fleiri, at tey ikki fingu at vita um broytingina fyrrenn mikukvøldið ella hósmorgunin, men eingin setti føtur í spenni ímóti, og so er fyrsta umfarið farið. Spurningurin er nú, hvussu tað verður komandi dagarnar [...] teir fara í Gundadal. HB er stórfavorittur. B36 skal aftur í øðrum umfari spæla á útivølli. Um teir fáa fulla úrtøku á Skála hava teir seks stig eftir tveir dystir á útivølli. Tí er møguleiki fyri sonnum [...] gini er av. At allir fimm dystirnir vórðu spældir, var í sær sjálvum ein sigur fyri fótbóltskappingina. Kappingarnevndin kendi seg noydda við stuttum skotbráði at býta fyrsta og sætta umfarið um, og feløgini
parti niður í 1,775, men nú er hesin sáttmálin galdandi fyri øll skip yvir 1500 brt., og tað heldur hann kortini er ein bati. Umframt prosentini, sum togast hevur verið um, er tímalønin hjá yvirmonnum [...] , sum arbeiða umborð ella í landi, meðan skipið er inni, dagførd, og tað er eisini ein bati. Skeiðvirksemi Ellintur fegnast eisini um, at reiðararnir nú skulu gjalda fyri skeiðvirksemi hjá yvirmonnum. [...] stýrimenn noyðast javnan á skeið, og nú er tað greitt í nýggja sáttmálanum, at tað verða reiðararnir, sum koma at gjalda fyri hesi skeiðini. Hann vísir á, at talan er um GMDSS-skeið í radioútgerð, trygdarskeið
runu eftir hvørjum øðrum, so tað er væl skilligt,at semingsmenninir hava givið skarvin yvir. Fyri mær at síggja er tað líka nógv fólkunum, tað er galið við. Talan er um vánaliga kemi. Tey orka ikki sýnið [...] uppí. Og tað er ov vánaligt, sigur Johan Dahl, sum er limur Sambandsfloksins á løgtingi. Um hann atkvøður fyri einum uppskoti um at steðga verkfallinum, vil hann kortini ikki siga, tí tað er upp til samgonguna [...] Dahl hálva sjeyndu millión krónur higartil. ? Árið er oyðilagt fyri okkara viðkomandi. Ársins yvirskot er burtur. Kollafjørður hevur mist alt, og í Vági er illa statt. Haraftrat kemur, at vit missa kundarnar
ið kanska ikki øll fegnast um. Men vert er at minnast til, at talan var um ein prinsippiellan sigur. Aldursviðbót kom fyri fyrstu ferð við í sáttmálan. Og staðfest er, at tað er ikki FAG og semingsmenn, [...] minnast, og gera sær sínar metingar um teir myrku verkfallsdagar, tá framtíð Føroya var tímar frá at fara fyri bakka. Orsøkin Vert er eisini at gera sær metingar um, hví krøv um hægri løn eru komin fram. Hví [...] skal økjast, so er ei at undrast á, at verkamaðurin krevur sín rætt, fyri at halda samfelagshjólini gangandi. Betsa dømi um, hvat hendir, um verkamaðurin leggur árarnar inn eina løtu, er støðan undir v
aftur um farna verkfall, samráðingar, sorgir og gleðir. Innan í frá. Hetta setir kanska kíla í gegnið, men tað er sum so ikki tað, ið er avgerandi her. Heldur er tað upplivingin. Ein uppliving, ið er unt [...] ræður um at fóðra sum best, tí júst sum á seyðasýning, so er tað fóðuri sum ger av, hvat endaliga úrslitið er, tá almenningur skal døma. Dysturin So áhugaverdur, ið sjálvur verkfalsdysturin er, so er tó [...] saman. Slík styrkiroynd er unt teim fáu. Og eftir at hava roynt partvís kann sigast, at hetta er einki at ynskja sær. Fyrst er tað at troppa upp. Fáa at vita, at bólkurin, ið tú er partur av, fekk tað og
fram ynski um at fáa venjingartíðirnar broyttar, so at ein venjing kundi vera tíðliga um morgunin og ein seint um kvøldið ístaðin fyri bert eina tíð mitt um náttina, sum støðan nú er. Sjálvt um eg eri sinnaður [...] nátturaðtíð í gjár skuldi fundur havast um ynski hjá Svimjisambandinum. Farið var langt út um evstamark her á blaðnum, tá fundurin skuldi vera, og tí kundu vit einki fáa við um hendan fundin í hesum blaðnum, men [...] fer fram nú er teknisk og intensiv venjing. Svimjararnir taka tíð á teinunum og telja tøkini. Hetta er svimjing sum tað ikki ber til at gera aðrastaðni. Tað sum undrar tey í Svimjisambandinum er, at tey
partarnir onkuntíð um vikuskiftið. Terje Sigurðsson veit ikki akkurát nær tað verður. - Men tá taka vit so støðu til um vit halda, at tað tænir nøkrum endamáli at royna seming, ella um vit bara skulu enda [...] útsett eitt møguligt verkfall ella verkbann til á midnátt sunnukvøldið, men nú kann hann ikki veita vissu fyri, at hetta evstamarkið er galdandi longur. - Tað kann ikki útihýsast, at arbeiðssteðgur verður áðrenn [...] eisini sjálvar samráðingarnar. Enda samráðingarnar, er verkfall í somu løtu. Tað hevur verið frammi at fakfeløgini hava kravt eina lønarhækking upp á yvir 6% og at Fíggjarmálaráðið hinvegin hevur kravt, at
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag um portørarnar, gongur út nú 1. oktobur og sostatt áttu samráðingar av røttum at byrja nú. Og Starvsmannafelagið hevur nú um dagarnar boðað Fíggjarmálaráðnum púra [...] eftirlíkað. Og tað kann vera nær sum helst, at tað hendir. Stríð um portørar Tað eru nú nakrir mánaðir síðani, at stríð tók seg upp um, hvørjum fakfelag portørarnir skuldu vera í. Hesi síðstu 40 árini [...] limir í Starvsmannafelagnum og ein triðingur er eftir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Tí hevur Starvsmannafelagið nú kravt at sleppa at samráðast við Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri allar portørarnar. Sáttmálin
agið hinumegin. Petur Zachariasen, sum er semingsmaður saman við Petur Joensen, sigur, at teir arbeiða fram ímóti einum semingsuppskoti. Men enn er púra óvist um tað verður til tað. - Vit bíða eftir a [...] Og klokkan fimm seinnapartin í gjár varð so farið undir eina roynd afturat og partarnir hava sitið síðani-men nú líður ímóti endanum og vit fáa at vita, um tað verður egg ella ungi. Á myndini eru teir [...] Enn er óvist um tað fer at eydnast at finna semju í sáttmálatrætuni ímillum Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Ar
honum eini fýra ár at putlast við at umvæla skipið. Tá tað er gjørt fer hann at sigla leigutúrar við ferðafólkum við skipi sínum. Undrast yvir áhugan Teir fýra sjómenninir løgdu leiðina úr Arsuk í suður [...] eina rokning á yvir túsund krónur fyri »nýtslu av vitum«. Tað kostaði okkum upp ímóti trýtúsund krónur at fara inn í Reykjavík og vera har í tvey samdøgur. Her á Havnini gjalda vit 80 krónur um dagin, sigur [...] »Nukik« undrast teir yvir tann stóra áhuga, sum føroyingar tykjast hava fyri skipum. ? Her ganga fólk allan dagin og hyggja og koma umborð ella koyra tey spakuliga framvið, og nú koma tit, sigur hin maðurin