Hetta kloyvir føroysku tjóðina í tvey

Kristilig samkoma heldur, at tað kundi verið áhugavert at havt fólkaatkvøðu, um samkynt hjánalag skal verða loyvt í Føroyum, ella ikki

 - Tað er neyvan nakað føroyskari søgu, sum hevur sett slíkan klovning í Føroya fólk, sum málið um samkynt hjúnalag.

 

Tað staðfesta tey í samkomuni, Kelduni, í Skálabotni.

Eisini tey í samkomuni Kelduni hava nú sagt sína hugsan um ætlanina at loyva samkyndum at giftast í Føroyum.

 

Jastrid og Pauli Høj, samkomuleiðarapar í Kelduni, sum umboða bæði samkomuna, og frískúlan í Kelduni í Skálafirði, mæla staðiliga frá at broyta hjúnabandslógina.

 

Eins og aðrar samkomur, halda eisini tey í Kelduni, at tey hjúnabandið skal vera ímillum mann og kvinnu.

 

Men tey halda eisini, at neyvan er tað nakað mál í Føroya søgu, sum hevur kloyvt Føroya fólk so í tvey, sum hetta málið um samkynt hjúnalag hevur gjørt.

 

- Vit meta tí, at við einum so týðandi máli, kundi tað verið áhugavert at sent spurningin út til fólkaatkvøðu, siga tey bæði.

 

Tey vísa eisini til orðini í Jyske Lov um, at við lóg skal landið byggjast.

- Verður núverandi skipan broytt, byggja vit land á annan hátt enn áður, og tað kemur at ávirka alt samfelagið, sigur samkomuleiðaraparið í Kelduni.

 

- Hóast vit kanska ikki síggja broytingina frá degi til dags, so vil ein so mikið grundleggjandi broyting ávirka komandi ættarlið.

 

- Ætlaða broytingin kann, á ongan hátt, sigast at verða í samsvari við Bíbliuna, og førkar okkum tískil burtur frá aldargamla kristna grundvøllinum.

 

Tey siga, at samkynt hjúnalag fer at avlaga týdningin av hjúnabandinum, tí tað er hjúnabandið ímillum mann og kvinnu, ið gevur bestu karmar fyri børn at vaksa upp.

 

- Børn hava tørv á einari mammu og einum pápa. Tað eru ikki tvey av sama kyni, sum geva ta røttu rammuna fyri eitt barn at vaksa upp í.

 

- Samkynd kunnu, uttan iva, vera góð foreldur. Men ein mamma verður ongantíð ein pápi, og ein pápi verður ongantíð ein mamma.

 

- Sum nú er, er hjúnabandið bygt á rætt barnsins til eina mammu og ein pápa, og hesin rættur er sera týðandi fyri barnið. siga Jastrid og Pauli Høj.

 

Men Hví skulu øll ikki hava sama rætt at giftast við tí, tey elska, spyrja tey eisini.

 

- Longu sum er, er møguleikin at gifta seg, løgfrøðiliga avmarkaður uppá nógvar mátar, og ikki bara fyri  samkynd, svara tey sjálvi.

 

- Ein persónur kann ikki gifta seg við einum, sum longu er giftur, sama kærleika.

 

Tey vísa eisini á, at ein ein giftur maður kann ikki gifta seg við einum triðja, ella fjórða persóni, sjálvt um hann elskar teir allar.

 

- Ein persónur kann ikki giftast við einum av sínum systkum, ella einum ómyndingi, sum hann kanska elskar.

 

- Loyva samkyndum hjúnabondum, hví skal tað so steðga her, spyrja tey.

 

- Vit eru samførd um, at henda broytingin er bara tann fyrsta í einari langari røð. Í løtuni eitur tað kanska borgarligt hjúnaband, men áðrenn langt er umliðið, vil man sleppa longur. Tað kemur ikki at steðga her, heldur samkomuleiðaraparið í Kelduni

- Vit vita, hvat vit hava, so hví ikki heldur fylgja okkara siðvenju og mentan? spyrja tey.

 

- Fyri okkum snýr hetta seg ikki um løgfrøði men fyrst og fremst um, at hjúnabandið er nakað serstakt.

 

-Tað ber ikki til at gera neyðsemjur, hvat hjúnabandinum viðvíkur. Verður lógin broytt, missir hjúnabandið sín núverandi týdning, og harvið sítt virði og sína tign.

 

- Hetta skakar eitt týðandi grundarlag, sum samfelagið, familjan og skúlin stendur á, siga teir báðir leiðararnir í Kelduni, Jastrid og Pauli Høj.