arbeiðsbólkinum. Kári Thorsteinsson vísir á, at Ráðið fyri Ferðslutrygd leingi hevur roynt at strongt á yvir fyri politikarum at fáa eina nýggja ferðslutrygdarætlan, men at tað er ikki eydnast fyrr enn nú. Nýggja [...] liðug við ferðslutrygdararbeiðið. Vit síggja, at tey átøk, ið tá vórðu gjørd, hava gjørt mun, millum annað at promillumarkið varð sett niður úr 0,8 til 0,2, at tað kom skipan við klipp í koyrikortið, nullmark [...] stóran mun. Men undirvísing, upplýsing og tað at skapa ein hugburð til ferðslu, tað er tað, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd er til fyri at gera. Alt hetta hevur gjørt, at vit eru komin so langt, sum vit eru, sigur
hesi venjing er at spælarar skulu kunna renna skjótari, leypa hægri, skjóta harðari, hava lættari við at bróta ígjøgnum verjuna, umframt, at tað verður lættari at steðga spælarum, ið royna at bróta ígjøgnum [...] skjótt gerast endamál í sær sjálvum, soleiðis at ynski um at blíva størri og sterkari kostar í mun til menningina av styrki og kvikleika. Fyri at tryggja at framgongdin í styrki sæst aftur á vøllinum, verða [...] kropsligu venjingini er at betra um kropsligu førleikarnar í mun til ítróttarligu krøvini, skrivar Heri Ziska á heimasíðuni hjá hjá Hondbóltssambandinum. Í ítróttini kann tað tó vera trupult at máta objektivt um
ábyrdarleyst at gera so stórar broytingar við teirri grundgeving, at ein meiriluti av fólkinum tekur undir við tí, uttan at spyrja fólkið fyrst. Vit kunnu undir ongum umstøðum loyva okkum at hugsa tankan [...] eru so álvarsligar og tríva so djúpt inn í føroyska virðisgrundarlagið, at eingin ivi kann vera um, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan. Hóast eingin áseting beinleiðis er um minnilutaverju í [...] Fólkaflokkurin, og Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, hava sett uppskot fram um at senda málið um at loyva samkyndum at giftast til fólkaatkvøðu. Málið er lagt fram millum 2. og 3.viðgerð. Í viðmerkingunum
munin betri. T.d. halda vit ikki at tað er í lagi, at gamlir oljuketlar og verða sammettar við spildurnýggjar hitapumpur - úrslitið er givið uppá forhond. Eisini halda vit, at nýtsluvirðið á hitapumpunum ov [...] ov lágan el-prís, tá orkutólini verða sammett. Vit meta als ikki, at við hesum ivasama grundarlagi, at tað verður staðfest objektivt, at hitapumpur, í føroyska veðurlagnum og við verandi el-framleiðslu [...] inn á el-netið? Vit eiga at taka hetta meira álvarsligt. Herfyri mundi t.d. komið so vítt at eitt tungoljudrivið orkurverk varð bygt í barnaríkasta økinum í Føroyum. Eg haldi, at kjakið um elektrifisering
okkara ítróttafólk, eisini at sleppa at luttaka í altjóða kappingum uttanlands, og at hetta er í tryggari legu, so øll íðkandi kunnu hava hesa gularótina, at sleppa á landslið og at kappast uttanlands fyri [...] seinastu mongu árini. Tað ynskja vit eisini at gera, og harmast vit somuleiðis um, at forseti okkara hevur lagt frá sær. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Flogbóltssambandi Føroya og Svimjisambandi Føroya [...] vit enn einaferð gera greitt, at tað er okkara sannføring, at ein býtislykil, sum er meira virksemistengdur, er besta argument hjá ÍSF mótvegis myndugleikunum, soleiðis at fleiri pengar koma inn í skipanina
Kommuna at leiga tímar í høllini til skúlar, barnagarð, tey eldru og tað er eisini við til at tryggja raksturin. Men borgarstjórin ivast heldur ikki í, at feløg, og lið fara at koma aðrastaðni frá at leiga [...] Hann sigur, at tað er tilvitað, at tey hava gjørt av at byggja eina marghøll, og ikki eina fótbóltshøll burtur av. Í allarflestu førum er ein hálvur fótbóltsvøllur nøktandi at venja og at spæla á og samstundis [...] skelkaðaðir, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at høllin kostar 20 milliónir, tá ið hon er klár at taka í nýtslu, við allari útgerð. Fíggingin er útvegað, men at tey vænta sær stuðul frá Fótbóltssambandinum
um ætlanina at loyva samkyndum at giftast í Føroyum. Jastrid og Pauli Høj, samkomuleiðarapar í Kelduni, sum umboða bæði samkomuna, og frískúlan í Kelduni í Skálafirði, mæla staðiliga frá at broyta hjún [...] gjørt. - Vit meta tí, at við einum so týðandi máli, kundi tað verið áhugavert at sent spurningin út til fólkaatkvøðu, siga tey bæði. Tey vísa eisini til orðini í Jyske Lov um, at við lóg skal landið byggjast [...] broytingin kann, á ongan hátt, sigast at verða í samsvari við Bíbliuna, og førkar okkum tískil burtur frá aldargamla kristna grundvøllinum. Tey siga, at samkynt hjúnalag fer at avlaga týdningin av hjúnabandinum
og skemtiliga leggur hann afturat, at hann hendan dagin hevði nógv at gera, tí hann rann ímillum eina familjusamkonu, brúdleyp og so tað at stovna partafelag. -So var at fáa fígging. Eyðun, bróður, gjørdi [...] hálvannað ár seinni hugsaði Arni um at royna okkurt nýtt, tí tørvur var á at betra umstøðurnar. -So varð stykkið, har Torgið nú stendur, til sølu. Vit keyptu, uttan at hava nakra lidna ætlan, tí onkur onnur [...] handilsmiðstøðin Torgið lat upp í 2008, høvdu Arni og Rakul hugsað, at tey róku matvøruhandilin, og leigaðu út til onnur at taka sær av at selja klæðir , gávulutir og annað. -Vit hugsaðu eittnú um handlar
man vera, at tit skulu fylgja tykkara hjarta. Finn tað, sum tær dámar at gera, og sum verðin kann fáa gleði av. Og um tú ikki hevur funnið tað enn, halt so á at leita. Eitt gott lív er at gera tað, sum [...] tú vilt, og at vilja tað, sum tú gert. - Hetta er alt samalt púra rætt, men eg havi eg hug at leggja nakað afturat. Tí sjálvandi skulu tit fylgja tykkara hjarta, men tit eiga samstundis at taka atlit til [...] Einaferð fara tit at skriva umsóknir til kræsnar og selektivar arbeiðsgevarar. Tað er stuttligt at lesa og læra, men man lesur ikki bara til stuttleika. - Summi fylgja sínum hjarta so blint, at teirra avgerðir
Tað gagnar ongum, at gjógvin millum rík og fátøk veksur, og kann hetta lættliga fáa eitt samfelag at støkka sundur. Eitt sømiligt lív, hava øll rætt til, og sjálvandi skal bera til, at liva av einum fu [...] setast handan føgur orð um at finna neyðugu pengarnar. Vitandi Føroyar: Útbúgving, gransking og íløga í lestrarumhvørvi skal háraðfestast. Tí hetta er ein hin besti mátin at framtíðartryggja samfelag okkara [...] eitt gott og áhugavert lestrarumhvørvi fær ung og ungar barnafamiljur at velja Føroyar. Skapandi Føroyar: Vit hava ríkar møguleikar at byggja upp nýggjar vinnur og harvið inntøkumøguleikar. Vit skulu og