Hóast vit mest sum ikki varnast tey, eru fornminni av ymiskum slag og við ymiskum aldri partur av nærumhvørvinum í flest øllum bygdum í Runavíkar kommunu.
- Skamt frá Skúlanum við Løkin stendur eitt krígsminni frá seinnapveraldarbardaga – ein lítil skansi, ein sonevnd “pillbox”, sum bretar bygdu undir krígnum. Onkur okkara hevur kanska verið inni í lítla skansanum, men nú ber eisini til at vitja hann á netinum í einari “tykisferð”.
Skansin sæst á hesi leinkjuni - https://my.mpskin.com/fo/tour/9rfx8mg9jk, og til ber at flyta seg runt um skansan og inn í hann við mús ella pílunum á telduni.
Í Runavíkar kommunu siga tey soleiðis:
- Í 3. bindi av søguni hjá Runavíkar kommunu - “Av Tinghellu á Førjaklettin” - verður greitt frá, at bretski herurin í Føroyum bar "ótta fyri, at týskarar fóru at gera landgongd í Rituvík og í Glyvradali og haðani herja á støðirnar á Toftum og á Nesi fyri at fáa tamarhald á innsiglingini á Skálafjørðinum.
Men, fyri at byrgja upp fyri hesum gjørdu teir ein sekskantaðan skansa, eina sokallaða "pillbox", í Runavík.
- Haðani kundu bretar verja seg móti møguligum álopum. Ein verjugarður við píkatráðsrullum varð gjørdur úr fjørðuni í Runavík, fram við skansanum heilt niðan á Toftavatn. Hinumegin Toftavatn helt píkatráðurin fram niðan um Rituvíksháls og síðan oman í fjøruna í Rituvík.
Lagt verður aftrat, at fram við verjugarðinum gjørdu bretar fleiri skotgravir. Pillboksin í Runavík stendur uppi enn skamt vestan fyri skúlan við Løkin. Hesin lítið ásýniligi skansin í Runavík er tí partur av søguni um seinna heimsbardaga í Føroyum.
Meira um hetta kann lesast á www.runavik.fo
##med2##