- Fylg hjartanum, men gloymið ikki at brúka høvdið!
Tað var boðskapurin hjá Heina í Skorini, tá ið hann helt røðu fyri pisunum av studentaskúlanum í Hoydølum á pisufundi í Viðarlundini í Havn í gjár.
Hann brúkti søguna um Høvdavirkið í Leirvík sum eitt dømi um, at tað loysir seg at hugsa um givna veruleikan, trúgva uppá síni hugskot og fara í gongd. Tað eru slík fólk, sum reisa varar og leggja nakað eftir seg.
Tað er ein fyritøka, sum bókstaviliga brúkar høvdið, tí hon úflytir einki minni enn turkað toskarhøvd, mest til Afrika.
- Á asfaltinum í Keypmannahavn tosa tey nógv um globaliseringina, í Leirvík liva tey globaliseringina.
- Ein tann slitnasti boðskapuin á pisufundum man vera, at tit skulu fylgja tykkara hjarta. Finn tað, sum tær dámar at gera, og sum verðin kann fáa gleði av. Og um tú ikki hevur funnið tað enn, halt so á at leita. Eitt gott lív er at gera tað, sum tú vilt, og at vilja tað, sum tú gert.
- Hetta er alt samalt púra rætt, men eg havi eg hug at leggja nakað afturat. Tí sjálvandi skulu tit fylgja tykkara hjarta, men tit eiga samstundis at taka atlit til nakrar kyniskar veruleikar.
- Tykkara útbúgvingarval hevur nevniliga avleiðingar fyri tykkara møguleikar seinni í lívinum. Summar útbúgvingar eru smalari enn aðrar.
- Summar eru minni eftirspurdar enn aðrar. Og einaferð eru tit liðug. Einaferð skulu tit brúkast til okkurt. Einaferð fara tit at skriva umsóknir til kræsnar og selektivar arbeiðsgevarar. Tað er stuttligt at lesa og læra, men man lesur ikki bara til stuttleika.
- Summi fylgja sínum hjarta so blint, at teirra avgerðir við tíðini gerast meiri avmarkandi, enn tey høvdu ímyndað sær.
- So tá tit nú leggja frá landi, skulu tit sjálvandi brúka tykkara hjarta, men gloymið ikki høvdið.
- Men lukkan er tíbetur ikki bara tengd at hesum at koma uppá tindarnar. Tað góða lívið snýr seg ikki bara um at vera fremst og best. Øll eru ikki úrmælingar, og øll kunnu ikki vera úrmælingar. Í dag koma alt ov nógv fólk út í svárar trupulleikar, tí teirra vónir til lívið eru púra veruleikafjarðar.
- Góða pisa, tað snýr seg um at finna tað, sum tú hevur hug til at gera, og gera hetta so væl sum gjørligt – eftir førimuni. Eg hugsi um allar tær ósjónligu hetjurnar í gerandisdegnum, sum fáa okkara vælferðarsamfelag at hanga saman. Fólk, sum ongantíð stjala yvirskriftir, men sum vit ikki kundu verið fyri uttan.
- Pedagogarnir, sum taka sær av okkara børnum hvønn dag. Sjúkrarøktafrøðingarnir, sum eru har, tá sjúka rakar og lívið fer í stand-by. Heimarøktirnar, sum taka sær av okkara gomlu, tí vit sjálvi ikki hava stundir. Kommunumenninir í litríkum vestum, sum alt árið og í øllum veðri gera býin reinan og nossligan, uttan at nakar gevur sær far um teir. Øll hesi tannhjulini í tí stóra maskinarínum, sum vit rópa vælferðarsamfelagið.
- Og detta tey frá – ja, so dettur alt sundur. So góðu pisur, hesar yrkisleiðir eru minst líka neyðugar og týdningarmiklar, nú tit sjálvi skulu velja, segði Heini í Skorini.
Trýst HER og les tað, hann hevði at fortelja nýklaktu pisunum
Niðanfyri eru fleiri myndir av pisufundinum í Viðarlundini í gjár.










