framgongd í seinastuni, so ikki ber til at siga, at talan er um ein avgreiðsluspurning hjá Kyndil, sum eisini hava verið eitt sindur óstøðugir í seinastuni. Tá ið Kyndil tapti fyri VÍF í Vestmanna í seinasta [...] avskrivað í kappingini um FM-gullið, hóast teir eru nakað væl aftan fyri fremstu liðini. Grannauppgerð í Havn Á Hálsi verður dystur millum tey bæði havnarfeløgini Kyndil og Neistan. Kyndil misti í seinasta [...] seg aftur í, at tað er Kyndil, sum er favorittur sunnudagin, tí liðið hevur staðið seg nógv betur í ár, enn hvat grannarnir úr Neistanum hava. Neistin hevur havt eitt serstakliga vánaligt ár í mansdeildini
dømis eftirskúli og ítróttarháskúli í Suðuroynni, listaútbúgving á Sandoynni, ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, útbyggingar av miðnámi á Kambsdali og nýggjur húsarhaldsskúli í Klaksvík. Vinnan Fyri at skapa [...] ovurstóru virðini í samfelagnum koma nú í nógv størri mun øllum fólkinum til góðar. Fyri tað næsta er at siga, at er ein ímóti at fyritøkurnar, sum gagnnýta okkara tilfeingi, eru við til at rinda í felagskassan [...] serliga trong kor fíggjarliga. Tey lesandi Tað er lagaligari og meira dragandi at lesa í Føroyum í dag. Tey lesandi fáa meira í lestrarstuðli og fleiri útbúgvingar eru settar á stovn. Somuleiðis eru fleiri l
tey í tali og ymiskt bæði av nationaliteti, útsjónd og stødd. Fleiri eru gamlir kenningar, sum vitja aftur ár um ár. Men sum vera man koma eisini nýggj, ella í hvussu er skip, sum ikki hava verið í Føroyum [...] mangan vitja einsamalla. Hetta skipið skal til Vestmanna, eins og farið verður undir land í Mykinesi. Har hava teir fyri at fara inn undir bergið við fólki í smáum gummibátum. Hetta eru stórar upplivingar [...] upplivingar hjá hesum fremmandafólkunum. Umboð hjá Explorer í Føroyum er Thor Shipping í Havn, meðan Hoyviking Tours hjá veteraninum Sigurði Simonsen í Hoyvík skipar fyri útferðunum, gjørdar verða við ferðafólkinum
Tá "Úr bygd í bý" á vitjan í Vestmanna stakk innar á gólvið hjá Mariu á Heygum, var blíðskapurin í hásæti. Komnir framvið stóra kjálkabeininum av hvali, ið verður nýtt sum bonkur í aldingarðinum, stóð [...] stungið kápuna í eina rivu í húsavegginum. So er bert at sleppa sær niðan aftur í heitu stovuna. Væl til passar veitrar hon okkum farvæl, tá vit takka fyri blíðskapin og skunda okkum í fjálga bilin. [...] unglingin blíð og týð í hugnaligu stovuni, við nýbryggjaðum kaffi og heitum bollum og køku. Stovan er ikki merkt av, at minst tvær stórar innbúgvfyritøkur hava húsast í høvuðsstaðnum í áttatiárunum. Heldur
? Í einar 40 minuttir spæla vit rímuliga góðan hondbólt, og taka okkum veruliga fram í mun til fyrsta dystin í ár, men so dettur alt á gólvið. ? Vit gera helst ein feil við at brúka so nógva tíð í ál [...] ? Annars gekk væl í 40 minuttir og vit taka okkum heilt greitt fram í mun til fyrsta dystin í ár. Tað er gott at síggja, at tað gongur fram á, men vit mugu tosa um tað, sum hendi í hesum dystinum, og [...] Benny Vium, skilti nóg illa gongdina í dystinum ímóti StÍF sunnudagin. Hansara lið tóktist hava fullkomiliga tamarhald á dystinum, og var langt á odda í seinna hálvleiki. Í hálvleikinum var støðan 15-10 til
Føroya at halda tveir fyrilestrar. Tann fyrri var í Vestmanna skúla í gjár og leygardagin kl.14.00 verður aftur høvi at hoyra Hans Paula í hølunum hjá MBF í Havn. Rópa politikarnar upp - Eitt av aðalmálunum [...] verða tagd í hel. Spyrt tú teg fyri á einum skúla til dømis, fært tú uttan iva at vita, at tey ongan orðblindan næming hava, sjálvt um vit við vissu vita, at tað í hvørjum føroyskum skúlaflokki í miðal sita [...] ongin máti at testa teir í Føroyum, sum tey gera aðrastaðni, og tí eru tey orðblindu ikki til sambært hagtølum, sigur Anna Karin Kjeld, formaður í felagnum fyri lesi- og skriviveik. Í eini roynd at varpa nýtt
Kappróðrarfelagið NSÍ og róðrardeildin hjá ÍF hava hetta broytt. Í felags áheitan á aðalfundin verður skotið upp, at grein eitt í reglunum fyri FM í kappróðri verða broyttar soleiðis, at tað nú fer at standa [...] fulltrúir kunnu nýtast ella ikki. Nevndin í RSF hevur eisini lagt fyri aðalfundin uppskot um at skerpa reglurnar fyri at atkvøða á aðalfundinum. Í grein fimm í ásetingunum hevur tað higartil staðið, at [...] aðalfundi umboða róðrarfelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað, og uttan at hava limagjalds- og limaviðurskifti síni í lagi". RSF nevndin skjýtur nú upp, at hetta verður lagt
sína arbeiðsmegi fram, og øll fáa møguleika fyri at koma í starv, har hetta er í boði. Arbeiðið at gera ásetingarnar meiri ítøkiligar er farið í gongd, og tað er at fegnast um. Leiðreglur til tað almenna [...] sum formaður í MBF limur í ráðnum Kristianna Sjóvará umboðar Løgmansskrivstovuna Jan Simonsen umboðar Almanna- og heilsumálaráðið Hallbera F. West frá Almanna- og heilsumálaráðnum er skrivari í Ráðnum fyri [...] fyri brekað er ráðgevandi í málum viðvíkjandi brekaðum. Ráðið fyri brekað skal: geva landsstýrinum ráð í øllum almennum málum, sum hava týdning fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum, og geva øðrum almennum
Neistaliðið er styrkt í ár í mun til í fjør við tað, at Nicoleta Radu Hansen og Annika Ljósstein eru komnar í hópin úr ávíkavist Søljuni og Stjørnuni. Hinvegni hevur liðið mist ein profil í Marjun Tróndarson [...] n tók Kyndil móti Søljuni í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil sær út til at standa seg betur í ár enn í fjør, og liðið hevur longu fingið nøkur stig til høldar. Søljan taldist í fjør millum teirra, sum stríddust [...] Neistin vann dystin á Skála 23-20, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 12-12 í hálvleikinum. Neistin var á odda í fleiri førum í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist tó hvørja ferð vertunum at koma upp á javnt
vitjan. Hann hevur verið vitjan hvørt ár í samfull 28 ár. Og tað bilar heldur ikki við at tosa føroyskt. Erik Ludvigsen er dani, men hann er limur í føroyingafelagnum í Ålborg, lesur føroysku bløðini og nógvar [...] Føroya. Erik búði tey fyrstu tjúgu árini av sínum lívi í Føroyum og tók eisini studentsprógv í Føroyum. Foreldrini, Erna og Knud Lugvigsen, búðu í Føroyum árini 1922 til 1945. Pápin stjórnaði Føroya Banka [...] og hevur millum annað undirvíst við lærda háskúlan í Ålborg og starvast sum advokatfulltrúi. Síðst í nítiárunum byrjaði Erik at gera vart við seg í føroyska kjakinum við lesarabrøvum. Nógv av tí, Erik