hjá brekaðum í Føroyum verða viðgjørd í áliti, sum Javni hevur latið gera. Tað er ein arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt álitið, sum kom út í gjár. Arbeiðsbólkurin varð settur á heysti 1998. Í hesum sambandi [...] ábyrgdina av bústaðartilboðum til brekað fólk í Føroyum. Og ikki minst at finna út av, hvat gjørt kann verða við tann tørv, sum heilt avgjørt er til staðar. Og at tørvurin er stórur, kemur týðiliga fram í álitinum [...] fólk. Av hesum eru 17, sum hava bráðfeingis tørv fyri neyðini, og roknað verður við, at komandi tvey árini koma 19 aftrat. Hesi eru fólk, hvørs familja, ella tey, sum hava tikið sær av teimum, av einihvørji
havi eg einki hoyrt um, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS í Havn. Miklagarður er ein av handlunum í Føroyum, ið selur krás til hundar, og hundakrásið í Miklagarði kemur úr Danmark. Niels Mortensen sigur [...] hevur tikið stakroyndir av sonevndum hundasnacks. Hetta er krás til teir fýrføttu, gjørt av tukaðum svínaoyrum, svínatrýni og svínasinu. Í triðja hvørjum føri var salmonella staðfest í krásinum. Talan er um [...] vanda í sambandi við hundakrásið, sigur hann. -Hetta má eg fara at kanna, sigur stjórin í SMS. Smittukeldan funnin Flemming Bagger heldur, at myndugleikarnir við hesum hava loyst gátuna um nakrar av DT1
undir at seta vegforðingar upp í royndum at halda veljrara frá valstøðunum í økjum, sum vanliga stuðla Lula. Tað er serliga fátæki parturin av fólkinum í útnyrðingspartinum av Brasilia, ið velur Lula. Yvir [...] forsetin Luiz Inacio Lula da Silva vann í dag ein tepran sigur í øðrum valumfari av forsetavalinum á sitandi forsetanum, Jair Bolsonaro. Tað er greitt, eftir at 98,8 prosent av atkvøðunum eru taldar. Lula hevur [...] prosent av atkvøðunum, meðan Bolsonaro hevur 49,2 prosent. Tað vísir almenna uppteljingin. Harvið er Lula so mikið frammanfyri, at Bolsonaro ikki kann vinna á honum, siga valmyndugleikarnir í Brasilia
Frederiksen, og aðrir danskir ráðharrar, vóru í Føroyum í juni í ár, lovaðu tey at eitt nýtt fongsul fer at verða bygt í Føroyum. Hetta bleiv straks skotið niður av øðrum donskum politikarum, sum søgdu, at [...] Tesfaye. Eftir ætlan skal fongslið takast í brúk um sjey ár, í 2029. Hóast stjórnin longu hevur sett pengar av til prosjekteringina, er verkætlanin sjálvsagt treytað av stuðli frá flokkunum á fólkatingi. Men [...] Skaale sigur í eini fráboðan í morgun, at svarið er nú komið, og har vissar løgmálaráðharrin um, at fongslið verður bygd. Eg leggi dent á, at avgerðin hjá stjórnini um at byggja nýtt fongsul í Føroyum, stendur
annars, hevur nevndin gjørt eina heildarmeting av øllum innkomnu umsóknunum. Mannagongdin er tann, at helvtin av upphæddini, sum er játtað, verður útgoldin í sambandi við játtanina, meðan hin helvtin verður [...] fingið stuðul í 2023: Sosialurin Vitjan á smáplássum 200.000,00 Sosialurin Ummæli av bókmentum v.m. 103.000,00 Sosialurin Oyggjaleikir 2023 70.200,00 Sosialurin Hvussu hava barnafamiljurnar tað í Føroyum 79 [...] verður rindað, tá ið framleiðslan er liðug. 2 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri 2023. 70 % av hesum, t.e. kr. 1.400.000, eru oyramerktar til miðlastuðul til verkætlanir. Kr. 600.000 eru
Treytað av at báðir partar uppfylla ásettar treytir í ætlanarskjalinum, hava PP Faroe Pelagic og Pelagos avtalað í høvuðsheitum at yvirtøkan av eigaraskapinum skal til fulnar vera farin fram tann 1. desember [...] har fáa í boði at halda fram í sínum arbeiði á sama stað undir tí nýggja arbeiðsgevaranum. Avtalan fer at gera Pelagos til leiðandi eigara og operatør av frystivirkjum fyri uppsjóvarfisk í Føroyum við einum [...] einum slíkum virki í Fuglafirði og einum í Kollafirði. Partarnir eru samdir um at ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni til yvirtøku avtaluna. PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi
ætlanin er, at fyrsti partur av verkætlanini skal koma í rakstur um eitt ár ella so. - Arbeitt verður út í eitt við verkætlanini, og málið hjá okkum er at byrja rakstur á smoltstøðini í Skálavík á vári 2026. [...] Stjórin vísir á, at tá fyrsti partur av smoltstøðini kemur í rakstur, verður umleið eitt ár eftir av samlaðu verkætlanini og byggitíðini. Á nýggju smoltstøðini verða eitt nú fýra stórar hallir. - Roynt [...] sjálvari smoltstøðini, sigur Regin Jacobsen. Tað er ein velduga stór íløga, sum Bakkafrost ger í Skálavík í løtuni. Í fyrstani var ætlanin, at her skuldi verða ein lívfiskastøð, men sum tíðin leið, broyttist
at flyta seg runt um skansan og inn í hann við mús ella pílunum á telduni. Í Runavíkar kommunu siga tey soleiðis: - Í 3. bindi av søguni hjá Runavíkar kommunu - “Av Tinghellu á Førjaklettin” - verður greitt [...] Hóast vit mest sum ikki varnast tey, eru fornminni av ymiskum slag og við ymiskum aldri partur av nærumhvørvinum í flest øllum bygdum í Runavíkar kommunu. - Skamt frá Skúlanum við Løkin stendur eitt krígsminni [...] greitt frá, at bretski herurin í Føroyum bar "ótta fyri, at týskarar fóru at gera landgongd í Rituvík og í Glyvradali og haðani herja á støðirnar á Toftum og á Nesi fyri at fáa tamarhald á innsiglingini
á Vogue og ein av yvirlivarunum eftir nazistisku týningarleðurnar undir krígnum. Hon andaðist í París, 78 ára gomul, í 1976. ##med4## ##med5## Árið eftir andaðist Lee Miller í Sussex í Bretlandi, 70 ára [...] Ikki tí, Lee Miller gjørdist heimskend fyri at taka eina nakinmynd av sær sjálvari í baðikarinum hjá Hitler í gomlu íbúðini hjá honum í München. Fotomyndin gjørdist ein visuellur metaforur um endan á krígnum [...] fotografur og hevur varðveitt myndirnar hjá mammuni. Fyrstu myndir hann tók, vóru av Pablo Picasso, sum í filminum verður leiktur av Enrique Arce. Svenski Alexander Skarsgård er pápin, Roland Penrose, sum eisini
altjóða flogvøllin í Domodedovo, sum er ein av flogvøllunum í Russlandi við mest ferðslu. Hann er beint undir ein tíma koyring sunnan fyri innara Moskva. Hin er altjóða flogvøllurin í Zhukovo. Hann er minni [...] 24. februar 2022. Kríggið hevur síðani verið miðdepil í eystara parti av Ukraina, men Russland fremur framvegis reglulig álop móti øðrum pørtum av landinum, eitt nú móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev. [...] tveimum flogvøllum nærindis russiska høvuðsstaðnum, Moskva, er í morgun steðgað, eftir at tvær dronur á veg til høvuðsstaðin vórðu skotnar niður av russisku loftverjuni. Tað upplýsir russiski loftferðslustovnurin