FORELDRAMYNDUGLEIKI
Javnstøðunevndin hevur nú svarað Innlendismálaráðnum um ætlanina at seta donsku lógina frá 1995 um foreldramyndugleika í gildi í Føroyum. Nevndin mælir til at seta lógina í gildi, tí hon inniber, at foreldur sum ikki eru gift og kunnu semjast, hava møguleika at avtala felags foreldramyndugleika yvir teirra børnum. Tað hava tey ikki møguleika at gera í dag.
Hinvegin mælir Javnstøðunevndin eisini til, at ein bólkur verður settur alt fyri eitt at viðgera, hvussu lógin kann smíðast, so hon verður so væl egnað sum gjørligt til føroysk viðurskifti, sum nevndin málber seg í tíðindaskrivi.
Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, ásannar, at tann danska lógin ikki er nøktandi, og at tey í nevndini kenna til fleiri dømi, har pápar eru komnir illa fyri í donsku skipanini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dámar ikki antin-ella-støðuna
Hagtøl vísa, at mammur vinna fleiri enn 80 % av rættarmálum um foreldramyndugleika. Í mun til nógv onnur lond rundan um okkum hevur ein danskur dómari ikki møguleikan at geva báðum foreldrum foreldramyndugleikan, hóast bæði verða mett egnað sum foreldur. Danski dómarin skal velja annað av foreldrunum, og tað heldur Kári á Rógvi vera nakað tvass, sum hann tekur til.
Higartil hevur verið ført fram, at føroyingar ikki kunnu smíða egnar lógir á økinum, av tí at vit ikki hava yvirtikið familjurættarøkið, men hesum er Kári á Rógvi ikki samdur við.
- Vit hava í fleiri hundrað ár gjørt lógir sjálv, sigur Kári á Rógvi, og kallar tað ein spurning um teknikk, um hetta skal gerast við ríkislógartilmæli, kongaligari fyriskipan ella onkum triðja møguleika.
- Tað skulu vit juristar nokk finna útav, sigur Kári á Rógvi, sum ikki heldur, at støðan í dag er ov nógv merkt av einari antin-ella-støðu. Tvs. at antin kunnu vit yvirtaka eina danska lóg ella einki gera.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki nøktandi fyri javnstøðuna
Kári á Rógvu heldur, at um støðan er so, at Innlendismálaráðið brúkar langa tíð at svara, um hetta ber til ella ikki, so kundu vit ístaðin latið Javnstøðunevndina gjørt eitt lógaruppskot ella verið skrivstova hjá eini møguligari nevnd, sum smíðaði eitt uppskot til føroyska lóg um forerldramyndugleika.
- Vit kundu byrjað í morgin, um tað skuldi verið.
- So kundu vit givið tilmælið í vetur, sigur Kári á Rógvi, sum leggur afturat, at núverandi danska lógin um foreldramyndugleika, sum Innlendismálaráðið ætlar at leggja fyri Løgtingið, ikki er nøktandi fyri javnstøðuna.
-- -- -- -- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$SITAT:
Brot úr brævi frá Kára á Rógvi, formanni í Javnstøðunvndini, til Rúna Joensen aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, dagfest 25. august 2006:
Serliga er neyðugt at viðgera nærri, hvørjar reglur skulu galda fyri foreldur, ið ikki búgva saman og ikki semjast um foreldramyndugleika og samveru. Til dømis kundi áseting verið um, at foreldrini eisini sambært dómi kunnu hava felags foreldramyndugleikar eftir at samlívið er endað, um tað er best fyri barnið(...)
Hvussu foreldramyndugleikalógin skal setast í gildi er bert spurningur um teknikk. Í donsku lógini er áseting um, at lógin kann setast í gildi í Føroyum við teimum broytingum, sum neyðugar eru eftir føroyskum viðurskiftum. Harafturat kemur, at løgtingið alt síðani tað var endurreist hevur kunna mælt fólkatinginum til at samtykt lógir fyri Føroyum, umframt at til ber at yvirtaka málsøkið. Tí er málið tíbetur spurningur um at antin at seta donsku lógina í gildi ella ikki. Vit kunnu og eiga at fáa ta foreldramyndugleikalóg, sum er best hóskandi.
-- -- -- -- -- -- --
MYNDATEKSTUR
Kári á Rógvi heldur, at hann og aðrir løgfrøðingar nokk skulu finna út av at smíða eina føroyska lóg um foreldramyndugleika, hóast málsøkið ikki er yvirtikið