Partarnir nærkast hvør øðrum

Hóast arbeiðssteðgurin, sum nú er vorðin til eitt verkfall, stendur við, so er ikki longur so langt millum partarnar, sum tað var áðrenn farið var inn í páskahalguna. Men tað er tó ein spurningur, um semingsmenninir fáa tíð at kalla partarnar inn aftur áðrenn freistina, sum tey 31 fakfeløgini hava sett

Verfallið fór í gjárkvøldið inn í sína triðju viku og torført er enn at fáa nakran at úttala seg um møguleikarnar fyri eini semju millum Starvsmannafelagið øðrumegin og Fíggjarmálastýrið hinumegin.

Semingsmenninir báðir, Alfred Petersen og Jógvan Amonson, hava fleiri ferðir sagt, at teir kallað ikki partarnar saman aftur um ikki útlit eru til eina semju.

Men beint undan páskum sá ljósari út. Partarnir vóru bidnir at koma til samráðingar aftur, men hóast roynt var í fleiri samdøgur uttan slit, so eydnaðist tað kortini ikki at fáa eina semju.

Støðan eftir seinna semingsumfarið var kortini eitt øðrvísi enn hon var undan, tí nú hevði fíggjarmálaráðharrin góðtikið semingsuppskotið, meðan Starvsmannafelagið hevði vrakað tað.

Tí er arbeiðssteðgurin vorðin til eitt verkfall ístaðin.

Ein spurningur, sum nú stingur seg upp er, hvat so skal til fyri at Starvsmannafelagið skal góðkenna eitt nýtt semingsuppskot og undirskirva tað. Henda spurning hava vit sett formanninum í Starvsmannafelagnum, Gunnleivi Dalsgarð.

? Fyri tað fyrsta, so skal meira upp á tað beinleiðis lønarhækkingina. Vit halda, at 2,5 prosent í beinleiðis lønarhækkan er alt ov lítið, og tí vilja vit hava meiri enn tað, sigur Gunnleivur.

? Fyri tað næsta, so vilja vit fegin hava, at tann lægst lønti bólkurin hjá okkum verður tikin við í umflokkingina. Tað er hann ikki nú, og tí verður hann fyri vanbýti, sigur Gunnleivur.

Men eru útlit fyri at tit fara at fáa júst hesi krøvini ígjøgnum?

? Tað dugi eg ikki at siga í løtuni, men vit halda at tað er skeivt at skriva undir eitt sáttmálauppskot uttan at hesir partar eru við.

Tú sigur, at tit skulu hava meir upp á lønina. Hvussu nógv tosa vit um í prosentum?

? Okkara krav er 3 prosent upp á lønina um árið í einum tvey ára sáttmála, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Men semingsuppskotið segði 2,7 prosent, so er ikki so langt millum partarnar kortini!

? Fyri vanlig fólk ljóðar tað ikki av so nógvum, tað er rætt, men tað er eftir øllum at døma ov nógv hjá fíggjarmálastýrinum, tí tann eina broytingin tekur eftir øllum at døma annað við sær, sigur Gunnleivur.


Fundast við

hini feløgini

Vit spurdu eisini Gunnleiv Dalsgarð um hvør næsti leikurin verður í hesum talvinum, sum nú er vorðið so langt.

? Fyrst av øllum, skulu vit hava ein fund við hini almennu fakfeløgini. (Fundurin var seinnapartin í gjár, blðm.). Vit høvdu fund við øll fakfeløgini leygardagin, og tá avtalaðu vit at tosað saman aftur áðrenn vit gjørdu nakað. Tað er tað vit fyrst gera. Hvat síðani hendir dugi eg ikki rættiliga at siga, sigur Gunnleivur.