fyri knæskaða. Hetta er ikki fyrstu ferð at knæið gevur unga hoyvíkinginum trupulleikar. Fyri einum árið síðani var nevnliga skurðvigjørdur í høgra knæið, tá ið helvtin av meniskuni varð tikin burtur. Hesuferð [...] strikuspælarin halda steðg frá hondbólti í einar tríggjar-fýra mánaðar. Helgi Hildarson Hoydal harmast um støðuna. - Tað er sjálvandi øgiliga óheppið at missa kappingarársendan vegna skaða. Kenslan var góð [...] tað var sera keðilig tíðarsamanrenning, eftirsum eg var byrjaður at fáa sera nógva spælitíð í Odder um hetta mundið. Tað tók langa tíð at koma aftur á liðið, og júst sum eg var komin aftur, kom hesin knæskaðin
Um vikuskiftið varð skipað fyri árliga tiltakinum Grannakaffi. Grannakaffi er eitt átak hjá Krabbameinsfelagnum, har persónar bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til eina hugnaløtu. Til hesa løtuna [...] stórur tey fyrstu árini, so er hann minkaður nakað seinnu árini, greiðir Poula Norðbúð frá. - Fyrsta árið vóru yvir 100 tiltøk. Tað var alt so øgiliga spennandi og undirtøkan var góð. Men tað er vanligt, [...] tiltakið til sín og hava tað á hvørjum ári. Hvussu stórur stuðulin er í ár verður ikki greitt fyrr enn um tvær vikur, men fyri Krabbameinsfelagið hevur tað stóran týdning, at fólk skipa fyri slíkum tiltøkum
uttanlands, og tey missa sostatt stuðulin nú. Tilsamans hevur stuðulin verið umleið eina millión um árið, so verður hetta uppskotið samtykt, fer landskassin at spara einar 900.000 krónur. [...] arbeiða kring alt landið, sigur Kristina Háfoss. Men higartil hevur tað verið ein treyt, at talan er um gift fólk, sum kunnu fáa stuðul til dupult húsarhald. Men hereftir verða sambúgvandi og gift, javntsett
Jógvansson Hansen hevur gjørt sáttmála til 2020. Tað vil siga, at hann spælir komandi hálva triðja árið við NSÍ. - Bárður er ein týðandi partur av NSÍ-hópinum, ið vónandi enn einaferð tryggjar sær luttøku [...] felagnum. Eisini hevur felagið longt við eitt av stóru stjørnuskotunum í føroyskum fótbólti. Talan er um U21-landsliðsspælaran, Petur Knudsen. Tað er ikki upplýst hvussu langur sáttmálin er. - Neyvan gongur [...] inntil hann er ímillum A-landsliðshópin. Petur hevur avgjørt evnini og viljan til tað, og er ongin ivu um at hann er eitt tað stórsta talenti í føroyskum fótbólti í løtuni, skrivar heimasíðan hjá NSÍ. Eisini
rættiliga støðugt tey næstu árini, til talið bæði í 2017 og 2018, sum áður nevnt, liggur oman fyri 1500 um árið. [...] hesum tíðarskeiði skrottaðir. Hagtølini yvir umhvørvisviðgerð av bilum, sum vit hava fingið, fevna um øll árini frá 2007 til og við 2018. Burturkast til brenningar er eitt gott barometur fyri gongdini
ítróttafólk/-lið, sum hevur skarað framúr undanfarna árið, og tí hevur uppiborið heiðurin sum ÁRSINS ÍTRÓTTANAVN. Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymir um at standa ovast á tindunum. At klatra upp á tindarnar [...] samstundis sum heiðursskjal Poul E. Petersen verður givið. ÍSF heitir tí á øll at senda uppskot inn um tann ella tey, ið ein heldur hevur uppiborið heiðurin. ÍSF skrivar soleiðis á síni heimasíðu: Heiðurskjal
- Nýhugsan eftir ein heldur lakan árroknskap hjá Fiskaaling fyri 2014 var við til at bøta munandi um tølini í roknskapinum fyri 2015. Søla av frásorteraðum fiski, sum frammanundan hevur verið fyribeindur [...] Men, í farna ári varð gjørd ein roynd í samstarv við Bakkafrost at fáa selt hendan fiskin. Talan var um 18 tons. - Royndin eydnaðist so mikið væl, at hesin fiskur gjørdist ein inntøka, sum veruliga sást [...] nýggja inntøkumøguleika, er framleiðslan av rognum og yngli á Fiskaaling batnað munandi í mun til árið frammanundan. Í fjør gekk ikki eftir ætlan við framleiðslu undan fiskinum frá SalmoBreed. - Vit hava
vorðið alsamt meira vanligt á klettunum. Síðani 1998 hevur Fjølnir vitja í Føroyum fleiri ferðir um árið, og hevur hann tattovera kring alt landið. Seinnu árini hevur Fjølnir eisini tikið stig til at bjóða [...] Terji Skibenes, fara nú at lata upp sína egnu tattoveringsverksmiðju í Føroyum. - Vit hava leingi tosað um tað, og nú verður tað til veruleika, sigur Fjølnir. Íslendski tattovørurin Fjølnir hevur seinastu mongu
næsta, tí tað valdast um, nær páskirnar eru. Aðrir mánaðir við sera stórum vøkstri vóru mai (14,22%), juni (17,61%), juli (13,9%) og oktober (18,86%). Lakasti mánaðin, tá ið tað ræður um vøkstur í skattainntøkuni [...] kommuna tann, sum í fjør átti lutfalsliga størsta vøksturin í kommunuskattinum, tá ið sammett verður við árið fyri. Lutfalsligi vøksturin var 11,94 prosent, sum í krónum svarar til 18.309.545 krónur. Kommunuskatturin
miljónir krónur av til gerð av gøtu millum Fuglafjørð og Kambsdal. Ein miljón er á fíggjarætlanini fyri árið í ár, og ein miljón krónur er sett av fyri 2016. - Hetta er eitt størri arbeiði, sum vit nú hava sett [...] sær, at hetta arbeiði fór í gongd nú í heyst. - Nú er arbeiðið so farið í gongd, og tað fegnist eg um. Gøtan verður ein nýggjur møguleiki og eitt gott sambindingarlið millum økini í kommununi. Tað er [...] vegnum, eins og gjørt er av Hvítanesi og niðan til rundkoyringina í Hoyvík, eru krøvini hjá Landsverki um frástøðu ikki líka strong. - Men, eg haldi ikki, at vit skulu brúka betong á gøtuni millum Fuglafjørð