Vikuskiftið, 13-15. juni, verður fyrsta stevnan nakrantíð á vestara armi á Skálafjørðinum, har kappróðurin telur við í FM-kappingini. Hetta er ein nýggj stevna, sum Róðrarsamband Føroya hevur samtykt at seta í verk. Stevnan verður annaðhvørt ár á vestara armi á Skálafjørðinum og annaðhvørt ár í Vestmanna. Væntandi fer stevnan at skifta ímillum Strendur og Skála, men ein møguleiki er eisini, at bygdirnar í framtíðini fara at skipa eitt felags stevnuøki, har stevnan verður hildin.
- Tíverri gjørdist tíðin knøpp, men vit hava lagt okkum í seðlarnar, og øll bygdin stendur aftanfyri stevnuna, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk, sum er í nevndini, ið fyrireikar Fjarðastevnuna.
Hann sigur, at málið hjá strandingum er at skipa fyri eini góðari stevnu, sum er nógv meira umfatandi, enn vanligu bygdastevnurnar hava verið.
- Vit hava eftir førimuni roynt at gjørt okkum ómak og fara at skipa fyri nógvum og áhugaverdum tiltøkum. Vit vilja hava eina stevnu, sum í vavi er meira enn ketshup, pylsur og tombola, sigur hann.
Tað er ein fimmmannanevnd, sum vegna Stranda Ítróttarfelag og Stáluna hava ábyrgdina av stevnuni.
Nógv fólk hava, sum Jógvan Óli á Fríðriksmørk sigur, lagt seg í seðlarnar og ein teirra, sum hevur lagt nógva orku í fyrireikingarnar, er Virgar Nielsen, ið virkar sum eitt slag av formanni ella samskipara.
Stevnan á Strondum byrjar fríggjakvøldið, 13. juni, kl. 18, tá ið fyrstu tiltøkini verða á skránni. Lagt verður fyri við, at Bygdahúsið og Stálihølið lata upp. Kl. 19 fríggjakvøldið verður paintball skjótikapping á fótbóltsvøllinum, og hálvan tíma seinni verður barnasangkapping í Bygdahúsinum. Fríggjakvøldið endar við barnadiskoteki, sum eisini verður í Bygdahúsinum.
Leygardagin verður ein hópur av tiltøkum á skránni, og vit fara ikki at nevna tey øll í hesum umfarinum.
Dagurin byrjar við skrúgongu úr skúlagarðinum og niðan til Bygdahúsið, har hornorkestur spælir og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, setir stevnuna.
Hóast Jógvan Óli á Fríðriksmørk segði, at stevnan verður meira enn ketshup, pylsur og tombola, so verður hetta sjálvsagt eisini ein partur av Fjarðastevnuni.
Kappróðurin verður leygardagin kl. 15, og sum nevnt, telur hesin á fyrsta sinni við í FM-kappingini.
Kl. 16 verður møguleiki at koyra Go-Gart og mini-knallert á kaiøkinum við Viking Seafood, og somu tíð verður aftur paintball-skjótikapping á fótbóltsvøllinum.
Tivoli verður eisini við Bygdahúsið, og hesin parturin verður opin frá kl. 16 til midnátt.
Tey, ið hava áhuga fyri málningalist og handlist, hava eisini okkurt at fara til bæði leygardagin og sunnudagin.
Kl. 17.30 verður steypahandan á kaiøkinum við Vaðhorn, og her verður tað Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður, sum handar steypini.
Eitt forvitnisligt tiltak leygardagin verður frá kl. 18-21, tá ið útvaldir persónar, eitt nú prestar og listamálarar, fara at mála hvør sín málning. Hesir verða seldir á uppboði sunnukvøldið kl. 21.
Fjarða-teitið, har ymiskt er til skemtunar, verður eitt afturvendandi tiltak á stevnuni. Hetta verður sýnt fram í biohøllini í Bygdahúsinum, bæði leygardagin og sunnudagin. Fyrsta sýningin verður leygardagin kl. 19.
Børnini sleppa eisini at uppliva meira enn dans, tivoli og koyring av ymiskum slagi. Kl. 19 leygardagin fara Bobo & Fjotti at hava barnatiltak í Bygdahúsinum við gykli, gandakynstri og búktalara. Samstundis verður aftur barnadiskotek, sum varar til kl. 21.30.
Tey, ið vilja "pussa sær sálina", verða heldur ikki fyri vanbýti, tí leygarkvøldið kl. 21.30 hevur Missiónshúsið útimøti við Bygdahúsið og eftir møtið, eru øll vælkomin í Missiónshúsið til kaffi, køkur og hugna.
Leygarkvøldið kl. 22.15 verður kafé við livandi tónleiki, frásagnum, midnáttarrøðu og felagssangi í Bygdahúsinum ? við eitt nú Ole Lauritsen, Tobba (Torbjørn Jacobsen) og Tummasi í Garði.
Á midnátt verður stevnudansur í Bygdahúsinum við Rok, har Signar úr Homrum spælir.
Sunnudagin verður eisini nógv á skránni, og dagurin byrjar við gudstænastu kl. 11, har Jógvan Fríðriksson, prestur, prædikar, og kingo-sangarar luttaka.
Kl. 13 verður landskappingardystur í fótbólti í 3. deild, menn, millum Skála og TB, og kl. 15 verður landskappingardystur í 1. deild, menn, millum Skála og KÍ.
<DIR$?$end$!$
<DIR$?$end$!$
<DIR$?$end$!$
<DIR$?$end$!$
Eins og leygardagin, verður kafeteria, tivoli, Go-Gart, paintball og </DIR$?$end$!$</DIR$?$end$!$</DIR$?$end$!$</DIR$?$end$!$
og annað á skránni sunnudagin.
Kl. 15 sunnudagin verður skemtirógving við Heygsstøð, og kl. 18 verður skemtifótbóltsdystur millum kvinnur av Strondum og Skála á hondbóltsvøllinum. Á hondbóltsvøllinum verður eisini ymiskt undirhald fyri børnum, eitt nú brotssparkskapping.
Kl. 19 verður áhugaverdur skemti-fótbóltur ? ella ørvitiskapping, sum tað verður rópt ? millum bygdaráðini á Strondum, Skála, Toftum og Gøtu á fótbóltsvøllinum.
Kl. 21 sunnukvøldið verður útimøti við Bygdahúsið, sum Keldan skipar fyri.