Endurtøka av steypafinaluni

Sunnudagin skal breiddin í hópinum hjá oddaliðnum VÍF veruliga standa sína roynd, tá ið vestmenningar skulu inn á Skála at spæla móti StÍF í eini endurtøku av steypafinaluni farna vikuskifti.

Eingin ivi er um, at tað var tað betra liðið, sum vann steypafinaluna farna leygardag, tá ið StÍF og VÍF dystaðust. Strandingar vóru væl betur, og tað var týðuligt, at saknurin í teimum báðum Olsen-beiggjunum var stórur hjá VÍF.
 
Nýggjur spælskipari
Greitt er undan dystinum á Skála sunnudagin, at VÍF noyðist at verða brøðurnar Áka og Inga Olsen fyriuttan, og harafturat er Áki G. Olsen eins og teir báðir fyrrnevndu eisini skaddur. Hetta hevur við sær, at VÍF noyðist at finna sær ein nýggjan spælskipara til dystin sunnudagin, tí vanliga er tað Ingi og onkuntíð Áki G., ið røkja hetta pláss.
Mest upplagt er, at tað verður Daniel Rapa ella Agnar Joensen, sum koma inn á plássið. Helst verður tað Rapa, meðan Agnar so verður koyrdur á høgra bakkplássi hjá Áka. Á strikuni, har sum Agnar annars hevur húsast størsta partin av kappingarárinum, verður tað so ístaðin bróður Agnar, Johnny, ið fer at halda til.
Skaðarnir hjá teimum trimum lyklaleikarunum hjá VÍF hava við sær, at breiddin á liðnum nú av álvara skal standa sína roynd. Staðfestast má eisini, at tað allarhelst bara verða heilt ungir leikarar, sum vanliga ikki fáa so nógva spælitíð á besta liðnum, sum nú koma at fáa ein nógv størri og meiri týðandi leiklut sum eykaleikarar.
Hjá StÍF er sjálvsálitið uttan iva í topp, eftir at liðið vann so mikið greitt á VÍF í steypafinaluni. Einki trýst er á strandingum, nú teir hava vunnið steypakappingina, og tað kann verða ein stórur fyrimunur hjá StÍF, sum enn helst ikki eigur at verða avskrivað í kappingini um FM-gullið, hóast teir eru nakað væl aftan fyri fremstu liðini.
 
Grannauppgerð í Havn
Á Hálsi verður dystur millum tey bæði havnarfeløgini Kyndil og Neistan. Kyndil misti í seinasta leikumfarinum oddasessin til VÍF, men teir tevja óivað blóð, nú teir hava frætt um skerdu manningina hjá vestmenningum.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er Kyndil, sum er favorittur sunnudagin, tí liðið hevur staðið seg nógv betur í ár, enn hvat grannarnir úr Neistanum hava. Neistin hevur havt eitt serstakliga vánaligt ár í mansdeildini, men hinvegin kann sigast, at liðið hevur havt eina ávísa framgongd í seinastuni, so ikki ber til at siga, at talan er um ein avgreiðsluspurning hjá Kyndil, sum eisini hava verið eitt sindur óstøðugir í seinastuni.
Tá ið Kyndil tapti fyri VÍF í Vestmanna í seinasta landskappingardystinum, vóru hvørki Finnur Hansson ella Jakob Jónsson við á liðnum, men teir verða báðir óivað við sunnudagin.
 
Treiskir kollfirðingar
Seinasti dysturin í Atlantic Airways kappingini um vikuskiftið verður í Hoyvíkshøllini, har tey bæði liðini, ið hava heimavøll í høllini, H71 og KÍF, hittast. Kollfirðingar hava óivað verið mest positiva yvirraskilsi í hesum kappingarárinum, og púra óvæntað liggja teir nú á bronsuplássinum.
Við sínum eyðkenda stríðsanda og ágrýtna verjuspæli hevur KÍF ferð aftaná ferð í hesum kappingarárinum brotið rútmuna hjá mótstøðuliðunum, sum hava havt sera ilt við at rokna kollfirðingarnar út.
Ein av styrkunum hjá KÍF tykist eisini verða tað, at liðið sum so ikki hevur nakrar stórar ?profilar?, sum tað hvílir nógv á. Leikararnir eru javnt góðir, og allir geva teir seg fult út fyri liðið.
H71 fekk í seinasta umfarinum ein kærkomnan sigur, tá ið teir vunnu á Neistanum, men avrikini hjá hoyvíkingum hava ikki verið serliga sannførandi í seinastuni. Hoyvíkingar hava tó enn møguleikan fyri at gera seg galdandi í kappingini um heiðurstekin, og við tí fólkinum, sum H71 hevur at ráða yvir, er góður møguleiki fyri hesum, men tað krevur so eisini, at teir fáa fulla úrttøku móti KÍF sunnudagin.