Enn er óvist um tað fer at eydnast at finna semju í sáttmálatrætuni ímillum Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Petur Zachariasen, sum er semingsmaður saman við Petur Joensen, sigur, at teir arbeiða fram ímóti einum semingsuppskoti.
Men enn er púra óvist um tað verður til tað.
- Vit bíða eftir afturmeldingum frá pørtunum og tað kann eins væl enda við, at tað ikki verður til nakað og at vit mugu geva skarvin yvir, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at hann væntar, at tað verður nú fyrrapartin í dag, at tað røkkur ella støkkur,
- Vit kunnu neyvan draga hetta nógv longur út enn uttan so, at okkurt serligt stingur seg upp, sigur Petur Zachariasen.
Partarnir fóru til seming leygarmorgunin og samráddust til á midnátt. Síðanið varð samráðst aftur allan sunnudagin til klokkan hálvgum trý mánanáttina.
Og klokkan fimm seinnapartin í gjár varð so farið undir eina roynd afturat og partarnir hava sitið síðani-men nú líður ímóti endanum og vit fáa at vita, um tað verður egg ella ungi.
Á myndini eru teir báðir semingsmenninir, Petur Zachariasen vinstrumegin, og Petur Joensen.