Jákup Vang
??????????
Kæri lesari, nú eru tað nøkur ár síðan eg skrivaði um psykiatri, og tað av góðum grundum, eftir míni meting.
Tí, sjálvandi ynskja hesir læknar, væl uppbakkaðir av sínum starvsfólkum í heilsuverkinum, IKKI, at teir verða avdúkaðir sum nærmast at kalla kvaksalvarar.
Hetta eru sterk orð. Men ? eg meti at eg kann standa við tey.
Og tá eg sigi at tað er av góðum grundum, at eg ikki havi skrivað í fleiri ár, er orsøkin tann, at læknarnir hava forðað mær á ymsan hátt.
Millum annað bleiv eg psykiskt mishandlaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum hevði til fylgju, at eg bleiv strongdur og harvið fekk ov høgt blóðtrýst, sum aftur hevði við sær, at hjartað bleiv ovbyrjað. Og havi eg nú eitt veikt hjarta og má taka nógv medisin fyri at liva.
Hetta kann eg koma aftur til eina aðru ferð, um Gud vil.
Lat okkum venda aftur til yvirskriftina. Hví skuldu danskir læknar viljað heilavaska ein tilvildarligan persón. Lat okkum líka nevna ein føroying ???
Sum ofta verður sagt: Ein góður spurningur. Mítt »guess« er: Ómegd og ikki minst arrogansa, hugmóð og erpni.
Tí, hvør hevur nakrantíð hoyrt læknar viðganga, at teir hava tikið feil?
Sum eg fyrr havi verið inni á: Vísindin droymir um at stýra verðini. Teir vilja hava makt. Og tað eru tað tíverri fleiri, ið vilja.
Tað skal eitast so »pent«, at teir, læknarnir, vilja »passificera« voldiligar persónar.
Og til hesar royndirnar brúka teir alla handa midlar. Ein partur hevur tað vakra navnið medisin. Men tað er nógv annað »medisin«, sum als ikki er vakurt. Vit vita um medisin, sum kann gera fólk ør í høvdinum, t.d. lsd, sum hevur verið nýtt til viðgerð av sjúklingum. Og vit vita um, at psykosa kann framkallast kunstiga hjá frískum fólki.
Og vit kunnu nevna hypnosu. Í teim skeivu hondunum er hon lívshættislig. Tað eru nógv evni, medisin, sum verður nýtt, sum røra við tað okkulta. Og har eru psykiatarar »ekspertar«. Men Jesus hann vilja teir treyðugt tosa um.
Sum ungur maður, bert 22 ára gamal í 1960, bleiv eg innlagdur á Statshospitalið í Nykøbing Sj. Og har bleiv eg, óavvitandi, útsettur fyri roynd at heilavaska meg. Ferð eftir ferð, minst tríggjar ferðir yvir eini trý-fýra ár.
Eg var ungur og góðtrúgvin, setti mítt álit á læknarnar. Visti lítið og einki um heilavask. So tað kom mær ongantíð til hugs, at læknar í frælsa vesturheiminum kundu brúka slíkar djevulskar hættir, sum frætt er frá Stalin-tíðini og Koreakrígnum, har kommunistar nýttu slíkar harðrendar metodur móti mótstøðufólki.
Men brádliga nú ein dagin gekk upp fyri mær, hvat eg hevði upplivað á statshospitalinum. Eg segði við meg sjálvan: Jákup, tú hevur ongantíð verið svakur. Hetta hevur verið heilavask, ella rættari, roynd at heilavaska teg.
Eg fór so at leita í leksikon um heilavask. Og rætt var gitt.
Orð til annað samsvarar tað, sum eg upplivdi á Statshospitalinum, við tað, sum er greitt frá í leksikon.
Eg skal stutt endurgeva, hvussu leksikon greiða frá heilavaski: Listinlærdur psykologiskur teknikkur, ein langtíðar hvølfull psykisk viðgerð fyri at fáa ein persón at skifta støðu ella meining. Við heilavask framkallast eingist og skuldarkensla, sjálvsábreiðsla, fyri at niðurbróta alla persónsmensku og sjálvsálit ? tað verður brúkt psykisk og sosial kroysting, eyðmýking og spottan. Fyrst verður persónurin psykiskt knústur, so hann gevur seg viljaleysur yvir, og síðan byggja valdsharr-arnir hann uppaftur eftir teirra tykki og idealum.
Hvørji ideal hava modernaðir læknar, hvønn moral og etikk??? Mín sannroynd er, at teir flestu ikki trúgva upp á Gud og hansara kærleika. Hvat er so eftir???
Ífylgi profetin hjá pyskiatarunum, Freud, er kynslívið alfa og omega. Kærleikin er sentreraður um undirlívið.
Men av tí at eg trúði á Hin Altvaldandi Gud, megnaðu teir ikki at knúsa mína persónsmensku. Og tað vil eg prísa og lova mínum Frelsara fyri, Jesus Kristusi.
Henda viðferð, sum eg fekk, hevði eina meinslan av sál mín, sum hevur fylgt mær í øll hesi ár ? yvir 40 ár. Og enn beri eg arr og brek eftir sokallaðari læknaviðgerð.
Men Gud havi lov og tøkk, at eg eigi Jesus í mínum hjarta.
Tað, sum eg harmistmest um er, at tað framvegis eru so nógv, so óteljandi nógv menniskju, sum fáa somu viðferð av psykiatarum og heilsuverkinum sum heild.