Ósjónlig verja skal bjarga fornminnum í Kirkjubø

– Men nær tað verður gjørt, er óvist

Nú verður farið undir at kanna havbotnin út fyri Kirkjubø fyri at kanna, hvussu tað ber til at forða fyri, at okkara fremstu fornminni verða skolað í havið.

 

Tað verður aftur og aftur ført fram, at brim máar so nógv burtur av bakkanum í Kirkjubø, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn fornimmini eru skolað í havið. Og nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, biðið Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, greiða frá, hvørjar ætlanir eru fyri at bjarga fornminnunum. Og hann heldur, at ein máti kundi verið at brúkt grót úr Sandoyartunnilin til endamálið.

 

Rigmor Dam sigur, at arbeitt verður við eini ætlan, sum tryggjar fornminnini, uttan at gera seg inn á fornminnini sjálvi, og náttúruna, í Kirkjubø. 

 

– Ólavskirkjan er vard móti sjónum við einum verjumúri frá umleið 1874. Í støðum er verjumúrurin nakað farin, við tað at brimið hevur máað burtur av honum. Kanningar í summar vístu, at heldur enn at gera ábøtur á gamla múrin, verður mælt til, at hann verður gjørdur av nýggjum. 

 

Harafturat fer helst at verða mælt til, at brimbrótarar, ið ikki eru sjónligir, verða lagdir longri úti í víkini. Og nú verður gongd sett á arbeiðið at kanna havbotnin út fyri Kirkjubø fyri at vita, hvussu brimbrótararnir skulu gerast. Somuleiðis verður farið undir at prosjektera múrverju, bakkaverju og gøtu niðanfyri Kirkjubømúrin. Rigmor Dam sigur, at hetta fyrireikandi arbeiðið kann verða liðugt komandi ár. 

 

Á vegnum niðan fyri Kirkjubømúrin, ríður undan, tá ið brim er og tí verður mælt til, at gøtan verður gjørd av nýggjum, og at størri grót helst verður lagt longri úti á víkini at verja fyri brimi. Ætlanin er eisini at tryggja bakkan fram við Kirkjubømúrinum út til Líkhús, ið er sunnan fyri Múrin. Íalt er strekkið, har talan er um at gera bakkaverju, umleið 250 metrar. 

 

Annars staðfestur Landsstýriskvinnan, at tað stendur ongastaðni, hvør hevur ábyrgdina av at gera bakkaverjur, men hinvegin svitast tað ikki, at tað er Landið, sum hevur ábyrgdina av okkara fornminnum. Men hon sigur eisini, at peningur er ikki játtaður til arbeiðið at trygga fornminnini í Kirkjubø. Næsta ár er einkii sett av til endamálið, men tey vita heldur ikki hvat tað kostar, fyrr enn prosjektering og forkanningar eru liðugt. 

 

Og tá ið forkanningar og prosjektering eru liðug, ber til at siga, um tilfar úr Sandoyartunlinum møguliga kann brúkast til endamálið, sigur landsstýriskvinnan.