Úrslitið av samráðingunum um veiðumøguleikarnar í Barentshavinum eru á góðari leið, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol í Klaksvík, sum eigur Skálaberg og Sundaberg. Hanus Hansen sigur, at vit vistu [...] skerjast komandi ár, so tað var sjálvsagt, at eisini okkara partur fór at minka. Nú vita vit, hvat vit fáa samanlagt, og so er tað upp til teirra, sum býta, hvussu úrtøkan hjá teimum ymsu skipunum verður. Hanus [...] Hansen dylur ikki fyri, at hann vónar, at tey skipini, sum fast hava troytt leiðirnar eystanfyri, fáa so mikið, at tey kunnu liva við tí. Tað er nevniliga soleiðis, at seinnu árini hava onnur skip enn
navni hansara, við eftirnavninum Breckmann, boðaði frá á Fólkatingi hósdagin, at hýrurnar hjá fiskimonnum skuldu lækka afturfyri skattalættan, teir nú fáa. Í røðu síni gjørdi Óli Breckmann tað, sum mong fa [...] báði óhóskandi, og óviðkomandi: Hann dróg sáttmálaviðurskifti ímillum tveir partar á føroyska arbeiðsmarknaðinum niður á Fólkating. Í fólkatingsrøðu síni nam føroyski fólkatingsmaðurin við ymisk viðurskifti [...] ikki heima á fólkatingsins røðarapalli. Men annars ger tað hvørki frá ella til, hvat Óli Breckmann heldur, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at hann skilir væl, at orðini hjá Óla Breckmann á Fólkatingi styrkja
sjálvir kunnu fáa trupulleikar, um teir eru ov atfinningarsamir mótvegis donsku stjórnini og Den Danske Bank. Tað skal eisini verða løgið, um kanningarnevndin ikki leggur eina ábyrgd á føroysku umsitingina [...] desember. Partar av hesi ávirkan hevur almennan áhuga og vil eg tí festa nøkur sjónarmið/spurningar á blað. 1.Vilja vit yvirhøvur liva í einum samfelag, hvørs stjórn arbeiðir, sum tann danska hevur gjørt [...] um valdsmisnýtslu í gerandistýdninginum í einum demokratiskum samfelag. Talan er um valdsmisnýtslu á sama stigi, sum vit kenna tað í samfeløgum, sum vit hava lítlan hug at samanbera okkum við. Eg meti
av sjálvum tónleikinum upp í hendurnar á Finnur Hansen, og hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiðið. Er tað fyrst og fremst tað, sum ger at munur er á tónleikinum á báðum Blátt-fløgunum? ? Ja, tað er tað [...] rakti hann seymin á høvdið við frálíku, friðarligu og vøkru fløguni Til allar vinar, og nú ein dagur fyri og annar eftir eru farnir framvið, er uppfylgjarin komin. Vøkur mynd hjá Blátt er á gøtuni, og tað [...] eldri, men... Onkur hevur sagt, at tú ert vorðin vaksin á nýggju fløguni. ? Eg eri vorðin eldri, men tað ber ikki til at siga tað so einfalt sum, at á fyrru Blátt-fløguni var eg barnsligur og nú eri eg vaksin
fótbólti. Teir hava ferðast úr Akranesi í norði og suður á Kreta, úr Moskva í eystri til Belfast í vestri. 51 FIFA-skrásettir landsdystir eru spældir á leikvøllunum í Føroyum og kring um í Europa hesi seinastu [...] verður væl um allar dystirnar, greitt verður í stuttum frá gongdini, og nógvar myndir lýsa avrikini á vøllinum. Bókin gerst ongantíð bara ein endurtøka av øllum tí, sum áður hevur frammi, lagt er betur [...] roynda føroyska spælaran, Jens Martin Knudsen, eru við til at lýsa gongdina betur. Tað er gott at fáa teirra hugsan um tey 10 árini í aljtóða fótbólti og hvat fram-tíðin kanska hevur at bjóða. Hagtølini
einsamallur á jólum seinastu 10 árini, so tað er einki nýtt fyri meg, sigur Petur Michelsen. Ein beiggi, sum er 79 og 81 ára gamla systir mín búgva eisini í Havn, men eg vil vera heima á jólum, sigur [...] tí eg kenni meg ikki einsamallan kortini. Av og á kemur ein vitjanarvinkona til mín, og tað er ógvuliga stuttligt, umframt at heimahjálpirnar koma inn á gólvið tvær ferðir um dagin. - Nei, eg havi als [...] als onga neyð, sigur Petur Michelsen brosandi og peikar á sjónvarpið, sum júst endursendir finaluna frá HM í kvinnuhondbólti á einari týskari sendirás. Hann er sera fegin um at hava sjónvarpið og tá parabolirnar
rnar. Vit, sum gingu á Læraraskúlanum, stóðu á trappusteininum og royktu í fríkorterunum saman við Bjarna Niclasen, Sofus Joensen og Petur Martin Rasmussen. Hesir áttu bikhavið á Vaglinum og høvdu býtt [...] henda morgun 19 des. 1964. Hann fór sum pollamjørki í Djúpunum - hálsfevndi øklarnar á fólki í fóru um plinkar og mið á asfaltshavinum framman fyri Læraraskúlanum. Roykurin var góður. Tú fekst brell av hesum [...] hanga millum vørurnar, ið stóðu á hillum og í tí fitta sýnisglugganum. Tá vitstu vit, at nú vóru jólini í hondum. Nú tykist tað eins og at farið verður undir jólastáki á Ólavsøku. Hetta hevði verið lítisvert
tað ikki beinanvegin? Konan er við at fara á soppin. Teir satans sjúkrakassalæknarnar. Teir eru ikki til at fáa fatur á, tá ið brúk er fyri teimum. Eg var á veg til sjúkrahúsið við henni, so fekk hon verkir [...] og ljóðkát sum ljóð frá eini orgul-pípu. Tann løgna herðslan á orðið mister, fekk gýðingin til at seta hattin aftur á skallan og hyggja upp á nekaran við undrandi eygum, men tann stóri maðurin spýtti langt [...] Matumbwe hugdi undrunnarsamur upp á hann, men so smíltist hann og tær hvítu tennirnar skygdu í kvøldarmyrkrinum. ? Á ja, ein gatiskemtifimleikari førir fram sítt skemt á breytum og gøtum, har fólk tyrpast
Mortensen, Jákup Berg, Jógvan Egholm (við Á), Martin Poulsen, Arne Jacobsen, Børge Andreasen, Jóhan Simonsen, Bjarni Dal Christiansen, Magnus Egholm, Martin Joensen (á Borg), Óla Kristian Jacobsen. Hesir 17 [...] at Havnará rann ígjøgnum økið, mátti ein brúgv gerast fyri at fáa innkoyring frá Niels Finsensgøtu. Støðin varð síðan bygd fyri ein part á sjálva brúnna og so yvir móti Lucas Debesargøtu. Hetta var ein [...] túrarnir tá vóru til Kirkjubøar, gamla enda á Oyggjarvegnum og niðan ímóti Hvítanesi. Ein býtúrur kostaði at byrja við tríggjar krónur og umleið fýra kroynur út á Argir ella niðan í Hoydalar. Telefonboksir
onki fuglalív. Vit fóru á land á oynni yvirav, og sjálvt um hetta var ein oyðin, óbygd oyggj, so ýddi har í souvenirhandlum, ið fullkomuliga oyðiløgdu ta annars óspiltu náttúruna á oynni. Har vóru nógvar [...] tað avger familjan. Øll á súkklu Eitt, ið vit alla tíðina máttu ansa okkum fyri, vóru tær ógvuliga nógvu súkklurnar, øll koyrdu á. Hugsa tær, vit eru í eini bygd, ið stendur á stolpum, 10-15 m yvir havinum [...] malay og so eitt sindur av upprunafólki úr ættarbólkunum á Borneo. So løgið tað ljóðar, so búgva 85% av fólkinum á fastlandinum, meðan bert 15% úti á Borneo. Tíverri hava vit sum áðurnevnt ikki so góða tíð