Heri Mohr Í Útvarpinum var ein samrøða, prát, um dagin og tíðina, tá ið Føroyar vórðu hersettar fyri 70 árum síðani. Av tí at sendingin var 12. apríl, kundi onkur kanska fingið ta fatan, at hersetingin [...] Dagin fyri (haldi eg, tað var), fleyg ein Sunderland flúgvari sera lágt yvir oyggjarnar. Flúgvari um okkara leiðir tá á døgum var sjáldsom sjón. Hesin flúgvarin kundi, mær vitandi, seta seg bæði á sjógvi [...] vita, hvussu vit skuldu bera okkum at: Tá ið vit nærkaðust støðini, hoyrdist ein ágangandi rødd: »Halt, who goes there?« Vit skuldu so svara: »Friend.« Aftur ein krevjandi rødd: »Closer.« Tá ið vit komu
Málstevnunevndin tekur sjálv tann reyða pennin fram á ein hátt, sum sannførir meg um, at hetta ikki er vegurin at fara. Um tíðindafólk verður t.d. sagt soleiðis: “Eyðsýniligt er, at nógv tíðindafólk í [...] vit vilja hava, og í øðrum lagi hvussu vit fáa tað. Eg eri ikki í iva um, hvat stavnhaldið skal vera: Vit skulu økja so nógv um málnýtsluna, sum gjørligt! Tað er í nýtsluni, at styrkin hjá málinum liggur [...] frá eini almennari nevnd. Tá tað snýr seg um miðlar á føroyskum, er kvantitetur eisini kvalitetur. Vandin er, at fólk aftra seg við at gera nakað yvirhøvur, um treytin er, at málfrøðingar skulu góðkenna
gjørt avtalu við skiparan, Victor, at práta við hann um middagsleitið. Tað er tó ikki vist, at samrøðan okkara millum verður til nakað. Tá eg spurdi meg fyri mikudagin, helti hann á bæði borð: - Eg veit ikki [...] er ikki leingi, so er tallerkurin tómur. - Halt teg bara framat, sigur ein teirra á hampiligum enskum máli. - Fært tú tær ikki nú, so verður einki til tín um eina løtu. Hetta er tað besta eg veit! Tíð [...] bjóða honum burtur av kókaða kjøtinum. Hann vildi vita, um tann fremmandi hevði tikið sigarettirnar við umborð. - Nei, sigur Victor. Eg havi biðið um tær. Men tær eru so ikki komnar enn. Og tað er so í øllum
felags áhugamál Winnipeg Febr 13. 1899. Kære Poul, Stórur partur av hesum brævinum snýr seg um viðgerðina av skiftinum eftir foreldrunum. Men síðan kemur Hans Christian inn á høsnahald: Hvordan går det med [...] lægningen i det mindste i november, hvad der kan have sine vanskeligheder, da det er meget koldt. Dog er det lykkedes meget godt. Jeg undrer på, om I har fået fat på Andrée, eller om han er gået neden om og [...] at tað var avmarkað, hvat hann kundi gera. Tað var bert ein beiggi í Føroyum, og tað var Søren. Tað var ikki so løgið, um hann kom at hava tað stóra orðið at siga. Rasmus var í Danmark tá, og kundi tí
Bella og Edward hittast og læra hvønn annan at kenna. Fyri meg var hetta heldur langdrigið og stundum óinteressant umaftur og umaftur lesa um vakurleikan hjá Edward, klossutu Bellu og tímarnar í skúlanum [...] lisið hesa bók. Hóast hon kann tykjast sera tjúkk, er hon løtt at lesa, og tað, at Hollywood-filmur er gjørdur um hana, ger óivað ikki áhugan hjá ungum minni. [...] hesa bók. Hóast tað so verði eg trøllabundin av henni. Forboðin kærleiki er altið áhugaverdur at lesa um, og hátturin sum vampýrurin Edward og systkin hansara verða lýst, er sera forvitnisligur. Bókin er
Vónandi kunnu fíggjarmálaráðharrin og eg semjast um, at ein prísur, sum liggur undir tí danska prísinum, eisini tá skattur og avgjøld eru drigin frá, er ok. Um somu tíð sum Jóannes Eidesgaard viðgjørdi rentur [...] skattir og avgjøld eru tikin frá. Um fíggjarmálaráðharrin, ella onnur áhugaði, hava hug at fáa skjalprógv fyri tí eg føri fram, vinarliga seti tykkum í samband við meg á 237410 ella hendrik@magn.fo [...] røðarapallinum í Løgtinginum dró landsstýrismaðurin oljuprísir og prísáseting av olju upp í eitt orðaskifti um bankalán og rentur. Eg skal ikki fara inn á bankalán. Tey eru ikki mítt øki. Hinvegin vil eg loyva
saman – bæði í og uttan fyri arbeiðstíð. Men tað merkir ikki, at øll altíð skulu luttaka. Serliga um talan er um nógv tiltøk. Tað má vera upp til fólk sjálvi. Tíð, og ikki minst frítíð, er dýrabart tilfeingi [...] brotsverk, koma vit lættliga í tvístøðu. Skulu vit blanda okkum ella ikki. Og ofta lata vit eyguni aftur, um onnur fólk ikki beinleiðis eru í vanda. Men rúsdrekkakoyring er lívshættisligt, og tí skalt tú sjálvandi [...] við kenning. Eg skilji, at fleiri í grannalagnum eru vitni til ábyrgdarleysa atburðin. Hugsið tykkum, um eitt lítil ósekur unglingi brádliga liggur undir hjólinum ein dag, tí grannin koyrir við kenning. Tá
av vøllinum, so er hann gloymdur, og vit finna bara ein annan. Hvør tosar í dag um Stórutjørn? Ella um Visión 2015? Ella um eitt serføroyskt fíggjareftirlit? Ja – hvar fór kavin frá í fjør? Viðhvørt kann [...] tað vera sagt straks, at eg á ongan hátt føli meg skøddan at døma um júst hetta - ivaleyst sera torgreinda - evni. Mín viðmerking snýr seg at kalla bara um okkara máta at viðgera ein spurning uppá og hevur [...] sum kann snúgva seg um viðkomandi evnir, men sum oftast snýr seg um einki, er túnatos, sleyg, tómt hornatutl. Hjá okkum er henda sussimentan í dag so framkomin, at ein spurningur er, um hon ikki átti at tryggjað
og Kovboyfilm. - Fyri meg er tað heilt avgerandi, at tað eri eg sjálvur, sum seti treytirnar fyri, nær ein filmur er góður. Um eg ikki føli, at filmurin í síðsta enda er mín filmur, kundi eg líka so væl [...] sjálvandi ikki til at koma allan vegin runt um eitt evni uppá tveir minuttir, og tað er heldur ikki ætlanin við filmunum. Fyri meg snýr tað seg fyrst og fremst um at fylgja eini góðari søgu, finna ein tóna [...] av mær. Eg stúri fyri næstan øllum, fyri um eg fái uppgávur, um eg klári at loysa tær nóg væl og tað blívir eisini bara verri við aldrinum, tí nú stúri eg fyri, um eg eri blivin ov gamal ella eri nóg nýskapandi
UR Eitt av ógvuliga sjónligu trúarsamfeløgunum í landinum, Frelsunarherurin, fylti um vikuskiftið 85 ár. Talan er um Frelsunarherin, sum við sínum føgru búnum er ein altíð sjónlig mynd í býarlívinum í [...] Eg havi nógv góð minir frá mínum barndómi frá arbeiðinum hjá Frelsunarherinum. Eg minnist væl, at filmur varð vístur í hølunum í Tórsgøtu fyrst í 70-árunum. Tað var hæddarpunktið í vikuni. Eisini útimøtini [...] útimøtini minnist eg týðiliga, men tað var uttan iva skrúðgongan frá Tórsgøtu oman á Vaglið, ið hugtók meg mest. Búnar, flagg, trummur og blásiljóðføri vóru ein hugtakandi blanding, segði Kaj Leo Johannesen