Hondbóltur
Tað stóð 26-26 á talvuni, og Neistin hevði koyrt eitt langt álop. Somikið langt, at dómararnir høvdu armin á lofti, tá Neistin fekk tríggjar metrar.
Uppstilling varð gjørd framman fyri verjumúrin, og við einum kanónskoti eydnaðist Finni Hansson at skjóta tað, sum vísti seg at verða avgerandi málið í dystinum.
- Tað er einki annað at gera. Eg visti, at var tað ikki nú, so kundi tað gera tað sama, segði Finnur, tá vit fingu orðið á hann í løtunum eftir dystin.
Men hugsar tú ikki um vandan við at brenna, tá tú stendur í eini slíkari støðu?
- Tað kanst tú ikki. Tú noyðist at síggja bóltin í kassanum, longu áðrenn tú hugsar um sjálvt skotið, og tíbetur riggaði tað so eisini, segði Finnur, sum annars segði, at finalan gjørdist júst so torfør, sum hann hevði roknað við.
- Kyndil gevur jú ongantíð upp. Teir eru av sonnum eitt finalulið, og tí kendu vit okkum ongan tíð tryggar. Fleiri okkara minnast eisini finaluna í 2000, tá vit mistu eina trygga leiðslu, og tað var ein vandi, sum vit vóru noyddir at skumpa úr høvdinum.
So tykkara partur í so máta var kanska fyrst og fremst á mentala økinum?
- Tað var tað. Ein finala verður altíð vunnin í høvdinum. Somikið einfalt er tað, sigur Finnur Hansson.