Fiskivinna
Óskil, sum nú er í fiskivinnupolitikkinum førir bara til, at bæði skip og fíggingarstovnar fáa ein ovurstóran og heilt óneyðugan vága.
Tað staðfestir Búskaparráðið.
Búskaparráðið hevur gjørt eina frágreiðing í sambandi við at Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum er farin at kanna keyp og sølu av fiskiskipum.
Ráðið sigur, at eitt eyðkenni við skipafígging í Føroyum er , at fíggingarstovnarnir kunnu ikki taka veð í fiskiloyvinum, sum eru knýtt at einum skipi.
Spurningurin er so, hvussu peningastovnurin kann tryggja seg um so er, at lánið eisini skal brúkast til at fíggja fiskiloyvini hjá einum skipi.
Er lánið ikki bara grundað á virðið í sjálvum skipinum, men eisini á virðið á fiskiloyvinum, vil ein peningastovnur oftast seta krøv, sum avmarkar møguleikarnar hjá reiðaranum at ráða yvir egnum ognum.
- Tess minni veð er í sjálvum skipinum, tess meiri víttgangandi vilja treytirnar verða, sigur Búskaparráðið.
- Treytirnar kunnu sostatt vera heilt frá lítlari avmarking til avgerðandi ávirkan á reiðaríið.
Peningastovnar avmarka ræðisrættin hjá reiðarunum
Búskaparráðið sigur, at er veðhaldið í skipinum ikki nóg stór trygd, hevur fíggingarstovnurin fleiri møguleikar.
- Tann mest sjálvsagdi møguleikin er, at peningastovnurin krevur eyka trygd í øðrum ognum hjá reiðarínum.
- Alt eftir, hvussu umfatandi hendan eyka trygdin er, má hetta metast sum at rásarrúmið hjá reiðarínum verður avmarkað, tí tað kann ikki læna upp á ognina, sum longu er sett í veð.
Ein annar møguleiki, sum er meiri víttgangandi, er, at peningastovnurin krevur eina negativa veðhaldsváttan.
- Við hesum bindur reiðaríið seg til ikki at seta ognirnar, sum eru umfataðar av veðhaldsváttanini, í veð fyri øðrum lánum.
Búsksparráðið sigur, at tað er greitt, at jú fleiri ognir eru umfataðar av eini slíkari veðhaldsváttan, tess størri ávirkan hevur lánistovnurin á reiðaríið.
Endar tað við, at ein slík negativ veðhaldsváttan umfatar alla ognina hjá reiðarínum, kann reiðaríið í veruleikanum ikki taka onnur lán, uttan at peningatovnurin góðkennir tað í hvørjum einstøkum føri.
- Ein negativ veðhaldsváttan ber sostatt í sær, at ræðisrættindini hjá reiðarínum verða munandi avmarkað, alt eftir, hvussu nógvar ognir eru umfataðar av váttanini.
Og at enda kann peningastovnurin tryggja seg við at krevja veðhald í partapeninginum. Men hetta er ikki nøkur eyka trygd, tí kann reiðaríið ikki betala skuldina aftur, hevur partapeningurin onki virði.
Men hinvegin kann peningastovnurin við hesum tryggja sær ávirkan á reiðaríið.
Eigur ikki at koma óvart á nakran
Kortini leggur Búskaparráðið afturat, at hetta eru nøkur dømi, men í veruleikanum kunnu peningastovnar seta reiðaríum treytir í øllum sniðum og øllum samanhangum. Og nakrar treytir ávirka ræðisrættin hjá reiðarínum minni og aðrar ávirka hann meiri.
Men Ráðið staðfestir eisini, at nú fiskiloyvini í veruleikanum eru blivin frítt umsetilig virðir, eigur
tað ikki at koma óvart á nakran, at peningastovnarnir seta slíkar treytir.
Fiskiloyvini í dag eru í dag frítt umsetilig virðir, sum ofta verða seld og keypt fyri peningaupphæddir, sum liggja langt omanfyri virðið á skipunum, sum tey hoyra til.
Tá ið loyvini ikki kunnu setast í veð, verður roynt at finna aðrar vegir fyri at peningastovnurin kann stillast sum um at loyvini vórðu sett í veð.
Og Búskaparráðið er sannført um, at tað er meiningsleyst at myndugleikarnir geva loyvi til at fiskiloyvi eru frítt umsetilig, men kortini forða reiðarum at seta tey í veð.
Hinvegin leggur Ráðið dent á, at tað er ikki bara tað, at fiskiloyvi ikki kunnu setast í veð, sum ger, at peningastovnarnir seta treytir, sum trygga teimum ávirkan á reiðaríið.
Tað er torført at veita lán við grundarlagið í fiskiloyvinum, tí virðið á teimum broytist alla tíðina.
Virðið á fiskiloyvinum ávirkast av fiskivinnupolitikkinum hjá Føroyum og hjá øðrum londum við. Virðið ávirkast eisini av gongdini í fiskiskapinum og av gongdini í fiskaprísinum.
- Tað er tí heilt klárt, at ein peningastovnur, sum fíggjar fiskiloyvi, yvirtekur ein part av váðanum hjá reiðaríðnum. Tí er tað ikki ónatúrligt, at peningastovnurin roynir at ávirka viðurskiftini í reiðarínum, sigur Búskaparráðið.
Stóran og óneyðugan váða
Annars heldur Búskaparráðið, at skilið -ella óskilið- har fiskiloyvi verða keypt og seld fyri upphæddir, sum fara langt upp um virðið á skipinum, er ikki skynsamt.
Virðið á loyvunum kunnu vera óviss og flótandi. Tí førir skilið, sum nú valdar, bara til, at vinnan og peningastovnarnir fáa ein ovurstóran og heilt óneyðugan váða.
Búskaparráðið heldur, at tað hevði minkað um váðan hjá fiskivinnuni um virðið av fiskiloyvum ikki kundu verðið keypt og seld, sum tey vera í dag, men ístaðin vórðu uppkravd leypandi.
- Hetta kundi verðið gjørt við einari regluligari sølu av fiskidøgum, ella við eini leypandi uppkrevjing av eini tilfeingisrentu, sum bert verður uppkravd, tá ið fiskivinnnan hevði eitt óvanligt avlop.
- Ein sovorðin uppkrevjing átti at verið tengd at eini ítøkiligari meting, sum eisini leggur upp fyri teirri óskynsomu siðvenju, sum higartil hevur valdað á økinum.
Førir til strámannavirksemi
Annars vísir Búskaparráðið til regluna um at útlendingar bara kunnu ein triðing av einum føroyskum fiskiskipi.
- Hendan reglan er løtt at sleppa uttanum, hon kann ikki handhevjast og hon førir til strámannavirksemi.
Men uppaftur verri heldur Ráðið tað vera, at reglan leiðir tankarnar burtur frá tí, sum veruliga er kjarnin í hesum máli.
- Tað avgerðandi er ikki um reiðarin býr í Runavík ella Reykjavík. Tað avgerðandi er um tilfeingisrentan verður tillutað privatum reiðarum ella føroyska samfelagnum, sum eigur tilfeingið.
Búskaparráðið heldur, at tað er ongin ivi um, at ein skipan, har vinnan betalir fyri rættin at gagnnýta fiskatilfeingið, fer at gera vinnuna effektivari.
-Men tað er undrunnarvert, at politiski myndugleikin letur tað standa til tann, sum selur eitt fiskiskip, at krevja virðið av fiskiloyvinum upp frá keyparanum.
- Fiskatilfeingið tilhoyrir samfelagið. Fyri rættin at gagnnýta tilfeingið, eiga reiðarar at gjalda eitt brúkaragjald.
- Til landskassan, staðfestir Búskaparráðið at enda.