóru innan úr oyðimørkini; teir góvu teimum armringar og settu dýrmæta krúnu á høvur teirra. v43 Tá mælti eg: Soleiðis hava tær verið mær ótrúgvar og livað í leysalevnaði! v44 Menn gingu inn til teirra eins og inn til horkonu; soleiðis gingu teir inn til Óholu og Óholibu til tess at fremja skemdarverk. v45 Men rættlátir menn skulu døma og lata tær fáa sama dóm sum horkonur og konur, ið úthella blóð, tí at tær hava verið ótrúgvar, og blóð er á hondum teirra. v46 Ja, so sigur Harrin, drottin: Stevnið saman mannfjøld móti teimum til tess at pína og ræna tær. v47 Og mannfjøldin skal grýta tær við gróti og høgga tær sundur við svørðum sínum; synir teirra og døtur skulu verða dripin og hús teirra uppbrend. v48 Soleiðis skal skemdin verða oydd úr landinum, og øllum konum skal tað vera til ávaringar, so at tær ikki gera eftir skemdum tykkara. v49 Teir skulu lata skemdir tykkara koma oman yvir tykkum, og tit skulu bøta fyri tær syndir, ið tit hava framt við hjágudum tykkara, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.
Um tú fyri fáum árum síðan hevði skrivað slíkan tekst, hevði tú verið koyrdur í fongsul fyri útbreiðslu av pornografi.
Barnabíblia
Tað eru útgivnar serligar barnabíbliur, har Bíblian er umskrivað, so at hon er gjørd borðbar fyri børn. Ringastu fúlheitirnar eru strikaðar ella umskrivaðar. Guds orð soldað. Hvat í allari víðu verð er tað sum ger, at fólk, sum sjálvi siga, at Bíblian er Guds orð, kunnu loyva sær at sensurera og umskriva hana? Slíkt kalli eg ándaliga neyðtøku av børnum. Barnalokkarar eru tíverri eisini í andaliga heiminum.
Tann persónur, sum heldur at omanfyri nevndu dømi er hóskandi barnalesnaður er farin púrasta av lagið salarliga av eini ella aðrari orsøk. Av at lesa Bíbliuna?