bretar um týdningin tað hevur fyri okkum, at undirgrundarmark og fiskimark eru tað sama og eru ein ella onnur miðlinja. VIT eru ikki ósamd við løgmanni, tá hann hevur rikið eina ?harða? kós móti bretum [...] hava hann at gera! SAMRÁÐINGARNAR við bretar hava nú vart í nógv ár, uttan at partarnir eru komnir á mál. Tað eru tey, sum halda, at tað var sera heppið, at samráðingarleiðslan kom yvir á føroyskar hendur [...] hevði ein donsk samráðingarleiðsla hildið so fast uppá føroysk krøv sum okkara egna hevur megnað tað hesi árini. At forsætisráðharrin nú sigur seg vilja hjálpa mugu vit bara taka sum eitt gott tekin men tað
at her ruggar ikki heilt rætt. Í okkara hugaheimi eru álit og virðing sjálvur grundarsteinurin undir einum samstarvi millum jøvnsett menniskju ella fólk. Nettup tørvurin á dialogi og tær mongu skýmasko [...] alt samalt. Men hví hava latið tøgnina og harvið gitingarnar valdað í so mong ár við tí úrsliti, at hesi hava forpestað viðurskiftini millum ríkispartarnar harra Nyrup Rasmussen! Hvussu ber tað til, at tygum [...] - so er vandi fyri, at forpestaðu viðurskiftini millum føroyskt og danskt fara at standa við - og hvør veit - kanska eisini versna. Eitt val stendur fyri durum, og tað kann skjótt koma at virka sum ka
eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi ein heild. Hon eigur at bera boð um, at samanhald gevur styrki. At undirstrika okkara felags identitet. Vit eru føroyingar. Vit eru ein føroysk tjóð. Men at vit [...] hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt at fáa bilbukt við kreppuni og at byggja upp landið eftir kreppuna! Og gloymir hann ikki [...] nevniliga tann dagur, tá hesin flokkur skal til at leita sær nýggjar samstarvsfelagar í løgtinginum. Hvør flokkur og ábyrdarfullur politikari hevur hug at vísa tí virðing og føra dialog við tann, sum als
hann prioriterar marknamálið so høgt, at leiðarin har skal hava hetta sum starv burturav. TEY flestu fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, harav mong hava havt tætt samstarv við Árna Olafsson, vilja ikki [...] uppá stutta tíð at byggja upp tær kontaktir og ta innlit, sum Árni Olafsson hevur fingið gjøgnum øll hesi árini. Skoðsmálið hann fær frá bæði starvsfeløgum og eisini øllum teimum, sum hann hevur havt tilknýti [...] sleppa at siga, at løgmaður ofraði markið til fyrimunar fyri at geva loyvi til oljuleiting. Hetta eru tankar, sum bert løgmaður og eftirtíðin kunnu lýsa rættleikan ella skeivleikan í. LØGMAÐUR hevur ferð
ndunum og oljufeløg hava gjørt avtalur við Rusland um framtíðar útvinning. VIÐ hesi hending má sigast, at vit eisini eru komin eitt stig nærri oljuni. Tí tað er eingin ivi um, at vit fara at fáa nyttu [...] skipið, at føroysk fiskiskip, sum veiða í egnum sjógvi, síggja tað. TÁ hugsað verður um hvussu nógv ár eru gingin frá tí at fyrsti borurin varð settur í undirgrundina vestan fyri Hetland, so er greitt, at dagurin [...] Føroyar hevur henda løtan eisini nógv at siga. Hon boðar frá, at Atlantsmótið, sum Føroyar eisini eru partur av, nú er ein av heimsins oljuprovinsum. HETTA hendir nærum samtíðis sum oljan er farin at flóta
nøkrum av heimsins ríkastu økjum - hava vit so nógv til felags. Vit hava nógv at geva hvør øðrum og vit hava nógv at læra hvør av øðrum. Okkara lutur sum smátjóðir, ið vilja verja mál, mentan og sereyðkenni [...] og umhvørvinum. Tað er hetta, sum skapar fortreytina fyri øllum øðrum, nettup hetta at vit eru serstøk fólk við egnari mentan, máli og livihátti. Væl skulu vit samskifta við umheimin, men latið okkum [...] konan Kristjana Motzfeldt. Savalimmiunut Tikilluarit - Vælkomin til Føroya - tit bæði og tey, sum eru í tykkara fylki. TAÐ er altíð hugaligt at fáa frægar gestir á vitjan. Men einki er sum at bjóða nøkrum
londum eru við! Ja ein uppafturtøka av Skotlandssiglingina á einum heilt øðrum støði. Kanska hetta var vert at nevna, tá løgmaður fer til London. VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann [...] nýggjasta stigið í málinum. ÁHUGAVERT kundi verið at vitað, um avgerð løgmans er nakað, sum okkara fólk í samráðingarnevndini taka fult undir við, ella um løgmaður ger hetta ímóti teirra ráðum! Vit halda [...] hann fer at hava við sær til London - um nakað verður burtur úr hesi ætlan - fara at vísa seg sum góð umboð fyri Føroya land. Hóast tað er farið, so ber eisini til at minna bretar á leiklut føroyinga undir
UTTAN iva eru flest øll við at verða mettað við tíðindum um bankakanningina. Helst er tað rætt, at henda kanningin tekur alt ov nógva tíð og orku, sum annars kundi verið brúkt til onnur týðandi mál. Men [...] Men hetta er ein sannleiki við motifikatiónum. Tí vit eru noydd til at fylgja hesum máli ?to the bitter end?, sum tikið verður til. Tað ber ikki til nú - fyri tað um luftin er farin úr ballónini í Danmark [...] føroyingar geva skarvin yvir. HER er ein bankakanning gjørd, og hon skal brúkast til nakað skilagott. Eru danir ikki sinnaðir til tess, so er tað so mikið meira okkara uppgáva at gera arbeiðið. Tað er tí sera
festa eina meining á blað og seta sítt navn undir. TAÐ eru sjálvandi tey, sum eru ósamd við okkum í hesum. Og tað skulu tey hava loyvi til. Men tá hesi siga, at nettup møguleikin at siga sína hugsan uttan [...] seta seg upp ímóti órættvísi, eru vit ikki samd. Uppá longri sikt er tað best fyri allar partar, at tann, sum hevur hevur eina meining um nakað, torir at leggja navn til. Eru tað tá viðurskifti, sum viðkomandi [...] at síggja í Sosialinum. Fyri at fáa brøv ella viðmerkingar við í blaðið skal fult navn undir. ViÐ hesi avgerð bróta vit ein aldargamlan sið. Og tí verða tað helst nøkur, sum ikki fegnast við okkum um hesa
sjálvum álit í sínum egna flokki. Við at skriva út nýval tók løgmaður í veruleikanum og stakk alt Føroya fólk í bakið. Eitt tað mest týðandi málið í Føroya søgu varð av løgmanni koyrt út á eitt síðuspor, og har [...] løgmaður hevur gjørt sær hetta politiska stórmál til høvuðsvalagn hjá einum sambandsflokki, sum annars eru syndraður. Smart, tí hetta kann savna flokkin aftur um størsta fíggindan, javnaðarflokkin - men tað [...] forplumrað málið. Og sjálvandi fær javnaðarflokkurin høvuðsábyrgdina. NEI. Fólkaflokkurin er partur av hesi sambandssku kabalu. Hann, sum tegir samtykkir, og fólkaflokkurin hevur valt at tiga í hesum málinum