Ferðslan á tveimum flogvøllum nærindis russiska høvuðsstaðnum, Moskva, er í morgun steðgað, eftir at tvær dronur á veg til høvuðsstaðin vórðu skotnar niður av russisku loftverjuni.
Tað upplýsir russiski loftferðslustovnurin sambært tíðindastovuni Reuters.
Talan er um altjóða flogvøllin í Domodedovo, sum er ein av flogvøllunum í Russlandi við mest ferðslu. Hann er beint undir ein tíma koyring sunnan fyri innara Moskva.
Hin er altjóða flogvøllurin í Zhukovo. Hann er minni enn Domodedovo og er í landsynning úr Moskva.
Ferðslan er steðgað, eftir at fráboðanir komu um, at russiska loftverjan hevði verið noydd at skjóta niður dronur, sum vóru á veg móti russiska høvuðsstaðnum.
Í fyrstu atløgu var tað sambært borgarstjóranum í Moskva, Sergey Shobyanin, tvær dronur, sum vóru skotnar niður.
Tað varð seinni broytt til fýra, áðrenn borgarstjórin stutt fyri klokkan 06 okkara tíð skrivaði, at fleiri átta dronur vóru skotnar niður.
Enn er ikki greitt, um dronurnar hava gjørt stóran skaða.
Sambært Sergej Shobyanin er talan um ukrainskar dronur.
Russland herjaði á Ukraina 24. februar 2022.
Kríggið hevur síðani verið miðdepil í eystara parti av Ukraina, men Russland fremur framvegis reglulig álop móti øðrum pørtum av landinum, eitt nú móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev.
Seint á sumri byrjaði Ukraina tó eitt mótálop, har ukrainskir hermenn fóru at flyta seg yvir um markið úr Kharkiv-økinum til russiska økið Kursk.
Síðani tá hava russiskir og ukrainskir hermenn ikki bert stríðst hvør móti øðrum á ukrainskum øki, men eisini á russiskum.
Ukraina hevur fleiri ferðir framt dronuálop móti russiska høvuðsstaðnum.
Í september framdi Ukraina higartil størsta dronuálopið á Moskva. Russiska loftverjan mátti skjóta 20 ukrainskar dronur niður og umleið 20 flogfør máttu leiðast til nýggjar flogvøllir orsakað av órógvinum.
/Ritzau/