B36 vann dystin 2. deildardystin móti Royn í Havn leygardagin. Men tað tók sína tíð áðrenn hol kom á.
Talan var um ein javnan dyst, sum fyri tað mesta var eitt slag um miðvøllin.
Tá tað er sagt, so má samstundis viðgangast at B36 hevði munin fram um Royn og at tað tí var í lagið at B36 vann dystin.
Bæði liðini høvdu nakrar málmøguleikar við yvirvág til havnarliðið.
Málið, sum B36 fekk var eitt einmansavrik, sum Jørgin Meitelberg stóð fyri.
Hann fór einsamallur í gjøgnum og setti bóltin í kassan stutt fyri leiklok og tryggjaði unga B36 liðnum trý góð stig.
Miðalaldurin á liðnum er umleið 20 ár og úr B36 húsinum verður sagt, at talan fyri tað mesta er um unglingaleikarar.
Ístaðin fyri at lata teir ganga og »dryssa« í unglingadeildini, har teir einki fáa burturúr, so fáa teir loyvi til at spæla í aðru deild, saman við nøkrum fáum eldri spælarum úr fyrsta liðshópinum.
B36 vónar, at teir á henda hátt gerast skarpari og at teir búnast skjótari til vaksnamannafótbólt.
Hvalbingarnir hava eisini eitt gott lið. Teir hava nakrar góðar ungar leikarar og saman við góðum útlendingum hava teir góðar møguleikar.
Hvalbingar leiktu seinastu minuttirnar av dystinum við tíggju monnum.
Ein teirra fekk gult kort fyri eitthvørt og dugdi síðani ikki at halda munn og fyri tað fekk hann tað reyða kortið frá frálíka dómaranum Arna Gunnarsyni