at fáa alt at síggja so gott út, sum til ber. Tað er vanligt, at fólk átaka sær slíkar uppgávur, men at tey skulu verða í starvinum í fjøruti ár, er kanska ikki so vanligt. Men tað hevur Sanna Johannesen [...] vera væl hildnar. Gott fólk tekur sær av teimum og ansar væl eftir teimum. Soleiðis er eisini inn á Skála. Krikjan sjálv er vøkur og kirkjugarðurin er eitt príði fyri bygdina. Og tað er heldur ikki uttan [...] virðiliga. Kirkjuráðið er virkið og tekur væveru kirkjunnar í álvara. Og tað gleðiliga er, at fólkið í Skála kirkjusókn trúfast gongur gøtuna til kirgkjuna. Verið kirkjuverji í 40 ár Sanna hevur sum nevnt verið
góðari viku síðani varð úrslitið 4-1 til HB. Tað gevur sterkar ábendingar um, at HB verður annað liðið í finaluni tann 17. juni, eisini tí at HB í løtuni hevur eitt sera gott lið, meðan B36 higartil í ár hevur [...] ardystin í Klaksvík í 1996, sum KÍ vann 1-0. Kortini má sigast, at GÍ eins og B36 ikki hevur víst tað sama higartil í ár, sum liðið fyrr hevur víst. Álopið hjá gøtumonnum svíður undir, at Søren Skov Jørgensen [...] veruliga hóttan móti HB. KÍ vann fyrra dystin í Klaksvík 2-1, so hjá teimum er javnleikur nóg mikið til at tryggja sær sess í finaluni ? og har hevur KÍ ikki verið síðani 1994, tá teir í einum minniligum
Inngjøldini til skipanina øktust við 5,3 mió. krónum í 1997 í mun til 1996. Her skal tó havast í huga, at inngjaldsprosentið var sett niður úr 2,75 í 2,5 prosent tann 1. juli í fjør. Tað vil siga, at [...] ðuni. Tað ger tað eisini, tí ALS hevur umleið 100 mió. krónur í tøkum peningi. Av tí at likviditeturin í 1997 var so góður, avgjørdi ALS í 1997 at gjalda ein eykaavdrátt uppá 46 mió. krónur til »Samhaldsfasta« [...] mió. krónur. Men tað er ikki nóg mikið hóast alt. Tá Skipanin fór at gjalda út var eginognin uml.. 98 mió. krónur so tað vanta enn 45 mió. krónur áðrenn eginognin aftur er »intakt«. Um tað so er nóg mikið
einum oyggjalandi, har tað eins og í Føroyum bara búgva lutvíst fá fólk. -Hetta vísir t.d. hvussu skjótt tað kann ganga frá tí at byrjað verður at bora, til olja er funnin. Tað kann siga okkum føroyingum [...] Niels Sørensen sær nú burturav av oljumálum. Og er tað upp til hansara, so verður hetta eitt framtíðar starv við bæði avbjóðingum og stórum møguleikum. Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at Føroya Kolvetni [...] Petroleum, sum skal lata know how til føroyska felagið, so hevur hetta felagið afturfyri fingið loyvi til at keypa 10% av partapeninginum í Føroya Kolvetni. Sosialurin skilur, at tað eru royndir og peningasterkir
rokanum var Todi Jónsson. Í leikskránni til dystin prikaðu vertirnir til Toda Jónsson, tí hann ikki fekk mál í steypafinaluni, samstundis sum teir góvu honum framúr gott skoðsmál. »Todi Jónsson kann bara iðra [...] í seinastu dystunum móti Brøndby hevði hann ikki rakt málið, um tað so fylti alla baklinjuna,« var sagt í leikskránni. Og tað tók Toda bara tveir minuttir at sýna heimaáskoðarunum, at hann veruliga er [...] iðra seg um, at Føroyar ikki sluppu við til HM-endaspælið, tí sum hann spælir í løtuni kunnu vit saktans koma í tankar um eitt lið í bólki C, sum hann kundi spælt á. Todi er ein framúr teknikkari, men í
fiskiskapur kann leggjast tl rættis. Í longdini er ikki sannlíkt, at tað ber til at fiska 650.000 tons um árið. Norðhavssildin Í løtuni ber ikki til at siga við vissu, hvussu stórur stovnurin er. Men hann verður [...] Mælt verður til at halda fast við stýringina av veiðini og ikki at fara uppum veiðitrýstið, sum nú er. Hetta svarar til ein fiskiskap í ár uppá 1.302.000 tons. Um veiðitrýstið verður tað sama komandi [...] Tað er ikki bara eftir teimum ³vanligu3 fiskasløgunum, at fiskifrøðingarnir mæla til at linka veiðitrýstið. Eisini eftir øðrum fiskasløgum má farast varliga fram. Svartkalvi Gýtingarstovnurin er mettur
meg fyri at vita, hvussu tað gongur hjá Jákupi, og mær vitandi hevur hann ikki verið til nakran dyst hjá okkum í ár. ? Eg arbeiði miðvíst við Jákup, og eg havi síðani Jákup kom til felagið gjørt upp hvussu [...] skaddur heimaftur. Tað hava vit verið sera misnøgdir við, sigur Svend Knudsen. Kostar aldrin mál Men meðan tað er trupult at síggja framgongdina hjá Jákup á føroyska landsliðnum, gongur tað uppá stás í donsku [...] men soleiðis er ikki við Jákup. Hann spælir altíð upp til sítt besta, og í ár hevur hann ikki kostað eitt tað einasta mál. Tryggjað stig Og tað er í eini kapping, har málini stundum hava skolað inn hjá
Føroyar. Eg kom til Føroyar á Ólavsøku, so eg fekk eitt gott fyrsta inntrykk. Heimkomin til Peru fer Rosa undir víðari lestur. Hon ætlar at lesa til løgfrøðing og áðrenn hon kom higar var hon til roynd fyri [...] tiltøk hjá ungfólki at fara til og tí kunnu vit gera meir har. Í Peru ber til at ferðast langar leiðir fyri lítið og lætt, meðan tað kostar nógv at ferðast í Føroyum og úr Føroyum til útlandið. ? Klæðini eru [...] brúka tað føroyska til? ? At tosa í telefon við Sonny, svarar hon flennandi. Skúlin Rosa Navarro gongur í 1. g á málsligu deild í studentaskúlanum í Hoydølum, og hóast henni ikki nýtist at fara til próvtøku
alla útgerð til skúlarnar. Tað eru hesi viðurskifti, eg vil hava nágreiniliga viðgjørd av til dømis einum arbeiðsbólki. ? Hinvegin vil eg halda fast við, at kommunurnar eiga at rinda tað, ið tað kostar, men [...] Havnina. ? Norðurlandahúsið ger eitt gott arbeiði, men persónliga meti eg, at tað eigur at koma meir út um landið við tiltøkunum enn tað ger. So kemur tað øllum borgarunum til góðar. Sjálvstýri kastar av sær [...] . ? Tað er ógvuliga óheppið, at lærararnir ikki eru til reiðar at undirvísa í øllum tí nýggja. Eg veit um lærarar, sum hava fingið sær fatur á kunnleika sjálvir, tí tað hava teir verið noyddir til. Eitt
deildardystin móti Royn í Havn leygardagin. Men tað tók sína tíð áðrenn hol kom á. Talan var um ein javnan dyst, sum fyri tað mesta var eitt slag um miðvøllin. Tá tað er sagt, so má samstundis viðgangast at B36 [...] B36 hevði munin fram um Royn og at tað tí var í lagið at B36 vann dystin. Bæði liðini høvdu nakrar málmøguleikar við yvirvág til havnarliðið. Málið, sum B36 fekk var eitt einmansavrik, sum Jørgin Meitelberg [...] verður sagt, at talan fyri tað mesta er um unglingaleikarar. Ístaðin fyri at lata teir ganga og »dryssa« í unglingadeildini, har teir einki fáa burturúr, so fáa teir loyvi til at spæla í aðru deild, saman