heilsuverkinum, IKKI, at teir verða avdúkaðir sum nærmast at kalla kvaksalvarar. Hetta eru sterk orð. Men ? eg meti at eg kann standa við tey. Og tá eg sigi at tað er av góðum grundum, at eg ikki havi skrivað [...] viðganga, at teir hava tikið feil? Sum eg fyrr havi verið inni á: Vísindin droymir um at stýra verðini. Teir vilja hava makt. Og tað eru tað tíverri fleiri, ið vilja. Tað skal eitast so »pent«, at teir, læknarnir [...] langtíðar hvølfull psykisk viðgerð fyri at fáa ein persón at skifta støðu ella meining. Við heilavask framkallast eingist og skuldarkensla, sjálvsábreiðsla, fyri at niðurbróta alla persónsmensku og sjálvsálit
tær er givin. Tað at hava evnir er í sjálvum sær ei heldur ikki nokk, tí at aðrir faktorar gera seg galdandi. Van Gogh er tó eitt gott dømi um, at tær ikki tørvar høga útbúgving fyri at verða góðtikin sum [...] meldar Gunnar Hoydal pass. Tað má av sonnum sigast at vera ein høgur prísur fyri at fáa Helga settan í sessin. Hevði tað ikki verið meira relevant at sett Inger Smærup Sørensen sum stjóra og Helga Fossadal [...] umsøkjarum í starvslýsingini. Tað er sum at søkja eftir lækna og seta bakara í starv. Ein avleiðing, tá Helgi Fossadal bleiv innstillaður til stjórastarvið var, at 13 listafólk tóku seg úr Myndlistafelagnum
og tað kann geva ábendingar um, at liðnum enn restar nakað av royndum at stuðla seg at í tættastu uppgerðunum. Hinvegin sýndu teir enn einaferð framúr hugburð við at berja seg aftur, og tá tað ræður um [...] gjørdist hetta at kalla bjargingin hjá VÍF. Tað merkti nevnliga, at tíðin skuldi steðgast, og so kundu vestmenningar byrja seinasta álopið av miðjuni. Hvat teir bláu tá hugsaðu, er ilt at gita. Men í øllum [...] um orku, so tykjast fá lið standa teimum kurl. At teir so eisini máttu vera leikbannaða Áka Mørk fyriuttan, sigur eisini, at liðið hevur enn onkran strong at spæla uppá, og tí skulu teir so langt ífrá avskrivast
ngin er at finna í omanfyri nevnda Sosiali . Polly et Sally kom inn á Hvalba hin 20. januar 1803 og varð sett inn á sandin tí at hon lak so illa at menn ikki klaraðu at pumpa, so hon var um at søkka. Sýn [...] grein har eg staðfesti at Sally et Polly ógjørligt kundi vera sama skip sum Royndin fríða , ið summi hava viljað verið við. Onkur søgufrøðingur er farin so langt sum at tvíhalda um at Sally et Polly varð [...] uduelig til at giøres flodt, ( om det og var muelig) og at gaae til Søes igjen. Skipperen spurgte om de tænkte Skibet kunde staae der, til det, om gjørligt igien kunde blive istand sat. De svarede: at efter
aloftast at seta bilin frá sær á alfaravegi. - Vit vóru greið yvir, at tað var neyðugt við góðum viðurskiftum til bilarnar. Og eg havi eisini hoyrt fólk sagt, at tey koma higar, tí her er so gott at seta bilin [...] og rúmliga stødd. - Onkur hevur sagt við meg, at tey koma higar at keypa, tí her kunnu tey líkasum ganga einsamøll og keypa inn. - Fyrr var tað næstan so, at tey duttu um hvønn annan tá tey keyptu inn. Her [...] staðfesta, at tað hevur gingið munandi betri enn vit høvdu væntað, sigur hann. Fyri hann og konuna, sum eisini starvast í handlinum hevur tað haraftrat verið til mikla gleði og miklan arbeiðshug, at ikki bert
viðgongur, at undir verandi skipan ber illa til at tosa um dygd og effektivitet. - Nógvur peningur verður brúktur til sjúkrahúsverkið, men líkt er ikki til, at nakar hevur stundir at hyggja at, hvat fyrigongur [...] Úrslitini telja Hann vísir á, at tað er alt í lagi við, at sjúklingurin er nøgdur við ta viðferð, hann fær við móttøku, kunning og øðrum á einum sjúkrahúsi, men tað avgerandi má vera, at úrslitini standa mát við [...] í heilsumálum, sum hevur lyndi at skera yvir vein kamb, tá ið ræður um sjúkrahúsverkið. - Hetta haldi eg vera ósakligt, og skal Bill Justinussen finnast at, eigur hann at ítøkiliggera sínar atfinningar
høvdu hug at spæla hart, og tað sluppu teir ikki at gera einsamallir. Herbert í Lon Jacobsen hevði longu lenað seg upp at seinna gula kortinum, tá hann stutt fyri hálvleik fekk hetta, eftir at hann hevði [...] eftir at hann fleiri ferðir við báðum fótum fremst hevði roynt at stressa mótstøðuverjuna. Trýstið bjargaði ikki vónini Útvísingarnar gjørdu sjálvsagt, at B36 nú aftur fekk sett seg á dystin. Við at flyta [...] eisini at skapa eitt massivt trýst fyrstu 10 minuttirnar eftir seinna reyða GÍ-kortið. Hóast góðar royndir og møguleikar, so eydnaðist tó ikki at fáa neyðuga málið, og tá GÍ so líðandi megnaði at toga ferðina
Eisini skilst, at Sambandsflokkurin á øðrum økjum blúgvast við fortíð sína. Hann tykist nú vera komin eftir, at ongar lærubøkur vóru á føroyskum máli fyri hundrað árum síðan, fá høvdu møguleika at fara á skúla [...] propagandariti, men dugir ikki til at blaka burtur í søguligum samanhangi. Rætt er, at tað stóð illa til við føroyskum frálærutilfari fyri hundrað árum síðan, men líka so rætt er, at tað stóð lutfalsliga eins illa [...] neyðugt var. Heilt upp at okkara døgum hevur sambandspolitikkurin aksla síni skinn á ymsan hátt, og mettur av døgum kann flokkurin ikki siga annað enn, at væl hevur skorist. Tey, ið halda, at flokkurin er einsamallur
málningum hjá Kára. Eg gjørdist so hugtikin, at eg beinanvegin fekk eina avtalu í lag um, at framsýningin skuldi halda fram á Comwellhotellinum í Kolding. Ikki bara tí at eg helt málningarnar vera ótrúliga hugtakandi [...] fingu høvi at royna alt frá røstum fiski til skerpikjøt, sum Kári sjálvur skaffaði okkum. Eg má viðganga, at eg ikki hevði væntað tað. Men føroyska sjálvtøkuborðið gjørdist so vælumtókt, at kokkarnir illa [...] litir at toyggja seg út úr myndini og draga teg við sær inn í hana aftur, hugleiðir Preben. Tað er lætt at skilja, hví so nógv føroysk listafólk fáa íblástur úr náttúruni. Men tað ber ikki til at eftirlíkna
listarmenn. Eg royni at virka á mongum økjum, so man kann siga, at eg eri ein glaður amatørur á øllum økjum. Tá hann skal lýsa seg sjálvan, so heldur Niels Halm, at hann metir seg duga væl at skipa "netverk" [...] spennandi at søkja. Niels Halm hevur drúgvar royndir á mentanarøkinum. (Sí faktagreinina.). Hann sær tað sum eina stóra og spennandi uppgávu bæði at kunna vísa fram føroyska mentan í útheiminum og at kunna [...] "netverk" og fáa fólk at arbeiða saman og at gjøgnumføra verkætlanir. Hvussu við teimum ungu? -Tey hava so sanniliga eisini mín stóra áhuga. Sjálvur var eg við til at skipa fyri einum barnateaturfestivali í Sankta