Turið Debes Hentze
Fokus verður flutt burtur frá teimum samkyndu
Tað er harmiligt, tá politikkarar snara fokus í kjakinum um verju av teimum samkyndu til eitt generelt tos um verjulóggávu fyri okkum øll. Tosið, sum skuldi snúgva seg um lóggávu at verja minnilutabólkar móti jagstran ella happing, verður snarað til ein tørv á lógarreglu galdandi fyri øll. Hetta tos er uttan veruligt innihald, tí slíka lógarreglu hava vit longu. Meirilutin hevur ikki tørv á meiri verju og heldur ikki teirri serligu verjuni, sum bert er ætlað minnilutabólkunum, sum hinvegin ikki hava nóg góða verju í galdandi reglum!
Luftkastellur og niðurgering
Vit eru longu, sum er, øll, sum einstaklingar vard í revsilógini við reglum um ærumeiðing, útspilling, harðskap, hóttan um harðskap og roynd til hesa gerðir. Happing verður ikki beinleiðis nevnd, men happing er harðskapur – oftast í orðum, men eisini við óbeinleiðis harðskapi. Hví mæla uppí saman um eina serliga reglu um happing galdandi fyri okkum øll, tá vit øll longu eru nóg væl vard í galdandi lóg? Hví mæla uppí saman um eina serliga reglu um happing í revsilógina, tá vit herumframt vita, at slíka reglu fáa vit ikki inn í donsku revsilógina? Mark átti verið fyri, hvat borðreitt verður fyri okkum av uttanumtosið.
Er virðingin fyri okkum veljarum lítil, er hon er enn minni mótvegis teimum samkyndu. At snara tosinum burtur frá teimum samkyndu, ósjónliggera tey og brúka vendingar sum “at taka bólkar úr rúgvuni”, tykir mær sera niðurgerandi. Men kanska er hetta ikki annað, enn vanlig meirilutamaktnýtsla mótvegis einum minnilutabólki, sum krevur rúm í samfelagnum.
Religión og rættarsamfelag
Sjónarmiðini og mótstøðan hjá Karsten Hansen, Gerhard Lognberg og Bill Justinussen o.ø. móti verju av teimum samkyndu tykist grundað á religiøsa sannføring. Teir hava onki móti samkyndum persónum, men góðtaka ikki lívsførslu teirra. Teir siga seg vita og óttast, hvat næsta kravið frá teimum samkyndu verður, og meina teir tí, at tey samkyndu skulu steðgast her og nú. Hetta er eitt stig á leiðini at integrera lívsførsluna hjá teimum samkyndu í føroyska samfelagið, eina lívsførslu, sum teir ikki góðtaka. Jú rætt er. Hetta er eitt av stigunum á leiðini til integratiónina, góðtøkuna, av teimum samkyndu sum ein nattúrligur partur í føroyska samfelagnum. Ein integratión, sum skal fáa hesi eisini at kenna seg væl í samfelagnum og á jøvnum føti við onnur.
Religiøs sannføring eins og onnur sannføring skal virðast, men samstundis eigur tann ábyrgdarfulli politikkarin at vita, at sera álvarsligar avleiðingar kunnu standast av at samantvinna religión og rættarreglur. Dømini í søguni eru mong, og júst hetta mál er eitt greitt dømi um tað. Her verður religiøs sannføring um skeiva lívsførslu nýtt sum grundgeving at útpeikað ein ávísan bólk sum óynsktan. Bólkurin verður stemplaður fyri skeivan livihátt, og gróðrarbotnur verður lagdur fyri jagstran av júst hesum bólki. Ein jagstran, sum grein § 266 b júst er ætlað at byrgja uppfyri og revsa. Tað mátti verið ein tung ábyrgd hjá politikkara at selja rættartrygdina hjá samfelagsborgarum sínum fyri sína egnu persónligu religiøsu sannføring. Tað mundi neyvan verið ætlan teirra, og áttu hesir politikkarar í veruleikanum at verið teir fyrstu at tikið undir við verjulóggávuni.
Avtøka av § 266 b?
Reglan er ætlað at verja bólkar í samfelagnum – ikki einstaklingar sum so, men einstaklingar, sum vera forfylgdir orsakað av teirra bólkaeyðkennum: tey hava annan húðalit, aðra politiska ella religiøsa sannføring - ella tey hava annan seksualitet enn fleritalið. Sum bólkur, víkja tey frá normunum í samfelagnum, og hava tørv á verju - minnilutavereju
Kanska farið eg skeiv, tá eg leggi politikkarnar undir við vilja at flyta fokus frá minnilutaverjuni til eina lóggávu fyri øll. Kanska er tørvandi vitan um galdandi lóggávu orsøk til hesa tungutalu. Greið tala krevur jú greiðar tankar.
Skulu vit hinvegin fylgja tankagondini hjá Fólkaflokkinum, Anfinni Kalsberg, Alfredi Olsen, og øðrum, sum afturvendandi tosa um skeivleikan í “at taka bólkar úr rúgvuni”, so eigur orkan og argumentatiónin, at snúgva seg um, hvørt vit yvirhøvur hava tørv á regluni í § 266 b. Um vit skulu avtaka hesa. Svarast skulu tá spurningar sum hesir:
Hava vit ella eru vit vitandi um minnilutabólkar?
Eru vit vitandi um minnulutabólkar, sum hava tørv á serligari rættarverju?
Eiga vit at hava serligar verjureglur ætlaðar minnilutum?
Hvussu undirstrika vit, at vit ikki góðtaka forfylging av minnilutabólkum?
Kunnu vit semjast um, hvørjir vandabólkarnir eru og teirra sereyðkenni?
Vit hava hoyrt um bólkajagstran eisini her hjá okkum. Skulu vit lata eyguni aftur fyri hesum og soleiðis góðtaka slíkan atburð. Tað er tað, sum viðgerast skal. Tí liggur stórt álvarsemi aftanfyri og í hesi reglu. Greinin snýr seg um at tryggja pláss fyri øllum. Reglan er ein antidiskrimantiónsregla, og er júst ikki ætlað at fevna um øll, men bert bólkar grundað á ávís persónlig identitetseyðkenni.
Ístaðin fyri at tosa um at avtaka regluna § 266 b, kundi kjakið snúð seg um, hvørjir teir bólkar eru, sum eiga at koma við í hesa grein. Kann semja finnast um tað. Tað er av týdningi, at greitt framgongur av orðingini, hvørji bólkaeyðkennini eru, so at vit øll, men ikki minst handhavandi myndugleikin, sum eisini er partur av maktapparatinum, meirilutanum, kennir álvarsemi í háðanini og jagstranini av júst hesum bólkum, og hevur møguleika at gera sítt arbeiði til lítar. Greinin er tilvilja avgjørd í síni orðing, so lítil skal vera ivi um, hvørjum hon er ætlað. Ivaleyst koma eisini seinni aðrar bólkar við í regluna, so hvørt sum samskifti okkara við umheimin økist og tabu vera brotin.
Minnilutabólkar finnast ikki í Føroyum
Um løgtingið við komandi løgtingsviðgerð varðveitir hesa diskriminatiónsgreinina, men noktar teimum samkyndu innivist í henni, merkir tað, at løgtingið vendir teimum samkyndu bakið, og ikki viðurkennir, at tey hava serliga verju fyri neyðini. Onki meir hendir í málinum og tey samkyndu eru slept uppá fjall einaferð enn. Verður § 266 b avtikin, tí ongin tørvur er á minnilutaverju, so kunnu vit “errin” boða umheiminum frá, at neyðugt er ikki við nakrari reglu um verju av minnilutabólkum, tí forfylging ella happing av minnilutabólkum er eitt ókent fyribrygdi í Føroyum.
Lok á kjakið
Tá sjónvarpið herfyri vildi kanna støðuna hjá ymiskum løgtingslimunum, vóru fleiri, sum onki vildu siga. Eitt sindur lumpið haldi eg av einum fólkavaldum, beinleiðis spurdur av fjølmiðlunum, ikki at svara í so einfaldum máli sum hesum, men at reservera sær løtuna til í einsemi at trýsta á knøttin í tinginum fyri ella ímóti so og uttan grundgevingar annars.