420.000 krónur kundu tað sama farið í vaskið

Ein nýggj inntøka bøtti væl um hjá Fiskaaling í fjør, tá fiskur, sum tey plagdu at koyra burtur, varð seldur.

- Nýhugsan eftir ein heldur lakan árroknskap hjá Fiskaaling fyri 2014 var við til at bøta munandi um tølini í roknskapinum fyri 2015. Søla av frásorteraðum fiski, sum frammanundan hevur verið fyribeindur, gav felagnum ein eykavinning upp á eina slaka hálva miljón krónur.

 

Tað veit Fiskaaling at siga í síni nýggjastu útgávu av Alitíðindum. Víst verður á, at undanfarin ár hevur eitt nú frásorteraður geldfiskur verið fyribeindur.

 

Men, í farna ári varð gjørd ein roynd í samstarv við Bakkafrost at fáa selt hendan fiskin. Talan var um 18 tons.

 

- Royndin eydnaðist so mikið væl, at hesin fiskur gjørdist ein inntøka, sum veruliga sást aftur í roknskapinum hjá felagnum, hóast prísurin, sum vera man, ikki var tann sami, sum á øðrum fiski á marknaðinum. Ætlanir eru nú eisini at gagnnýta sjálvan strúkifiskin.

 

Umframt at troyta hendan nýggja inntøkumøguleika, er framleiðslan av rognum og yngli á Fiskaaling batnað munandi í mun til árið frammanundan. Í fjør gekk ikki eftir ætlan við framleiðslu undan fiskinum frá SalmoBreed.

 

- Vit hava síðan kannað alla tilgongdina nærri og hava lagt okkum eftir at tillaga stýringarnar, ið ávirka búningartilgongdina, umframt at seta í verk skipaða frásortering av geldfiski í mai til juli. Hetta arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við SalmoBreed.

 

Á Fiskaaling vita tey at siga, at í sama viðfangi, sum búningarsorteringin var stovnsett, skipaði Fiskaaling í samstarv við Bakkafrost fyri tøku og sølu av geldfiski og øðrum frásorteraðum fiski.

 

- Seld vórðu umleið 18 tons - við einum vinningi á 420.000 krónur. Hetta er annars tilfeingi, ið fyrr er farið burtur, sigur Fiskaaling í síni seinastu útgávu av Alitíðindum.