Brasilski fyrrverandi forsetin Luiz Inacio Lula da Silva vann í dag ein tepran sigur í øðrum valumfari av forsetavalinum á sitandi forsetanum, Jair Bolsonaro.
Tað er greitt, eftir at 98,8 prosent av atkvøðunum eru taldar.
Lula hevur higartil fingið 50,8 prosent av atkvøðunum, meðan Bolsonaro hevur 49,2 prosent. Tað vísir almenna uppteljingin.
Harvið er Lula so mikið frammanfyri, at Bolsonaro ikki kann vinna á honum, siga valmyndugleikarnir í Brasilia.
Bolsonaro lá á odda, tá uppteljingin byrjaði. Men tað vardi ikki leingi, so stóð á jøvnum millum teir báðar, til Lula so yvirhálaði sitandi forsetan.
Eftir at valhølini lótu aftur klokkan 17 (20 okkara tíð) var skjótt greitt, at tað fór at vera sera javnt.
– Stressstøðið er heilt upp á 1000. Eg haldi, at tað verður spenningur til síðsta sekundið, segði 42 ára gamli Lula-viðhaldsmaðurin, Thais Medonca Plaza, sum fylgdi uppteljingini í sjónvarpi á eini barr í São Paulo saman við vinum, við tíðindastovuna AFP.
Uppteljingin gekk skjótt, tí atkvøtt var elektroniskt.
Ákærur um snýt hava ljóða frá bæði síðuni hjá Lula og Bolsonare líka til tað síðsta.
Bolsonaro hevur í fleiri mánaðir fram til valið sátt iva, um elekstroniska valskipanin er álítandi. Hann hevur áður sagt, at hann kanska fer at kæra úrslitið.
Fríggjadagin segði hann tó, at hann fer at góðtaka valið.
Arbeiðaraflokkurin hjá Lula legði á valdegnum brasilsku løgregluna undir at seta vegforðingar upp í royndum at halda veljrara frá valstøðunum í økjum, sum vanliga stuðla Lula. Tað er serliga fátæki parturin av fólkinum í útnyrðingspartinum av Brasilia, ið velur Lula.
Yvir 150 milliónir brasilianar hava atkvøðurætt á valinum í dag.
/ritzau/