Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hevur kært uppsøgnina av sær til Mentamálaráðið, men tað letur til, at tað ikki er einasta kæran, sum Mentamálaráðið skal viðgera komandi tíðina. Tí Miðlahúsið skilur, at teir tríggir journalistarnir, Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson hava sent eina kæru til Mentamálaráðið í vikuni.
Júst hvat kæran ítøkiliga inniheldur er ikki greitt enn, men sum skilst hava teir kært Kringvarpsstýrið og handfaringina hjá stýrinum av orrustuni seinastu tíðina, til Mentamálaráðið. Hesir hava áður víst sína ónøgd við støðuna í Kringvarpinum við at venda sær til júst Kringvarpsstýrið. Tá vístu teir sum skilst á ringar arbeiðsumstøðurnar og at teir vóru ónøgdir við uppsagnina av Liljan Weihe.
Tað var tann 24. november í fjør, at Vikuskiftis Sosialurin endurgav úr klagum, sum sendar vórðu til Kringvarpsstýrið, viðvíkjandi ónøgd á tíðindadeildini við nýggja stjóranum og millum annað tað, sum varð upplivað sum uppíblanding hjá stjóranum í redaktionella arbeiðið. Eina viku eftir fekk Liljan Weihe ætlanarskriv um uppsøgn orsaka av millum annað illoyalitet. Og stutt undan jólum fekk Liljan Weihe endaligu uppsøgnina frá Johnny í Grótinum. Síðani hevur Liljan Weihe kært uppsøgnina til Mentamálaráðið og hon og sakførari hennara hava biðið um, at eingin tíðindaleiðari verður settur, meðan kæran verður viðgjørd í Mentamálaráðnum.
Og nú hava tríggir journalistar kært Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið. Sostatt er tað bæði uppsøgnin av tíðindaleiðaranum og handfaringin hjá Kringvarpsstýrinum av orrustuni seinastu mánaðirnar, sum Mentamálaráðið skal taka støðu til. Eingin teirra hevur viðmerkingar til kæruna í dag.