vit hava verið ósamd um. ? Men tað hevur ikki verið mín uppfatan, at hesar ósemjur kundu kallast politiskir trupulleikar. Tað er ongin loyna, at av teimum málunum, sum ósemja er um, er, hvussu barnaans [...] fýra ár. Og Elin Lindenskov hevur boðað frá, at hon fór úr samgonguni, um hetta ikki varð broytt. ? Uppskot er á veg í tingið um at gera hesar broytingar. Upprunaliga var stórur meiriluti fyri hesum. [...] til børn og røktarplássum til eldri. ? M.a. hava vit útvegað 110 nýggj ansingarpláss hetta seinasta árið. ? Og fyri framman er stórarbeiði, sum vit eru mitt í. ? Vit arbeiða so skjótt, vit kunnu. Fløskuhálsurin
tað sama, sum var í høllini í 1983, tá Kyndil og VÍF spældu seinasta dyst um meistaraheitið tað árið. At tað var spenningur um dystin sást eisini við, at áskoðararnir vóru møttir í sera góðari tíð. Øll [...] Kyndilsmenn høvdu ein »leir« á eystara síðu, meðan strandingar og skálafólk sótu hvørt um annað í restini av høllini. Alt stríð um sambýli var goymt ella gloymt, í hvussu er eina tíð. Nú galt tað hondbóltin, og [...] vinna dystin fyri at gerast meistarar, meðan Kyndil kláraði seg við javnleiki. At tað var spenningur um úrslitið sást á tí stóru áskoðarafjøldini. Alt, sum kundi krúpa á vestara armi á Skálafjørðinum hevði
frammanfyri HB-málinum, har Bárður Johannesen lættliga kundi hugsað meira um hondbóltsdystin, sum skuldi vera inni á Skála seinni um dagin, tí hann hevði millum lítið og einki at gera allan dystin. Móti endanum [...] var tað ungi áleyparin Andrew av Fløtum, sum var í miðdeplinum. Hálvleikurin var um at vera komin í helvt, tá HB slapp inn um B71-verjuna, sum fyri einaferðs skuld ikki var so væl mannað aftanfyri bóltin [...] hevði einki at bjóða, og fyri teir er at vóna, at tað verður frægari, tá árið er eitt sindur eldri, og dystarvenjingin verður betri. Um ikki, er eingin orsøk til at halda, at Sumba ikki fer at klára eitt ár
sum vanligt, so skuldi dansur verða. Boð komu frá formanninum, um at biðja orkestrið spæla, men eg segði nei, tí nú kundi hann floyta, um hann hevði hug, og so bleiv eingin dansur tað kvøldið, sigur Jógvan [...] glaður fyri. - Nakrir danir skuldu gera eina sending í danska sjónvarpinum, um lívið millum føroyingar í Danmark. Teir høvdu hoyrt um Harkaliðið. Men teir høvdu snarað tí á til nationalromantiskt tvætl, men [...] flentu. Tað var ein blanding av satiru og sjálvironi. Um vit spældu so væl saman, veit eg ikki. Tað var nakað langt síðani seinast. Vit endurtóku hetta árið eftir á Jazzfestivalinum, har eisini nýtt tilfar
til. - Væntast kann ikki, at talan verður um nógvar av hesum slag framyvir, um so er at royndartiltakið eydnast, kanska einar 20 til 30 teldur í miðal um árið, segði hann. Kommunalar íløgur til teldur [...] í tinginum um svarini frá honum. Loysir tað seg fíggjarliga? Samanumtikið kann sigast, at tað tykist at vera torført hjá tinglimum at tosa um tílík viðurskifti, tí øll vita eitt sindur um evnið og ongin [...] rin í hesum málið er, um tað fíggjarliga er ráðiligt at uppgradera gamlar teldur, ella um tað kanska loysir seg betur at keypa nýggjar. Og her vóru tinglimir ikki á einum máli um, hvør kostnaðurin er fyri
sorli og stórtapi, men føroyingar komu ? sum so mangan áður ? heilt væl burturúr tí, tá hugsað verður um, at tað var ein av teimum størstu í heiminum, sum var mótstøðuliðið. Leygardagin var tað Eysturríki [...] spældu í Gijón. Hann skoraði fýra mál og legði upp til trý onnur. Minnast framvegis Føroyar Tá vit hoyra um eina sovorna eyðmýking av Eysturríki, so er skjótt at ímynda sær, at hetta man hava verið mest flóvisliga [...] Eysturríki. ? Hetta er als einki at rópa hurrá fyri og ein stór eyðmýking, men tað skal eingin ivi vera um, at 1-0 tapið í Landskrona móti Føroyum 12. september í 1990 framvegis stendur sum mest eyðmýkjandi
ár, tá ið tey skulu luttaka í Europa-Cup fyri meistarar. Um fyrrverandi HB-leikarin, Uni Arge, verður við á liðnum hjá HB meldar søgan tó einki um, men tað er tó greitt, at høvuðsstaðarliðið hevur stórar [...] Føroyingar hava hetta seinasta árið fingið alsamt størri áhuga fyri íslendskum fótbólti, eftir at teir báðir landsliðsleikararnir, Jens Martin Knudsen og Uni Arge, eru farnir at spæla við felagnum Leiftur [...] Á heimasíðuni hjá íslendsku meistarunum stendur, at vitjan í Føroyum er fyrsti liðurin í eini ætlan um tætt samstarv, sum IBV og HB hava gjørt.
heldur ikki avgjørt, um feløgini samráðast saman, ella hvør sær. Men sjálvsagt verður eisini talan um lønarkrøv. Hon sigur, at eftir hennara tykki kann talan als ikki verða talan um eitt minni krav enn [...] enn eina lønarhækking upp á 10 %. ? Helst verður talan um eitt størri krav, men alt tað skal tosast um innanfelags. Ingeborg Vinther leggur dent á, at arbeiðsgevararnir hava sjálvir lagt upp til lønarhækkingar [...] hon um sáttmálan við løg- og búskaparfrøðingarnar, sum í vissum førum gav yvir 14% í lønarhækking. Og ikki minst sipar hon til, at lønirnar hjá løgtingslimum beint nú er hækkað 60%. ? So at tosa um eina
Seinasta hálva árið hevur Esther Dahl verið føroyskur sendifulltrúi í ES í Brússel. Endamálið við føroysku umboðanini í Brússel er at bøta um samskiftið millum føroyingar og ES, og at gera føroysk viðurskifti [...] Eitt nú er talan um ein munandi tollniðurskurð. - Hyggja vit frameftir verður mín størsta uppgáva at fylgja við, hvat hendir í ES og greiða føroysku fyrisitingini og vinnuni frá. Vitanin um ES í Føroyum er [...] hjá føroyingum í ES. Fyrst og fremst hjá føroysku fyrisitingini, men eisini hjá vinnuni í Føroyum, um henni tørvar tað. Eg havi fyrireikað fundir millum føroyingar og ES í Brússel, útvegað upplýsingar
Tú sigur, at tit skulu hava meir upp á lønina. Hvussu nógv tosa vit um í prosentum? ? Okkara krav er 3 prosent upp á lønina um árið í einum tvey ára sáttmála, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Men semingsuppskotið [...] Verfallið fór í gjárkvøldið inn í sína triðju viku og torført er enn at fáa nakran at úttala seg um møguleikarnar fyri eini semju millum Starvsmannafelagið øðrumegin og Fíggjarmálastýrið hinumegin. Se [...] Alfred Petersen og Jógvan Amonson, hava fleiri ferðir sagt, at teir kallað ikki partarnar saman aftur um ikki útlit eru til eina semju. Men beint undan páskum sá ljósari út. Partarnir vóru bidnir at koma