ormaður, sum í hesum døgum er á almennari vitjan í Føroyum. Við hesum sigur hann, at teir millum annað vilja hava størri avirkan á uttanríkispolitikkin. Sum er, er tað sum hjá føroyingum, at danir sita [...] vist, at teir framvegis eru tað dagin eftir. Tí um Landstingið sýtir fyri at góðtaka teir landsstýrismenn, sum landsstýrisformaðurin hevur valt, sleppa teir ikki at virka. Jonathan Motzfeldt sigur, at hann [...] m. Hann segði, at hann sum smádrongur í suðurgrønlendskari bygd mintist, tá føroysku skipini plagdu at sigla framvið. Tá sótu smádreingirnir og tosaðu um, at hatta vóru føroyingar, sum vóru komnir langvegis
verða mestsum bara heilt nýggjar myndir, siga teir. Torbjørn Olsen sigur, at hansara eru allar frá í summar, meðan Olivur við Neyst sigur, at hjá honum er onkur, sum hevur ligið eina tíð. Umleið tjúgu verk [...] kvøldi. Torbjørn Olsen sigur, at av hansara myndum eru nógvar úr Sundalagnum. Og eitt evni, sum gongur aftur í myndunum, er brúgvin um Sundalagið. Olivur við Neyst hevur myndir, sum fyri tað mesta mynda útsýnið [...] útsýnið úr vindeyganum í atelierinum. Nógvar teirra vísa Vágsbotn, sigur hann. Onkur er tó aðrastaðni frá kortini. Til dømis er ein úr Hattarvík.
áræði, avgjørdu vit at fara og leggja okkum«. Tað er einki mark fyri, hvat ið ein tungusnildur drongur fær seg at siga fyri at sleppa undir dýnuna hjá eini gentu. Svikið hjá dronginum, sum í veruleikanum [...] verður frá sagt, at Katharina er læraralærd í Kjøpinhavn, at hon har hevur kent skaldið Grím, men at hon nú er flutt heim fyri at taka upp starv. Hon gerst unnusta hjá læknanum Julius Helms, sum er ólukkuliga [...] bara so, at barnaárini eru ein so rík kelda, at eingin samsvarandi finst. Svikið Ein stillur humor finst í »Hanarnir gala«, har ein studentaskúlanæmingur á miðjari nátt fer at vitja gentu, tí sum skrivað
hugsaði, at eg hevði skyldina av at hann var deyðføddur, og at hetta var revsing frá Gudi.Onkur var so framsíggin at senda boð eftir presti, og eg spurdi hann skelkað um hetta, men presturin svaraði, at Gud [...] Tað var ov torført at skilja kortini. Foreldrini áttu eina dóttur. Leingi høvdu tey vónað at fingið næsta barnið, men at enda, eftir tvær ferðir at hava hitt reis, tóktist eydnan at vera við teimum. Tað [...] í handlinum, sum var longst burtur frá har eg stóð. - Eg royndi at látast sum einki, men hevði tað ómetaliga torført. Eingin sá tað stóra arrið, sum fylti meg, sigur Annvør. Hon heldur, at tað bert er eitt
til, at sjúka so líðandi pínir lívið burtur, so deyðin at enda kemur sum ein náði. Á sjógvi og landi minna vanlukkur og vandatilburðir okkum á, at lívið er sárbart, at øll kunnu verða rakt, og at vit í [...] projektørljósini, sum verða send eftir tí, sum helst vil vera fjalt, men vit læna eina fløvandi glæmu av tí ljósi, sum evangelisturin sigur um, at tað kom í heimin, fult av náði og sannleika, at tað upplysir [...] Mannamúgvurnar, sum hoyrdu fjallatalu Jesusar, vóru rættiliga bilsnar, tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur makt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra. Ikki við teirri maktini, sum boyggir og kúgar
uppá pláss sum skjótast, og FSF formaðurin heldur, at tað fer at bera til at fáa eitt uppskot greitt til aðalfundin, sum verður síðst í januar. ? Menningin gongur so skjótt, at tað er neyðugt at fáa hesi [...] vóru ikki áhugað í, at vit blandaðu okkum uppí viðurskiftini ímilum tey og spælararnar. Eg plaga at sitera mín góða vin, Haldgrím Gregersen, formann í GÍ, fyri at siga, at tað sum gongur fyri seg innanfyri [...] verið soleiðis, at nøkur feløg hava verið før fyri at bjóða spælarum fyrimunir av ymsum slagi, um teir valdu at spæla fyri teirra felag. Og nú eru fleiri mánaðir síðani, at vit skrivaðu, at telvingin um FM
ótta fyri, at vit fara at hvørva sum menniskju í øllum teldurokinum. Vit fara í alt størri mun at brúka telduskráir, ella markamót, sum fara at duga at avgreiða eina ávísa uppgávu, men sum samstundis fara [...] fara at duga serliga væl at samskifta við aðrar telduskráir. Tað er í hesi sannroynd, at Negroponte sær fyri sær, at vit øll fara at fáa okkara elektroniska butlara, sum syrgir fyri øllum, sum vit hava [...] kreftirnar, sum her fara at fáa ein nýggjan leikpall. Tað fer so tíðin at vísa. Tað verður tó helst seinur dagur, at vit fara at útflyta digitalan fisk, men harfyri eiga vit ikki at lata møguleikan at fáa lut
vóru, sum vera man, hesar dagarnar. Føroyskur dansur plagar ikki at sláa falskar mentur. Og tað gjørdi hann heldur ikki hesaferð. Eini 125 fólk vitjaðu dansikvøldið. Og tað var dupult so nógv, sum væntað [...] væl, siga fyrireikararnir. Eitt av tiltøkunum hesa vikuna, var eitt kvøld við føroyskum mati á Løgten Kro, sum varð rættiliga væl vitjað, skrivar Lokalavisen Djursland og Kalø Vig. Blaðið sigur, at har [...] var eingin trupuleiki at kóka grind ella seyðarhøvd til teir umleið 130 gestirnar. Umframt varð eisini borðreitt knettum, turrum kjøti, rullupylsu og annars øllum, sum fekk vatnið at renna úr tonnunum á
hjá VÍF burtur úr, og tað hevði eisini við sær, at VÍF-spælið nógva av tíðini var rættiliga stirvið. Áki Olsen fekk ikki so nógv burtur úr, sum hann plagar, og tað var í roynd og veru Sámal Joensen á høgra [...] hjá Kyndli ger, at liðið nú er væl við í oddinum. Teir liggja saman við VÍF og H71 heilt har frammi, og næstu umførini fara at skilja menninar frá dreingjunum, tí tað fara neyvan fýra lið at liggja í oddinum [...] hugsað verður um spenningin í oddinum hevði dysturinum millum Kyndil og VÍF mikukvøldið almikið at siga. Vann VÍF vóru teir einsamallir á odda, og Kyndil var dottin afturúr, men vann Kyndil lógu fýra lið
nærliggjandi at vænta, at teir fara at nýta eina rúgvu av pengum at gera okkurt einstakt virki í stand, fyri síðan at kunna staðfesta at hetta virkið er ført fyri at viðgera allan tann fisk sum Fiskavirking [...] bláoygt, at halda, at ein fyritøka sum hevur til endamáls at vinna pening til íleggjaran (Framtaksgrunnin) skal fara at nútímansgera vinnutól fyri síðani at selja tey til kappingarneytar. Tað átti at verið [...] Áki, sum eftir mínum tykki er ein sera nærlagdur og dugnaligur blaðmaður, endurgav meg fyri at siga, at politikarar høvdu ligið Fiskavirking eftir lívinum. Her er tíverri onkur misskiling íkomin, tí eg