Í hesum døgum er hóttafall komið á hesa gongd. Føroyar, sum hava verið sín egni arbeiðsmarknaður, sigast vera komnar í ein fríhandilssáttmála við annað land, Ísland, sum ger tað møguligt hjá íslendskum arbeiðsgevarum at dumpa á tilboðsmarknaðinum við lønum, sum liggja gott og væl til helvtar lægri enn okkara. Tað heilt paradoksala og øvuta í hesum fyrsta frontala álopinum á arbeiðsmarknað okkara er, at tað eru tær almennu Føroyar, sum eru byggiharri.
Javnaðarflokkurin, sum við vold og makt trýsti Hoyvíkssáttmálan ígjøgnum tingið við lóg, ímeðan íslendingar lótu hann fara ígjøgnum Altingið sum uppskot til samtyktar, eigur høvuðsábyrgdina av ringa skilinum. Fjarðaleysi formaður teirra ynskti eina fjøður í páfuglatrónu sína. Táverandi andstøðan (EHD) og partar av Sambandsflokkinum royndu at forða hesum ólíkindum, men tað var sum at sletta vatn á gás. Málið, sum nú er frammi, um umvælingar á Landssjúkrahúsinum, eigur Javnaðarflokkurin eisini við høvdi og gørnum. Hans Pauli Strøm var og er landsstýrismaður í heilsumálum og varðar harvið av málinum. Ímeðan roynir sjálvsútnevndi krúnprinsurin, Jokarin, John Johannessen, at flyta focus, tá hann í leysum politiskum lofti, helst við leysum lívi, roynir at billa fólki inn, at Javnaðarflokkurin nú skal bjarga føroyska arbeiðsmarknaðinum frá Javnaðarfloksins illgerðum mótvegis føroyska samfelagnum. Helst ætlað sum eitt plástur á sárið hjá høvuðssupportara hansara til seinasta løgtingsval, Ingeborg Winther, ið annars hevur verið merkiliga tigandi um ítøkiliga málið viðvíkjandi umvælingunum á Landssjúkrahúsinum.
Formaður Fólkafloksins fegnaðist um skilið í einum svari á tingi mikudagin í seinastu viku. Sólbrendi uttanríkisráðharrin, júst afturkomin av almennari stuttleikaferð í svartasta Afrika, frøddist um, at føroyska samfelagið fekk arbeiðið gjørt fyri einar 6 milliónir bíligari, nú íslendsk arbeiðsmegi kom inn á føroyska arbeiðsmarknaðin fyri íslendskar lønir í lutfallinum 50:119. Jóhan Dahl var meira ráksnúðin í Útvarpinum. Royndi í hvussu er at spæla ein leiklut, sum gekk viðurskiftunum á okkara arbeiðsmarknaði á møti.
Tað skuldi tó ikki ganga long tíð, til hamskifti kom í støðutakanina hjá Jørgeni Niclasen. Helst hevur onkur entreprenørur í floksapparatinum gingið berserkaragongd um heldur enn ikki smartu útsagnirnar hjá formanni Fólkafloksins á tingi. Hann brúkti allan sunnudagin til at totast við eitt tíðindaskriv, sum varð flyggjað fjølmiðlunum, har hann sýpur alt í seg aftur. 4 samdøgur brúkti hann um at snara 180 stig. Óheppið mál hjá varaløgmanni og ein politiskur stoytur, sum avdúkar, at onki álvara er í manninum.
Øðina, sum er millum fólk um avgerðirnar hjá fíggjarnevnd løgtingsins, um fíggjarløgtingslógina fyri 2009, skilji eg ógvuliga væl. Har er hoyggjað við kvísl og eyrhakara. Ongin nevndur ongin gloymdur. Øll alin av sama vaðmali. Ein skilagóð raðfesting hjá hesi nevnd er tó, at tey hava uppraðfest almennu íløgurnar við á leið 100 milliónum, skilagott, nú tá stígur annars tykist koma í privata partin, hvat bygging viðvíkur. Tá so verður gjørt, má endamálið vera, at føroysk byggivinna og føroysk arbeiðsmegi skulu koma sum frægast burturúr einum niðurgangandi sveiggi í samfelagsbúskapinum.
Hendan filosofiin hevur tó fingið eitt ordans skot fyri bógvin, nú tá tað frættist, at útlendingar fara av stað við øllum, tí at landsins stovnar, og tey sum sita við politiska valdinum, ikki hava sett tað sum eitt ófrávíkiligt krav í útbjóðingartilfarinum, at viðurskiftini, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, treytaleyst eru grundarlagið, tá bjóðast skal. Her hevur onkur sovið í tímanum, so tað stendir eftir. Og tað má fáa avleiðingar.
Umberingarnar eru nógvar í hesum døgum. Landsstýriskvinnan, sum umsitur Landsverk, gongur undan. Aftur eitt lætt offur í hondunum á hesum bulmikla og sterka stovni. Og, sum maðurin segði, ið hevði sagað køksborðið av um tvøran: Sagað er sagað. Sáttmálin við íslendingarnar er undirskrivaður. Teir fara avstað við lønunum, yvirskotinum og fakligu menningini, sum átti at ligið eftir í Føroyum. Skilagóði íløgupolitikkurin hjá fíggjarnevndini er harvið fullkomuliga undirmineraður. Nú bíða vit bara eftir, at útlendingar fara avstað við tunnlinum Norð um Fjall, Skúladeplinum í Marknagili, Skálafjarðavegnum, Runavík-Glyvrar-ringvegnum, Leirvíksvegnum, Rituvíksvegnum, brúnni um Streymin, Hvalbiartunnlinum o.s.fr.
Skrivi hetta sum eina ávaring til tykkum, sum umsita peningin hjá okkara skattaborgarum. Vanliga sita partarnir á arbeiðsmarknaðinum hvør sínum megin borðið, og tað gongur ofta hart fyri seg, og er mangan stríggið at koma ásamt um, m.a. lønarviðurskifti, men í hesum málinum eru hesir somu partar í einum og sama báti. Fult og heilt.
Tað hevur tikið fakfelagsrørsluni hundrað ár at fáa viðurskiftini og lívskorini hjá limum hennara so nøkulunda rímilig og føroyskir byggiharrar hava í mong ár roynt at fingið eina byggivinnu upp at standa, tí kann hesin órættur, frá okkara egnu politisku myndugleikum, undir ongum umstøðum góðtakast. Í øllum øðrum samfelagnum verður hugsað nationalt áðrenn mann hugsar internationalt. Her er alt øðrvísi. Vit geva øll okkara viðurskifti upp fyri skutil hjá øðrum og hugsa við tí sum er hægst, tá ið eplini verða tikin upp.
Rossatárini hjá John Johannessen, Anniku Olsen, Jørgen Niclassen og Jóhan Dahl, sum nú regna niður yvir eina avrádda skarnsgerð, kann mann bara yppa øksl yvir. Politiskum glantrileikum hava vit ikki tørv á í hesum døgum. Tørvur er heldur á politikarum, sum skilja, at føroyskur politikkur fyrst og fremst skal verja egin rættindi og sítt egna fólk. Tekur samgongan ikki betri partar fyri seg og ger neyðugar broytingar, soleiðis, at íløgurnar hjá føroyskum skattaborgarum fyrst og fremst koma føroyskum arbeiðarum og føroyskari byggivinnu til høldar, má arbeiðsmarknaðurin, savnaður, taka tey neyðugu stigini fyri at fáa skil á óskilinum, sum nú valdar. Vit góðtaka ikki fleiri frontal álop av hesum slagi.










