3000 bilar skrottaðir í tvey ár

Í góðum tíðum verða fleiri bilar skrottaðir enn í verri tíðum. Tað vísa hagtøl hjá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla.

Kommunala Brennistøðin á Hjalla tekur ímóti øllum bilum, sum fara til burturbeiningar í Føroyum, og her fara bilarnir í eina pressu, eftir at ymiskt er tikið úr teimum, og teir eru gjørdir klárir til pressuna.

 

Hyggja vit eftir hagtølum hjá Kommunalu Brennistøðini yvir umhvørvisviðgerð av bilum, sum tað eitur, síggja vit, at bara í 2018 og 2017 eru fleiri enn 3000 - ella neyvt 3.036 bilar - í hesum tíðarskeiði skrottaðir.

 

Hagtølini yvir umhvørvisviðgerð av bilum, sum vit hava fingið, fevna um øll árini frá 2007 til og við 2018.

 

Burturkast til brenningar er eitt gott barometur fyri gongdini í samfelagnum, soleiðis at skilja, at tá vit hava góðar tíðir, eru meira burturkast, og síðan minkar nøgdin aftur, tá ferðin á samfelagshjólunum minkar.

 

Hetta sæst eisini týðiliga aftur í talinum av burturbeindum bilum.

 

Í talvuni, sum vit hava fingið frá Kommunalu Brennistøðini, sæst, at talið av burturbeindum bilum í 2007 er 1049, og hetta tal veksur heilt upp í 1527 í 2008.

 

Vit plaga at siga, at í 2008 fór aftur at ganga niður á bakka búskaparliga, og tey næstu árini sæst eisini, at talið av skrottaðum bilum minkar rættiliga nógv.

 

Í 2009 er talið 1282 – ella 245 bilar færri enn í árinum fyri. Síðan er minking hvørt ár, til talið av skrottaðum bilum í 2011 er komið heilt niður á 879 – ella heili 648 bilar færri, enn tá talið var størst, nevniliga í 2008.

 

Árini frá 2011 til og við 2015 veksur talið av skrottaðum bilum aftur, og síðan liggur tað rættiliga støðugt tey næstu árini, til talið bæði í 2017 og 2018, sum áður nevnt, liggur oman fyri 1500 um árið.