telur við í FM-kappingini. Hetta er ein nýggj stevna, sum Róðrarsamband Føroya hevur samtykt at seta í verk. Stevnan verður annaðhvørt ár á vestara armi á Skálafjørðinum og annaðhvørt ár í Vestmanna. Væntandi [...] barnasangkapping í Bygdahúsinum. Fríggjakvøldið endar við barnadiskoteki, sum eisini verður í Bygdahúsinum. Leygardagin verður ein hópur av tiltøkum á skránni, og vit fara ikki at nevna tey øll í hesum umfarinum [...] kingo-sangarar luttaka. Kl. 13 verður landskappingardystur í fótbólti í 3. deild, menn, millum Skála og TB, og kl. 15 verður landskappingardystur í 1. deild, menn, millum Skála og KÍ.
FM Í TALVI Fyri fyrstu ferð í átjan ár er talvfelagið í Sandavági vertur, nú FM fyri einstaklingar verður telvað. Tá hesar reglurnar vórðu skrivaðar, vóru tvey av teimum níggju umførunum telvað. Tá vóru [...] høvdu verið tveir av royndastu monnunum í kappingini ? IM John Rødgaard og formaðurin í Talvsambandi Føroya, Rani Nolsøe, sum báðir hava verið við til at mynda toppin í nógv ár, og sum báðir hava vunnið FM [...] favorittarnar hvørja ferð, hann tekur lut í FM. Soleiðis er tað eisini hesa ferð. Tað kann væl fara at vísa seg, at tað verður danski tvørámaðurin í Vestmanna Talvfelag, sum fer at standa við steypinum
Og mikudagin í seinastu viku samtykti nevndin í Føroya Fornminnisfelag byggiætlanina fyri Faktorhúsunum í Klaksvík. So nú er klárt at fara undir umvælingarnar. Ein slík byggiætlan skal fyri í nevndini, tí [...] tí húsini eru friðað. Setast í stand uttan fyrst Húsini, sum leka avbera illa og eru í sera ringum standi annars, skulu gerast í stand uttan fyrst. Rammunar í teimum gomlu vindeygunum eru tikin úr og verða [...] virðið í tí gamla byggisiðinum. Húsið fer at hava sama skap sum Handilshúsini á Fitjunum í Vestmanna, sigur Mayfinn Norðoy, arkitektur á Føroya Fornminnissavni, sum tekur sær av byggiráðgevingini í sambandi
Leirvíksfjørð aftur við stórsigri í skjáttuni. Heili 3-1 varð úrslitið. Martin Brekká hevur í ár verið sera støðugur, og ímóti Rana Nolsøe fekk hann eisini fyrimun í byrjanini. Hann fekk sær eina frífinnu [...] Hvalvík ? Havnin, Sandavági ? Klaksvík og Vestmanna ? Kollafjørður. Havnin enn fremst í 2. deild Líkt er til at bert toftamenn kunnu steðga havnarmonnum at flyta upp í fyrstu deild. Síðani ferfaldaði føroy [...] varðveita fyrsta pláss í triðju deild í donsku liðkappingini. Hitt toppliðið úr Ballerup sín dyst 6-2, og eru tí hálvt stig fremri enn Talvfelagið Føroyar. Bert tvey umfør resta í. Liðið føroyingarnir vunnu
fyrsta bóltin í kassan, var VÍF omaná, og eftir at teir byrjaðu við at skjóta fimm mál á rað, var so at siga einki at spæla um. Gaman í fingu kollfirðingar togað munin nakað niður miðskeiðis í hálvleikinum [...] stórtap, og hetta eydnaðist so fyri ein part. Í øllum førum er 25 mál minsta tal, sum VÍF hevur skotið higartil í ár, og meira kann helst ikki krevjast av nøkrum liði í landinum, tá VÍF stendur hinumegin. Áki [...] gerast meira spennandi enn hjá vestmenningum, men tað leggja tey Vestmanna helst einki í ? bara teirra lið heldur á fram at vinna. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Áki Olsen 12(1), Sámal Joensen 3(1), Johnny
fólk búgva í fólkaríkastu gøtu í Føroyum, sum er Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Tað svarar til fólkatalið í Hvalba, har tað 1. oktober búðu 567 fólk og sum tí er tað búplássið í Føroyum, sum í stødd er tættast [...] Hagstovuni var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta gøta í 2013. Næst Karlamagusarbreyt sum fólkaríkasta gøta er júst Millum Gilja í Hoyvík, har tað búgva 439 fólk. Tað svarar í fólkatali í millum Glyvrar og Kvívík [...] fólkaríkasta gøta er Landavegurin í Havn, har tað búgva 386 fólk, sum í stødd svarar til eina bygd ímillum Nes í Eysturoy og Kvívík. Búpláss í Føroyum eftir stødd 1. oktber í ár: Tilsamans 54.668 1 - Tórshavn
Stubbin, og hendan smíðaði Niclas í Koltri longu í 1973. Forkvinnan í Kvívíkar sóknar Róðrarfelag, Randi Jacobsen, sigur, at felagið eisini eigur Junkaran, sum varð smíðaður í 2003 – og so enn ein nýggjan Junkara [...] árini hava verið við til at lyft undir kappróðurin í Vestmanna, nú tað hevur verið so trupult at mannað bátarnar í Kvívík. - Vit noyðast bara at ásanna, at í ár verður eingin luttøka hjá Kvívíkar sóknar R [...] kappróðurin í kommununi aftur fer at síggja betri dagar, og tað var tann tíð, tá bæði Kvívíkingur og Junkari gjørdu um seg í kappingini. - Tað er bara ein veruleiki, at tað kemur meira lív í her í kommununi
ábyrgdina av trygdini í teimum fýra undirsjóvartunlunum? Og er nakar eftirlitsstovnur, sum javnan metir um, um trygdin er í lagi? 2. Er tað nøktandi, at allar tær grundleggjandi funksjónirnar í undirsjóvartunlunum [...] rtunlunum? 6. Eru gomlu ferjulegurnar tøkar og í egnaðum standi, um undirsjóvartunlarnir verða stongdir í longri tíð? Í svarinum til sigur løgmaður, at hann hevur heintað inn fylgjandi svar frá P/F Tunnil [...] Svar til spurning nr. 1 Í sambandi við trygd og tilbúgving, er tað sambært galdandi lóggávu kommunustýrið, ið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í kommununi, har tunnilin er. Leiðslan í felagnum, sum eigur tunnilin
øllin í Klaksvík Hesi møti verða í Badmintonhøllini í Klaksvík um vikuskiftið: Leygarkvøldið kl. 20 luttaka tripiltrio og manskórið í Ebenezer. Sunnukvøldið kl. 18 verður evangeliskt møti í Badmi [...] mánakvøld millum kl. 21-22. AA í Vági AA fundir verða í Undirhúsinum onsdag og leygardag kl. 19. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19 og sunnudag kl. 16 (á loftinum, inngongd [...] Ísraelsmissiónin hevur í hesum døgum vitjan av leiðaranum fyri Jews for Jesus í Evropa, Avi Snyder. Hann verður við til hesi tiltøk Fríggjadag 10. februar kl. 20:00: Ungdómsmøti í Libanon í Sørvági Messianski
ivast í, at kreppan fyrst í nítiárunum var eitt bakkast fyri føroyska heilsuverkið. Hinvegin hevur kreppan ikki verið so drúgv, at hon skuldi sett okkum í eina so torføra støðu, sum vit hava verið í seinastu [...] (Fylgjurnar kann ein síggja í yvirlitum yvir perinatalan mortalitet (pinkubarnadeyða) hesi árini). Búskaparliga trongu árini í Danmark seinnu helvt av 70'unum gjøgnum øll 80'ini og inn í nítiárini mergsugu danska [...] Munurin gerst alt sjónskari nú danska heilsuverkið mennist í stórum saman við positivu gongdini í danska búskapinum. Sjálvsagt er lítil troyst í at størri partur av truplu støðini á m.a. LS er at finna áðrenn