Heilsuverk
Frágreiðingin, sum Health Consumer Powerhouse (HCP) hevur skrivað um heilsuverkini í ES-londunum, hevur ikki loypt hvøkk á yvirlæknan á hjartadeildini á Landssjúkrahúsinum, Hans Petur Nielsen.
Kanningin hjá HCP snýr seg um fleiri ymiskar tættir, og eitt av endamálunum við frágreiðingini er at geva sjúklingum eina holla og óhefta kunning um ymisku heilsuverkini í ES.
Reglurnar í ES innan kanning og viðgerð gera tað nevniliga lættari hjá sjúklingum í einum landi at fáa viðgerð í einum øðrum landi í samveldinum. Tí er kanningin eitt gott grundarlag hjá sjúklingum, sum fara til viðgerðar í øðrum landi, at byggja á.
Undrar ikki
- Nei, úrslitið ger meg ikki skakkan. Í Norðurlondum hevur leingi verið kunnugt, at danska heilsuverkið ikki stendur mát við fremstu heilsuverkini í Evropu. Hetta er nakað, sum vit í veruleikanum leingi hava vitað.
Hans Petur Nielsen, yvirlækni, ásannar tó, at stór menning hevur verið á hjartaøkinum á Ríkissjúkrahúsinum seinastu 8-10 árini, tá ið hesin parturin annars var ógvuliga langt aftur út.
- Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, gjørdu læknar í Danmark bert ein lítlan part av eitt nú bypass-skurðviðgerðunum og ballónviðgerðunum, sum teir gjørdu um somu tíð í Svøríki og Íslandi.
Hann sigur, at í nítiárunum fingu danir "hjartapakkan", har dentur varð lagdur á at menna hendan partin av virkseminum, bæði í dygd og nøgd av viðgerðum.
Rímiliga tryggur
- Í dag eri eg sum heild rímiliga tryggur við tað samstarv, eg havi við hjartadeildina á Ríkissjúkrahúsinum. Tað eru nógv sløg av hjartasjúklingum eins og av øðrum sjúklingum, og tað er nú einaferð soleiðis, at nøkur økir virka betur enn onnur.
Hans Petur Nielsen vísir á, at Landssjúkrahúsið er eitt danskt sjúkrahús í gásareygum, sum hann tekur til, bæði í hugburði og arbeiðsmentaliteti, og tað er ivasamt, hvussu heppið hetta er fyri okkara sjúkrahúsverk.
- Landssjúkrahúsið virkar sum eitt danskt sjúkrahús, tó í flestu førum nøkur ár afturút, og hetta kann eftir mínum tykki elva til álvarsligar trupulleikar, bæði læknafakliga og ikki minst umsitingarliga.
Yvirlæknin viðgongur, at undir verandi skipan ber illa til at tosa um dygd og effektivitet.
- Nógvur peningur verður brúktur til sjúkrahúsverkið, men líkt er ikki til, at nakar hevur stundir at hyggja at, hvat fyrigongur, sigur hann.
Sama grundarlag
Hans Petur Nielsen hevur eisini eitt hjartasuff um samstarvið, sum er millum føroyska sjúkrahúsverkið og Ríkissjúkrahúsið
- Tað virkar, sum okkara samstarvsfelagar á Ríkissjúkrahúsinum ikki altíð eru greiðir yvir, at vit keypa eina tænastu, sum vit gjalda fyri. Tey hava lyndi til at síggja Føroyar sum sítt egna sjúklingagrundarlag, men tað, sum vit vilja hava, er effektivitet, úrslit og kostnaðarmedvit, sigur yvirlæknin á hjartadeildini.
Hans Petur Nielsen er útbúgvin í Svøríki, sum í kanningini hjá Health Consumer Powerhouse liggur millum fremstu lond í Evropu á heilsuøkinum.
- Flestu hjartasjúklingarnir, sum eg sendi av landinum til serviðgerðir, fara til Danmarkar, men miðskeiðis í nítiárunum royndi eg at senda sjúklingar til Svøríkis. Hetta læt seg ikki gera administrativt tá, og ein orsøkin var ivaleyst, at hetta var stutt eftir kreppuna í samfelagnum. Tá vildu myndugleikarnir ikki loyva viðgerð aðrastaðni enn í Danmark, tí stúrt varð fyri kostnaðinum, sigur yvirlæknin.
Úrslitini telja
Hann vísir á, at tað er alt í lagi við, at sjúklingurin er nøgdur við ta viðferð, hann fær við móttøku, kunning og øðrum á einum sjúkrahúsi, men tað avgerandi má vera, at úrslitini standa mát við tað besta, sum røkkast kann.
- Tað er viðgerðin og medisinska proseduran, sum er avgerðandi fyri úrslitini. Bara nøgdsemi millum sjúklingarnar sigur einki um eina kanning. Tað avgerandi er í fyrsta lagi effektiviteturin og úrslitini. Í hesum liggur eisini atkomiliga tøknin og tað at stilla røttu diagnosurnar hjá sjúklingunum, sigur yvirlæknin.
Bill ósakligur
Hans Petur Nielsen sigur seg harmast nógv um hugburðin hjá eitt nú Bill Justinussen, løgtingsmanni og fyrrverandi landsstýrismanni í heilsumálum, sum hevur lyndi at skera yvir vein kamb, tá ið ræður um sjúkrahúsverkið.
- Hetta haldi eg vera ósakligt, og skal Bill Justinussen finnast at, eigur hann at ítøkiliggera sínar atfinningar og ikki koyra alt sjúkrahúsverkið í ein sekk, sigur Hans Petur Nielsen, yvirlækni á hjartadeildini á Landssjúkrahúsinum.