Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, skulu ikki longur fáa stuðul til dupult húsarhald. Tað er endamálið við einum uppskoti, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið.
Føroyingar sum hava familju, men sum mugu flyta heimanífrá at arbeiða, og sostatt hava tey húsarhald, fáa rætt til stuðul fyri dupult húsarhald.
Hetta er eisini galdandi fyri teir føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Men nú vil Kristina Háfoss hava Løgtingið at samtykkja, at hereftir skulu føroyingar, sum arbeiða uttanlands, ikki longur fáa stuðulin.
Tað merkir, at hereftir verður stuðul fyri dupult húsarhald bara latin til tey, sum mugu flyta aðrastaðir í Føroyum at arbeiða, tí tað er so óhøgligt at búgva heima. Ella við øðrum orðum skulu bæði húsarhaldini hereftir vera í Føroyum.
– Hetta er fyri at leggja dent á, at endamálið við lógini er at tryggja, at tað skal bera til hjá fólki í Føroyum at búgva og arbeiða kring alt landið, sigur Kristina Háfoss.
Men higartil hevur tað verið ein treyt, at talan er um gift fólk, sum kunnu fáa stuðul til dupult húsarhald. Men hereftir verða sambúgvandi og gift, javntsett, so eisini fólk, sum hava búð saman í longri tíð, kunnu fáa stuðulin. Tað merkir, at tey skulu hava búð saman sum hjún í minst 18 mánaðir.
Hesi seinastu árini hava tað verið 115 – 125 fólk, sum hava fingið stuðul til dupult húsarhald. Men Kristina Háfoss upplýsir frá Taks, at umleið 90 prosent av teimum eru fólk, har annað húsarhaldið er uttanlands, og tey missa sostatt stuðulin nú.
Tilsamans hevur stuðulin verið umleið eina millión um árið, so verður hetta uppskotið samtykt, fer landskassin at spara einar 900.000 krónur.