Forsangarin í Páll Finni Páll Finnur Jensen, kemur inn á ein heldur øðrvísi part av lívið sínum í samrøðu við Planet. 1. Hvussu ofta hyggur tú eftir porno?
- Eg hyggi javnan eftir porno. Eg dugi ikki at siga hvussu ofta, men tað er tá hugurin og tørvurin er til staðar.
2. Kennir tú teg nakrantíð einsaman?
- Ja tað geri eg viðhvørt, og serstakliga um kvøldarnar.
3. Hvørjum tónleikara hevur tú mest virðing fyri?
- Eyðun Nolsøe. Hann er einki minni enn eitt musikalsk geni. Hann kann ikki gera nakað skeivt tónleikaliga.
4. Hvørjum tónleikara hevur tú minst virðing fyri?
- Grátandi tónleikarum úr Eysturoynni.
5. Hvat er tín besta tónleika upplivingin?
- Tá eg fekk allar Beatles fløgurnar sum tannáringur. Beatles høvdu stóran týdning fyri meg fyrr.
6. Hevur tú nakrantíð roynt rúsevni?
- Ja, eg havi roynt hassj, men tað er fleiri ár síðan.
7. Hevur tú nakrantíð brotið lógina?
- Ja viðhvørt havi eg koyrt ov skjótt, og tá eg var yngri plagdi eg at stjala góðgæti.
8. Hvat er mest flóvisliga upplivingin tú hevur havt í tínum tónleika lívið?
- Tá guitarin ikki var settur til, og vit vóru noyddir at steðga mitt í einum lagið. Tað var flóvisligt.
9. Hevur tú nakrantíð angra at tú fór at framleiða tónleik, og bleiv ein almennur persónur?
- Nei, ikki eitt sekund.
10. Nær skal Páll Finnur Páll aftur á føroyskan pall?
- Eg vænti at vit fara at spæla til dans á Páskum, men eg veit enn ikki hvar. Og síðani skulu vit framføra á festivalinum við Múrin og á Summarfestivalinum.