- Eg ivist stórliga í, at stevningin frá Jørgen Niclasen endar í rættinum. Men sjálvt um tað ger, so dugi eg als ikki at síggja, at vit kunnu blíva dømd fyri nakað, sigur Jan Lamhauge, tíðindamaður í [...] úr Kringvarpinum, og Sveinur Tróndarson frá portal.fo. Men Jan Lamhauge ivast stórliga í, um Jørgen Niclasen nakrantíð ger álvara av málinum, og um hann ger, so er Jan sannførdur um, at tey stevndu ikki [...] ikki kunnu dømast fyri nakað. Jan Lamhauge verður gestur í seinnapartssendingini á Rás2, sum er frá klokkan 13.00 til 16.00 í dag. Vertir eru Barbara Holm og Rannvá Gaard Fossaberg.
og eg eiga børn, og er tað nakað, sum børnunum dámar, er tað at spæla sær í einari vátdrakt í ánni ella í sjónum. Hann vísir á, at sum føroyingar eru vit umgyrd av havi, og tí er tað heldur ikki so løgið [...] eigaranum, og nethandilin er opin alt samdøgnið. - Tað var meira av tilvild, at eg keypti handilin. Mær hevur altíð dámt væl at fingist við tað, sum kann rópast vatnsport, og soleiðis er eisini við børnunum [...] konan hann, um hann hevði keypt allan handilin. - Tað hevði eg faktiskt, tó at endaliga avtalan millum meg og Janus Rein tó ikki varð gjørd júst hesa løtu. Tað gekk tó ikki long tíð, so hevði eg keypt Vatnsport
gráturødd. Hatice Cengiz er í Noregi í samband við eina journalistaráðstevnu, og her hevur norska blaðið VG hitt hana til eina størri samrøðu, sum kann lesast á heimasíðuni – www.vg.no. Tað er eisini VG/ Gisle [...] stykkjaður sundur inni á saudi-arabisku sendistovuni, og mangt bendir á, at hetta var eftir boðum frá krúnprinsinum í Saudi-Arabia, Mohammed bin Salman. Í Saudi-Arabia hava tey viðgingið, at Jamal Khashoggi
greiðu hugsan um. - Tú mást skilja tað, at fiskivinnan er høvuðsvinna okkara. Ja, hugsa tær til, um nú eingin flakavinna var her á landi? - Um tað hevði verið so, hevði tað fingið sera óhepnar fylgjur fyri [...] tí eingin peningur var. - Men tað sum gjørdi tað heila meiri álvarsamt var, at tingmenninir, teir fingu sína løn, meðan hini máttu bíða, greiðir Eyðbjørg álvarsom frá. - Er eingin fiskivinna, kemur heldur [...] berast við handamegi. Tað var sera primitivt, meðan tað í dag koyrir eftir einum transportbandi við teirri fúkandi ferð, vísa tær á. - Arbeiðið er vorðið nógv lættari, men nú gongur tað eisini munandi skjótari
Tvøroyri - er nakað spent, nú flokkurin er farin í tvíningar, og Kristin Michelsen aftur er blivin borgarstjóri við stuðul frá uttanflokkalistanum. Spurningurin er so, hvat nú skal henda. Tað hevur gingið [...] á Tvøroyri virðir ikki demokratiið. Tað sigur Kristin Michelsen í dag. Spyr Signar Dam hvør støðan er. Eg havi einki hoyrt aftur, sigur Kristin Michelsen, sum nú er afturvaldur borgarstjóri á Tvøroyri [...] gingið sum rótasúpan á Tvøroyri, at Kristin Michelsen er ávegis inn í Fólkaflokkin, men hesum vil Kristin Michelsen ikki kennast við. - Hatta er ein lodrøtt lygn, sigur Kristin Michelsen. In.fo fylgir málinum
FORELDRAMYNDUGLEIKI Javnstøðunevndin hevur nú svarað Innlendismálaráðnum um ætlanina at seta donsku lógina frá 1995 um foreldramyndugleika í gildi í Føroyum. Nevndin mælir til at seta lógina í gildi, tí hon inniber [...] eru gift og kunnu semjast, hava møguleika at avtala felags foreldramyndugleika yvir teirra børnum. Tað hava tey ikki møguleika at gera í dag. Hinvegin mælir Javnstøðunevndin eisini til, at ein bólkur verður [...] seg í tíðindaskrivi. Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, ásannar, at tann danska lógin ikki er nøktandi, og at tey í nevndini kenna til fleiri dømi, har pápar eru komnir illa fyri í donsku skipanini
tóma heim. Tað er ongin ivi um at hetta er ein maður, sum hevur nógvar tankar í høvdinum. «Hatta er ikki tað, sum burdi hend í mun til fyrireikingarnar. Tað er ein torførur biti at svølgja. Tað hevur gingið [...] so illa er ikki so stuttligt. Tað fer at taka langa tíð koma yvir tað. Men tað er bara eitt at gera og tað er at byrja av nýggjum, staðfestur Pál. Gali aftaná 500 metrar Aftaná 500 metrar er Pál Joensen [...] honum heilt nær. Tað sæst á eygunum á honum, at hann er ein vónbrotin maður. Í løtum eydnast tað onkrum at fáa hann at smílast. «Je havi onga forkláring upp á hví hatta hendi, er tað fyrsta hann sigur
- Hetta er misvísandi og ein beinleiðis villleiðing frá Vinnumálaráðnum. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so er tað tað reina vrøvl, sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Um vikuskiftið kom niðurstøðan [...] vísir á, at tað framgongur av niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini, at landsstýrismaðurin loypandi hevur fingið kunning frá Strandferðsluni um, at játtanin ikki fór at halda. Og sjálvandi er tað tí hansara [...] frá landsstýrismálanevndina um fíggjarliga óskilið í Strandferðsluni út í miðlarnar, men tað tykist vera trupult at staðfesta júst hvør niðurstøðan er. Meðan Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndin
við skattamálið. Samstundis sigur hann, at hetta er ein liður í at eftirmeta dekningin av skattamálinum. Tað er tó ákæran frá Símuni Absalonsen, sum er orsøkin til fyrispurningin hjá kringvarpsstjóranum [...] undirgravar trúvirðið hjá Kringvarpið, men tað er júst tað øvugta eg vil við hesum, sigur kringvarpsstjórin. Spurningurin er, um fjølmiðlakærunevndin yvirhøvur kann viðgerða ein slíkan fyrispurning, tí kærunevndin [...] við dekningin hjá stovninum av skattamálinum. Orsøkin er, at Símun Absalonsen, grannskoðari, í farnu viku skrivaði tíðargrein í Sosialinum, har hann er sera atfinningarsamur móti Kringvarpinum. Les eisini:
tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hevur kært uppsøgnina av sær til Mentamálaráðið, men tað letur til, at tað ikki er einasta kæran, sum Mentamálaráðið skal viðgera komandi tíðina. Tí Miðlahúsið skilur, at [...] Mentamálaráðnum. Og nú hava tríggir journalistar kært Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið. Sostatt er tað bæði uppsøgnin av tíðindaleiðaranum og handfaringin hjá Kringvarpsstýrinum av orrustuni seinastu [...] Rógvi Olavson hava sent eina kæru til Mentamálaráðið í vikuni. Júst hvat kæran ítøkiliga inniheldur er ikki greitt enn, men sum skilst hava teir kært Kringvarpsstýrið og handfaringina hjá stýrinum av orrustuni