Halt oljuna uttan fyri stríðið við bankarnar

Tað er órímiligt av landsstýrismanninum í fíggjarmálum at draga Magn og prísir á olju upp í ideologiska stríðið við bankarnar. Serliga tá fakta er, at húsarhald í Føroyum gjalda minni fyri oljuna enn donsk húsarhald – eisini tá skattir og avgjøld á olju eru tikin frá

Oljan til húsarhald í Føroyum er bíligari enn í Danmark. Eisini tá skattir og avgjøld eru tikin frá. Hetta vænti eg, at fíggjarmálaráðharrin ella ráðgevarar hansara vita, og tí burdi hann ikki drigið oljuna inn í stríðið við bankarnar.

Gassolja í Føroyum er bíligari enn í Danmark
Á røðarapallinum í Løgtinginum dró landsstýrismaðurin oljuprísir og prísáseting av olju upp í eitt orðaskifti um bankalán og rentur. Eg skal ikki fara inn á bankalán. Tey eru ikki mítt øki. Hinvegin vil eg loyva mær at gera nakrar fáar viðmerkingar til oljuprísin.
Tað er eitt faktum, at oljan til húsarhald, gassoljan, er bíligari í Føroyum enn t.d. í Danmark og Noreg. Eisini tá skattir og avgjøld eru drigin frá. Tá fíggjarmálaráðharrin á tingsins røðarapalli eftirlýsti at fáa eins bílig realkreditt lán í Føroyum sum í Danmark, er tað eitt mál, sum einki hevur við oljuprísir at gera. Tí gassoljan til føroyska húsarhaldið er eitt dømi upp á vøru, sum ikki einans er eins bílig og í Danmark, hon liggur undir danskar prísir.
Gassoljan er okkara mest týðandi oljuvøra, og hon er ein týdningarmikil útreiðsla fyri føroyska húsarhaldið. Júst tí er tað serstakliga jaligt fyri føroysku húsarhaldini og Føroyar sum heild, at gassoljan verður seld fyri ein sámiligan prís. Vónandi kunnu fíggjarmálaráðharrin og eg semjast um, at ein prísur, sum liggur undir tí danska prísinum, eisini tá skattur og avgjøld eru drigin frá, er ok.
Um somu tíð sum Jóannes Eidesgaard viðgjørdi rentur og oljuna, var stórur munur á gassoljuprísunum í Føroyum og Danmark.
Hendan dagin var gassoljan 2,64 kr. bíligari við øllum avgjøldum, og 57 oyru bíligari uttan avgjøld! Bíligari í Føroyum, skilst!
Framvegis er munurin á leið tann sami.
Kennir tú nakra aðra vøru, sum er bíligari at keypa í Føroyum enn í Danmark, tá skattir og avgjøld eru tikin frá? Tað skuldi líka verið kranavatn.
Samfelagstýdningurin av góða prísinum á gassolju er stórur. Eini vanlig sethús brúka 3.000-3.500 litrar av gassolju um árið. Og vit hava umleið 17.000 sethús í Føroyum, harav væl størsti parturin hava gassolju sum hitakeldu. So tað krevur ikki tað stóra at rokna seg fram til, at góðu prísirnir á gassolju eru nógvar, nógvar milliónir verdar fyri føroyska húsarhaldið!

Kappingarráðið kannar oljuprísirnar
Í løtuni er Kappingarráðið – eftir politiskum ynski – í gongd við eina kanning av oljuprísum. Tað er gott, og vit síggja fram til úrslitið av kanningini. Vit vita, at niðurstøðan hjá Kappingarráðnum er grundað á fakta og skjalprógvaði tøl, og ikki mytur.
Vit á Magn vænta ikki, at Jóannes Eidesgaard, ella nakar annar, skal rósa okkum fyri okkara prísir á gassolju til føroyska húsarhaldið. Men eg vóni, at ein so týðandi almennur autoritetur sum fíggjarmálaráðharrin framyvir ikki blandar rentur og oljuprísir saman og koyrir alt í ein pott. Tað er eitt sindur órímiligt.
Tí vit á Magn megna at selja okkara høvuðsvøru bíligari enn í Danmark, eisini tá skattir og avgjøld eru tikin frá.
Um fíggjarmálaráðharrin, ella onnur áhugaði, hava hug at fáa skjalprógv fyri tí eg føri fram, vinarliga seti tykkum í samband við meg á 237410 ella hendrik@magn.fo