hevur verið funnist at tí fyrisitingarligu umskipanini, ið Finn Normann Christensen (FNC) stóð á odda fyri á sinni. Endamálið við umskipanini var at smalka almennu miðfyrisitingina, at gera hana meira smidliga [...] øki tóktist hetta at vera galdandi nevniliga, tá talan var um starvsetanir. Landið fekk ein almennan starvsfólkapolitikk, og fyri at eingin ivi skuldi vera um, at alt hetta var meint í álvara, so fekk [...] ætlað at bøta um. Hetta er mikið spell, tí fer starvsfólkapolitikkurin á glið, so skaðar hetta umdømið hjá allari miðfyrisitingini. Hetta gongur út yvir trúvirðið hjá øllum stjórnarráðum - tað er sum
roynt at finna aðrar vegir fyri at peningastovnurin kann stillast sum um at loyvini vórðu sett í veð. Og Búskaparráðið er sannført um, at tað er meiningsleyst at myndugleikarnir geva loyvi til at fiskiloyvi [...] Búskaparráðið heldur, at tað er ongin ivi um, at ein skipan, har vinnan betalir fyri rættin at gagnnýta fiskatilfeingið, fer at gera vinnuna effektivari. -Men tað er undrunnarvert, at politiski myndugleikin [...] frágreiðing í sambandi við at Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum er farin at kanna keyp og sølu av fiskiskipum. Ráðið sigur, at eitt eyðkenni við skipafígging í Føroyum er , at fíggingarstovnarnir kunnu
løgregluna, tí tað fer bara at føra til órógv, segði hon, tá hon í staðin segði norska Dagbladet frá tí, hon hevði funnið. Dagbladet, sum var við til at kanna posan, sigur, at talan er um hannplantur av marihuana [...] sum er eri, hugdi eg, hvat var í. Eg sá beinanvegin, at talan var um marihuana, sigur kvinnan. Hon tók posan við sær inn í íbúð sína, men ynskti ikki samband við løgregluna. - Nei, eg ynski ikki at seta [...] Nissurnar í Noregi eru eftir øllum at døma ikki so skikkiligar, sum tær í Føroyum. Í Oslo fann ein tilkomin kvinna í gjárkvøldið ein nissuposa, tá hon fór at vitja eina grannakonu. Men í posanum vóru ikki
lidnir at draga tørnaði eg inn, sigur hann. Vaknaði í kvirru ? Nú vakni eg og skilji ikki rættuliga hví tað er so kvirt umborð. Her er ongin motorur at hoyra og eg fekk tað ikki rættuliga at passa, at vit [...] og skal út at hjálpa teimum. Framvegis er sama tøgnin, tað er líka sum alt ljóð av dekkinum er burtur. Meðan eg standi í leytaranum hoyrist ein rødd rópa úr maskinrúminum: "Símun Hans" ja, hon rópti mítt [...] mikudagin var so ringt veður, at vit fóru ongan veg. Út á mikudagin fingu vit boð um at egna. Símin segði, at í kvøld fóru vit út. Nógvir eingilskmenn lógu inni, so friðaligt fór at vera á Norðhavinum. Vit engdu
herumframt vita, at slíka reglu fáa vit ikki inn í donsku revsilógina? Mark átti verið fyri, hvat borðreitt verður fyri okkum av uttanumtosið. Er virðingin fyri okkum veljarum lítil, er hon er enn minni mótvegis [...] Tað er tað, sum viðgerast skal. Tí liggur stórt álvarsemi aftanfyri og í hesi reglu. Greinin snýr seg um at tryggja pláss fyri øllum. Reglan er ein antidiskrimantiónsregla, og er júst ikki ætlað at fevna [...] Ístaðin fyri at tosa um at avtaka regluna § 266 b, kundi kjakið snúð seg um, hvørjir teir bólkar eru, sum eiga at koma við í hesa grein. Kann semja finnast um tað. Tað er av týdningi, at greitt framgongur
lagt longri úti á víkini at verja fyri brimi. Ætlanin er eisini at tryggja bakkan fram við Kirkjubømúrinum út til Líkhús, ið er sunnan fyri Múrin. Íalt er strekkið, har talan er um at gera bakkaverju, umleið [...] nnan, at tað stendur ongastaðni, hvør hevur ábyrgdina av at gera bakkaverjur, men hinvegin svitast tað ikki, at tað er Landið, sum hevur ábyrgdina av okkara fornminnum. Men hon sigur eisini, at peningur [...] verður farið undir at kanna havbotnin út fyri Kirkjubø fyri at kanna, hvussu tað ber til at forða fyri, at okkara fremstu fornminni verða skolað í havið. Tað verður aftur og aftur ført fram, at brim máar so
MEN: Um tað at verða fíggjarliga ábyrgdarfull er ósexut, so eru vit tað ! Um tað, at seta nýtslu eftir inntøkum er ósexut, so eru vit tað! Um at halda tað, ið vit lova, og meina tað, er ósexut, so eru [...] eru vit tað ! Um tað, at tora, at svimja ímóti streyminum, tá ið samfelagsrákið gongur okkum ímóti, er ósexut, so eru vit tað ! Um tað, at viðurkenna, at eitt livandi vinnulív er fíggjarligi krumtappurin [...] dagsins Føroyum, er ósexut, so eru vit tað ! Um tað, at vit arbeiða langsikta, heldur enn stuttskygd, er ósexut, so eru vit tað ! Um tað, at verða semjusøkjandi, heldur enn spjaðandi, er ósexut, so eru vit
um, og onki er galið í tí. Okkara fremsti mentanardepil skal hava góða og skapandi leiðslu. Starvslýsingin er óseriøs, og tað hevur hon verið seinastu 20 árini, og tað eigur at átalast, at ein so høgt [...] sum stýrið ger, er at taka tær føroysku frá. Tær verða ikki eingang viðgjørdar, uttanmun til hvussu góðar tær eru. Her er galdandi eitt slag av apartheid, ein óskrivað lóg sum sigur, at føroyingar kunnu [...] ikki gerast stjórar í Norðurlandaráðnum. Eg haldi, at hendan óskrivaða lóg er í fínasta lagi. Tað er uttan iva betri fyri føroyskt mentanarlív og andslív, at ein útlendingur stjórnar Norðurlandahúsinum í Føroyum
suppuna. Eg meini at kommunan skuldi roynt at fingið meira fyri peningin enn hon ger í dag. Tá tað er gjørt, kann man tosa um skattalætta. Tá man skrivar um so viðbrekin mál, meini eg, at man skal vera meira [...] man javnan um lyftir viðvíkjandi skattalætta. Tað er óseriøst eftir mínari meining, tí alt hetta merkir minni inntøku fyri Tórshavnar Býráð. Hetta er hóast alt høvuðsinntøkan, ið Tórshavnar Býráð hevur [...] Høgni Mikkelsen Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð Til dømis verður skrivað, at tað manglar bæði eitt og annað. Skúlar, ellisheim, ítróttarhallir, barnagarðar o.s.fr., og somuleiðis verður nógv
síggi, at tú er farin at geva ilt av tær nú ein atfinningarsom oddagrein er komin á prent um Javnaðarflokkin, uttan at tit í flokkinum eru sloppin at góðtaka tað, sum í henni stendur áðrenn hon var prentað [...] góði Hans Pauli, hatta er ikki vegurin fram. Ver glaður fyri, at onkur tímir at siga sína hjartans hugsan um tað tit javnaðarmenn havast at. Latið miðlarnar sleppa at arbeiða uttan at tú, skalt koma við gori [...] dirvið til at siga sína hjartans meining um flokk tykkara. At oddagreinin so er sett saman í einum speiskum tóna, tað skilir ein so svartskygdur maður, sum tú, ikki. Tað er greitt. Men hetta við at leypa framav