Tveir formenn í andstøðuflokkunu og Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, og Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, hava sett uppskot fram um at senda málið um at loyva samkyndum at giftast til fólkaatkvøðu.
Málið er lagt fram millum 2. og 3.viðgerð. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skriva teir fýra uppskotsstillararnir:
Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, undirstrikaði í sínari røðu, hvussu týdningarmikið hetta málið er og tosaði fyri, at tað fer til fólkaatkvøðu.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt:
"Undir viðgerðini av uppskotunum um broyting í hjúnabandslógini hevur verið ført fram, at ein meiriluti av Føroya fólki tekur undir við at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu giftast borgarliga.
Hetta er ført fram av Løgtingsins røðarapalli, og eisini hevur LGBT latið Trivnaðarnevndini skjal við Gallup-kanning. Tó er eingin kanning gjørd, sum við vissu sigur okkum, hvat meirilutin av Føroya fólki heldur um ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini.
Tað einasta, sum álítandi kann greiða tann spurningin, er ein fólkaatkvøða. Tað er ábyrdarleyst at gera so stórar broytingar við teirri grundgeving, at ein meiriluti av fólkinum tekur undir við tí, uttan at spyrja fólkið fyrst.
Vit kunnu undir ongum umstøðum loyva okkum at hugsa tankan um at stjórna einum landi við Gallup-kanningum. Talan er her um eitt sera prinsipielt mál, eitt mál, sum er ein uppgerð við eina aldargamla sið- venju, og tí er upplagt at spyrja fólkið, um tað tekur undir við málinum. Somu hugsan hava fólk aðrastaðni eisini.
Tí hava sum dømi Írland, Slovenia, Kroatia og California hildið fólkaatkvøðu um spurningin. Og í Australia er ætlanin at halda fólkaatkvøðu um sama mál seinni í ár. Tað er ikki ofta, at fólkaatkvøða verður hildin í Føroyum.
Men ætlaðu lógarbroytingarnar eru so álvarsligar og tríva so djúpt inn í føroyska virðisgrundarlagið, at eingin ivi kann vera um, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan.
Hóast eingin áseting beinleiðis er um minnilutaverju í føroyskari lóggávu, so er í § 42, stk. 1 í tí donsku grundlógini ásett:
“Når et lovforslag er vedtaget af folketinget, kan en trediedel af folketingets medlemmer inden for en frist af tre søgnedage fra forslagets endelige vedtagelse overfor formanden begære folkeafstemning om lovforslaget. Begæringen skal være skriftlig og underskrevet af de deltagende medlemmer.”
Serligar viðmerkingar Ríkislógartilmælið verður ikki sett í gildi, fyrr enn § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini annaðhvørt verður strikað ella umorðað soleiðis, at lógin ikki heimilar signing av borgarligari vígslu fyri samkynd pør.
Tá hesin parturin er avgreiddur, skal fólkaatkvøða verða hildin. Á fólkaatkvøð- uni verður atkvøtt fyri og ímóti ríkislógartilmælinum. Um í minsta lagi helvtin av teimum, sum hava valrætt til Løgtingið, taka lut í fólkaatkvøðuni, og ein meiriluti av teimum atkvøða fyri, kemur ríkislógartilmæli í gildi.
Løgmaður ásetir í kunngerð, nær og hvussu fólkaatkvøðan verður hildin, men kann eisini heimila øðrum landsstýrismanni at fyriskipa og standa fyri fólkaatkvøðuni. Sambært Stýrisskipan Føroya § 48 skulu uppskot til ríkislógartilmæli, ið Løgtingið hevur samtykt, fáa gildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og sent ríkismyndugleikunum.
Hetta merkir, at løgmaður innan 30 dagar skal staðfesta og senda ríkismyndugleikunum samtykta ríkislógartilmælið. Áðrenn danskir myndugleikar kunnu seta ríkislógartilmælið í gildi, skulu viðurskiftini viðvíkjandi § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini fáast upp á pláss, og harnæst skal fólkaatkvøða haldast í Føroyum. Um ein meiriluti á fólkaatkvøðuni er fyri, kann ministarin seta ríkislógartilmæli í gildi."










