Prógv Á Fonn flog í Klaksvík hevur Bodil Jacobsen í dag 9. jan 2009 lokið skrivstovuútbúgving við serligum atlitið til ferðavinnu. Tann 16. desember 2008 hevur Marit Mortensen, Argir, lokið prógv á Leeds [...] Simonsen á Sandi 80 ár. Dagurin verður hildin hjá Marjun og Hilmar frá kl 18.00. 80 ár 9. februar verður Herborg Kjæebech Tvøroyri 80 ár. Dagurin verður hildin 7. februar kl. 19 í ítrottarhøllini á Trongisvági [...] Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4600 gr. 4. januar fingu Elsibeth Jacobsen og Geir á Lofti, Sandavágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3325 gr. 5. januar fingu Lena Reinert og John
- Hetta má avgjørt ikki uppfatast um eitt álop á almenn starvsfólk. Tað leggur Kári P. Højgaard doyðin á, nú hann vil hava løgtingið at viðgera støðuna á teimum almennu stovnunum. Sum tað sæst í aðrari [...] ógjørligt at fáa fatur á almennum starvsfólki í arbeiðsørindum, tí antin eru tey sjálvi sjúk ella eru tey heima hjá sjúkum børnum. - Slík páhald eiga ikki at hanga í leysum lofti, heldur Kári P. Højgaard [...] aðrari grein í blaðnum, vil hann hava, at kikarin verður settur á teir almennu stovnarnar. - Tað skerst ikki burtur, at tað regluliga eru atfinningarsamar røddir at hoyra um telefontænastuna og tænastuna yvirhøvur
Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Stoffskiftisfelagið Millum Gilja 111 Hoyvík Les meira á www. [...] Barnamøti kl. 17. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin 18. jan. verður sunnudagsskúli kl. 13.30 og møti kl. 19.00. Øll vælkomin. Nerija á Skála Evangeliskt møti verður í Nerija á Skála leygarkvøldið kl. 20.00 [...] 16. Listasavnið á Sandi Listasavnið á Sandi er opið hvønn sunnudag kl. 14-16. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir
dugnaligu og seriøsu listafólkum í yngra endanum sum Beinta av Reyni, Jógvan Biskopstø ella Annika á Lofti? Á framsýningini var ein húgva, sum er meira enn bara ein fótbóltshúgva, eisini fyri eysturríkarar [...] tí hon heldur vil snara sannleikanum á og pella fyri lesaranum, so hann ikki veit, hvørjum hann skal trúgva. Hetta er eitt dømi um, hvussu hon snarar veruleikanum á, tá ið hon skal eitast at ummæla list [...] staðin leggur eftir savnsleiðaranum og samstundis traðkar, við vilja, niður á fleiri av etableraðu listafólkunum, sum eru við á framsýningunum, tí tey hava ditta sær at hava við Listasavnið at gera og tískil
Páll Finnur Páll aftur á føroyskan pall? - Eg vænti at vit fara at spæla til dans á Páskum, men eg veit enn ikki hvar. Og síðani skulu vit framføra á festivalinum við Múrin og á Summarfestivalinum. [...] Forsangarin í Páll Finni Páll Finnur Jensen, kemur inn á ein heldur øðrvísi part av lívið sínum í samrøðu við Planet. 1. Hvussu ofta hyggur tú eftir porno? - Eg hyggi javnan eftir porno. Eg dugi ikki at [...] Hvørjum tónleikara hevur tú mest virðing fyri? - Eyðun Nolsøe. Hann er einki minni enn eitt musikalsk geni. Hann kann ikki gera nakað skeivt tónleikaliga. 4. Hvørjum tónleikara hevur tú minst virðing fyri
mál, at onkrir av eldru spælarunum fara helst at gevast á landsliðnum nú. Nøvn sum Kasper Hvidt, Lars Jørgensen og Lars Christiansen vóru havd á lofti. [...] innanfyri 5 mánaðir vunnið bæði OL-gull og HM-gull, og tað er eingin ivi um, at næst á skránni er EM-gullið. Eitt privatflogfar er á veg eftir fronsku heimsmeistarunum, sum av trygdarávum ikki tora at hátíðarhalda [...] ígjár. Talan gjørdist um ein so greiðan finalusigur sum 24-19 til Frakland. Hetta hóast Kroatia var á odda 13-12 í steðginum, og hevði heilar 15.200 fanatiskar áskoðarar í rygginum í Zagreb Arena í Kroatia
toskur varð flaktur umborð á okkara skipum. Framvegis verður tó flakt á flakavirkjunum á landi. Hendan dagin, portugisarin fór á skerið, komu vit aftur av útróðri seinnapartin á degi. Tá var væl av vindi [...] skrokkarnar á bátunum. Hetta var júst tann tíðin, tá ið teir nógvu bátarnir blivu gjørdir. Vit fingu so teir á bedingina á Tvøroyri at gera bátarnar lidnar við motorhúsi við stýrhúsi oman á, tiljur, mastur [...] høvdu verið suðuri á Marrak. Tá ið vit komu stóð portugisarin á boðanum. Vit komu so upp ímóti honum. Tá hingu tær flestu doriurnar aftur úr skipinum. Tá kom ein maður aftur á reyv á skipinum og kappaði
komið á hesa gongd. Føroyar, sum hava verið sín egni arbeiðsmarknaður, sigast vera komnar í ein fríhandilssáttmála við annað land, Ísland, sum ger tað møguligt hjá íslendskum arbeiðsgevarum at dumpa á ti [...] Sambandsflokkinum royndu at forða hesum ólíkindum, men tað var sum at sletta vatn á gás. Málið, sum nú er frammi, um umvælingar á Landssjúkrahúsinum, eigur Javnaðarflokkurin eisini við høvdi og gørnum. Hans [...] sum eitt plástur á sárið hjá høvuðssupportara hansara til seinasta løgtingsval, Ingeborg Winther, ið annars hevur verið merkiliga tigandi um ítøkiliga málið viðvíkjandi umvælingunum á Landssjúkrahúsinum
Hondbóltur Tað stóð 26-26 á talvuni, og Neistin hevði koyrt eitt langt álop. Somikið langt, at dómararnir høvdu armin á lofti, tá Neistin fekk tríggjar metrar. Uppstilling varð gjørd framman fyri verjumúrin [...] at gera. Eg visti, at var tað ikki nú, so kundi tað gera tað sama, segði Finnur, tá vit fingu orðið á hann í løtunum eftir dystin. Men hugsar tú ikki um vandan við at brenna, tá tú stendur í eini slíkari [...] sum vit vóru noyddir at skumpa úr høvdinum. So tykkara partur í so máta var kanska fyrst og fremst á mentala økinum? - Tað var tað. Ein finala verður altíð vunnin í høvdinum. Somikið einfalt er tað, sigur
sangin Mamma Mia hevði hann armarnar á lofti. Alexander Nekrassov, fyrrverandi talsmaður fyri bæði forseta Boris Jeltsin og Vladimir Putin, undrast yvirfyri BBC á orsøkina til, at talsmaður Putins nú noktar