Tað kann ikki longur útihýsast, at verkfall ikki verður áðrenn sunnukvøldið á midnátt.
Tað staðfestir Terje Sigurðsson, semingsmaður. Semingsmenninir høvdu annars útsett eitt møguligt verkfall ella verkbann til á midnátt sunnukvøldið, men nú kann hann ikki veita vissu fyri, at hetta evstamarkið er galdandi longur.
- Tað kann ikki útihýsast, at arbeiðssteðgur verður áðrenn á midnátt sunnukvøldið, sigur hann.
Semingsmenninir hava tosað við partarnar í trætuni, men hvørgin parturin er til at vika.
Sostatt hava teir sent fakfeløgini, Fíggjarálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið til hús at umhugsa støðuna.
Samband verður so aftur ímillum semingsmenninar og teir stríðandi partarnir onkuntíð um vikuskiftið.
Terje Sigurðsson veit ikki akkurát nær tað verður.
- Men tá taka vit so støðu til um vit halda, at tað tænir nøkrum endamáli at royna seming, ella um vit bara skulu enda semingsroyndina og harvið eisini sjálvar samráðingarnar.
Enda samráðingarnar, er verkfall í somu løtu.
Tað hevur verið frammi at fakfeløgini hava kravt eina lønarhækking upp á yvir 6% og at Fíggjarmálaráðið hinvegin hevur kravt, at lønin verður skerd 3%
Men hesum vísir semingsmaðurin aftur.
- Tey krøvini, eg havi sæð, eru munandi sámuligari enn tað, sigur hann.
Akkurát, hvar partarnir standa, vil hann ikki siga.
- Men tað er langt ímillum teir, leggur hann afturat.










